Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-08-09, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 9. august 2007síða 9

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 tíðindi Nr. 152 - 9. august 2007 - Skal man tálma, so skal tað ikki vera í íløgum, tí tær koma og fara, men rakstur hevur tendens til at vaksa, sigur Anfinn Kallsberg, ið sigur seg sakna politiskt medvit hjá fíggajrmála- ráðharranum POLITIKKUR Theodor E. D. Olsen theodor@sosialurin.fo Anfinn Kallsberg er for­ maður í fíggjarnevndini og fyrrverandi formaður Fólkafloksins. Hann segði seg ikki hava lisið kronikkina hjá Laksá­ foss, tá Sosialurin ringdi til hansara fyrrapartin, men eftir at hava fingið hana endurgivna, sigur fíggjarne vndarformaðurin, at Magni Laksáfoss hevur havt okkurt líknandi uppskot á samgongufundi. Anfinn Kallsberg sigur seg tó sakna politiskt med­ vit hjá landsstýrismannin­ um, tí tað er ikki bara ein floksideologi, ið kemur í eina fíggjarlóg. ­ Fólkaflokkurin var heit­ ur fyri skattalættum, og aðr­ ir vildu hava samhaldsfasta, so tað er ein politiskur veru­ leiki, sigur Anfinn Kallsberg. Fíggjarnevndarformaður­ in heldur, at tað er týdning­ armikið at tálma rakstrar­ útreiðslunum á fíggjar­ lógina, og vísir á, at vit eru farin frá 100 til 200 milli­ ónum um árið á hesum øki. ­ Skal man tálma, so skal tað ikki vera í íløgum, tí tær koma og fara, men rakstur hevur tendens til at vaksa, sigur Anfinn Kallsberg. Viðvíkjandi tunli til Sandoynna, sigur fólka­ floksmaðurin, at at við at gera hesa íløguna spara vit rakstrarútreiðslur á hesari farleið. ­ Skopunarfjørður byrjar at líkjast Leirvíksfirði, har tvey skip sigldu ta seinastu tíðina, sigur Anfinn Kals­ berg, sum heldur at júst hetta er ein orsøk til at gera ein tunnil. Kapping um sjómenn og skatt Viðvíkjandi sjómanna­ frádrátti sigur Anfinn Kalls­ berg, at flestu lond hava sjómannaskatt, og sambært honum hevur Noreg eina betri skipan enn Føroyar. Tað sama er galdandi í off shore­vinnuni. ­ Tí er neyðugt at kappast við onnur lond á hesum økinum, sigur Anfinn Kalls­ berg, ið sigur seg óttast at sjómenn fara at flyta av landinum og gjalda skatt aðrastaðni, um hendan skipan verður avtikin. Anfinn Kallberg hevur tó eingi konkret svar, tá hann verður spurdur, hvørji boð hann hevur upp á at tálma rakstrarútreiðslurnar. ­ Lat okkum nú síggja, sigur hann og sipar til ta komandi telvingina í Ting­ inum um fíggjarlógina. Anfinn Kallsberg heldur, at Magni Laksáfoss hevur eina spennandi uppgávu framman fyri sær, men vísir á, at Magni Laksáfoss orðar seg seg sum ein fakmaður í politiska orðaskiftinum. - Vit hugsa ov stutt um samferðslu, sigur Páll á Reynatúgvu og nevnir Gomlurætt og havnina í Skopun sum dømi. - Men vit eru til reiðar at taka lógvatak við landsstýrismanninum POLITIKKUR Theodor E. D. Olsen theodor@sosialurin.fo Páll á Reynatúgvu er fram­ søgumaður Tjóðveldisfloks­ ins í fíggjar­ og búskapar­ málum. Hann hevði ikki lisið kronikkina hjá lands­ stýrismanninum, men held­ ur, at skattalættin sambært honum vendir sosialt skeivt, og at hetta uppskotið longu er samtykt í Tinginum. ­ Men vit eru til reiðar at taka lógvatak við landsstýr­ ismanninum, sigur Páll á Reynatúgvu og sipar til, um Magni Laksáfoss ætlar at koma við broytingum. ­ Býti um útjavningarskip­ an løgdu vit fram í vár, men tað bleiv felt, sigur tjóðveld­ ismaðurin. Hann heldur, at gjógvin millum borgarar og millum økini er vaksin í hesum valskeiðnum, og at ein samdur Tjóðveldisflokk­ ur er samdur um eina útjavning. Hinvegin er flokkurin spjaddur í spurninginum um sjómannafráfrátt. Hyggja frameftir Burtursæð frá Annita á Fríðriksmørk, sum hevur sagt seg vilja víst fyrivarni, er allur Tjóðveldisflokkurin sambært Pálli á Reynatúgvu samdur um, at arbeiðið at gera Sandoyartunnilin skal byrjast. ­ Hetta er ein langtíðar­ íløga. Hann kundi verið avdrigin yvir longri tíð, og hetta er ein íløga fyri eitt ella kanska tvey øki, sum eru hótt, sigur Páll á Reyna­ túgvu, og sipar til Sand­ oynna og Suðuroynna. Hann sigur, at Tjóðveldis­ flokkurin er sinnaður at hjálpa landsstýrinum at halda aftur. ­ Vit hava gjørt okkara egnu uppskot til fíggjarlóg við minni útreiðslum enn teimum hjá samgonguni. Eins og Anfinn Kallsberg vísir tjóðveldistingmaurin á, at ov lítið verður hugt eft­ ir rakstarútreiðslunum í fíggjarlógini. ­ Øll viðurskifti eru rele­ vant á eini fíggjarlóg. ­ Men tær 60 milliónirnar, sum Sandoyartunnilin skal kosta um árið, er ikki avger­ andi fyri tær 4 milliardirnar, sigur Páll á Reynatúgvu um ta føroysku fíggjarlógina. Hann viðgongur, at Sand­ oyartunnilin stendur hans­ ara hjarta nær, men heldur seg tó kunna eftirlýsa, hvat vit koma at gjalda til samferðslu. ­ Hvat kostar suðurleiðin til Sandoynna og Suður­ oynna komandi 50 árini? ­ Vit hugsa ov stutt um samferðslu, sigur Páll á Reynatúgvu og nevnir Gomlurætt og havnina í Skopun sum dømi. ­ Vit hava ikki ráð til at siga, at Sandoyggin og Suð­ uroyggin skulu duffa víðari, tí klára tær ikki. Páll á reynatúgvu sigur, at hann áður hevur kallað Skopunarfjørð ein berlin­ múr, og vísir á, at Magni Laksáfoss sjálvur sum búskaparfrøðingur hevur sagt, at Sandoy og Suðuroy hava somu eyðkenni sum útoyggjar. Hann heldur, at ein tunnil hevði bøtt um útbúgvingar­ og arbeiðsmøguleikarnar hjá serliga kvinnunum í Sand­ oynni og um ferðamøgu­ leikarnar hjá brekaðum. ­ Men tað er rætt, at lands­ stýrismaðurin setur uppskot fram, førir politikk og sigur hvørji støðu, vit eru í. ­ Men argumentini eru ov tunn, sigur Páll á Reyna­ túgvu. - Um Laksáfoss ikki dámar luktin í bakarínum, skuldi hann bara havt sagt nei takk til hetta arbeiðið, sigur Kristian Magnussen, ið ikki er samdur við tí fíggjarmálaráð- harranum um hansara boð upp á at tálma búskapinum POLITIKKUR Theodor E. D. Olsen theodor@sosialurin.fo Kristian Magnussen, for­ maður í tingbólki Javnaðar­ floksins, hevði ikki lisið kronikkina hjá Magna Laksáfoss í Sosialinum, tá vit ringdu til hansara fyrra­ partin. Hann helt seg tó vita, at hon var hildin sum røða í Løgtinginum herfyri. ­ Vit hava ein avtalu. ­ Samhaldsfasti og skatta­ lættin hanga saman, sigur Kristian Magnussen um samgonguskjalið. ­ Okkara offisielli polit­ ikkur er, at sjómannafrá­ drátturin ikki skal broytast, sigur javnaðarmaðurin um útsagnirnar hjá fíggjar­ málaráðharranum. Viðvíkjandi útjavningar­ skipanini hjá kommunum, heldur Kristian Magnussen, at hetta ber til at kjakast um, men at tað neyvan er rætt diskutera slíkt so seint í einum valskeiði.. ­ Tað er ikki grundarlag at spilla kreftir upp á hetta 6 mánaðir fyri val. Tunlar altíð góðir Sambært Kristiani Magnus­ sen, so skal Sandoyartunnilin gerast. ­ Har er einki at rafla um, sigur hann. Hann heldur at einhvør tunnil er ein góð íløga og eitt aktiv fyri samfelagið. Sum heild er Kristian Magnussen ikki nøgdur við tað, ið Magni Laksáfoss hevur meldað út sum fíggjarmálaráðharri. ­ Hann er ikki ansettur sum búskaparfrøðingur, men gloymir hann er lands­ stýrismaður. ­ Allir 21 samgongulimir halda seg hava skil fyri búskapi, og tá nyttar einki, at hann framtúrar sum »mig alene vide«. ­ Hann skapar sær sjálv­ um trupulleikar, men um honum ikki dámar luktin í bakarínum, skuldi hann bara havt sagt nei takk til hetta arbeiðið, sigur Kristi­ an Magnussen, ið tó undir­ strikar, at hann einki hevur ímóti Magna Laksáfoss sum persóni. – Tunn argument - Heldur tálma rakstrinum - Skapar trupulleikar Fáir politikarar siga seg taka undir við Magna Laksáfoss Hóast fáir politikarar hava lisið kronikkina hjá Magna Laksáfoss í Sosialinum í gjár, so fær hon ikki góða undirtøka frá tingfólki POLITIKKUR Theodor E. D. Olsen theodor@sosialurin.fo ­ Um Laksáfoss ikki dámar luktin í bakar­ ínum, skuldi hann bara havt sagt nei takk til hetta arbeiðið, sigur Kristian Magnussen, ið ikki er samdur við tí fíggjarmálaráðharr­ anum um hansara boð upp á at tálma búskapinum Í Sosialinum í gjár var ein kronikk eftir Magna Laksáfoss, fíggjarmálaráðharra, har hann vísir á, at neyðugt er at tálma búskapin, nú fíggjarlógin fyri 2008 skal fyrireikast. M.a. sigur landsstýrismaðurin, at kombina­ tiónin millum samhaldsfasta og skattalættan hjá samgonguni gevur trupulleikar, tí tað rakar teir lægstu lønarbólkarnar. Harafturat kemur Magni Laksáfoss við trimum konkretum uppskotum um, hvussu búskapurin kann tálmast. Landsstýrismað­ urin sigur enntá, at »Í veruleikanum er ein­ ans møguligt at tálma á trimum sektorum«. Í privata sektorinum skjýtur Magni Laksá­ foss at minka fiskimanna frádráttin, í kommunala sektorinum er semja gjørd við kommunurnar um at tálma útreiðslu­ vøksturin, umframt arbeitt verður við at fáa undirtøku fyri eini útjavningarskipan, og í landskassasektorinum verður skotið upp at útseta Sandoyartunnilin. Tað er ikki líkt til, at undirtøka er fyri hesum í samgonguni, og í blaðnum í dag sigur formaður Tjóðveldisfloksins, at sjáldan er slík »kúvending« sædd, nú Magni Laksáfoss sambært Høgna Hoydal ikki longur er ímóti skattalættum. Sum heild eru skotsmálini frá fleiri síð­ um, at Magni Laksáfoss er meira búskapar­ frøðingur enn politikari. Ella sum Høgni Hoydal skrivar í sínum lesarabrævi: »Jóannes Eidesgaard segði tey mest niðr­ andi orðini, tá nýggi fíggjarmálaráðharrin í summar gjørdi greitt, at politikkurin hjá samgonguni var heilt av leið. Hann segði seg nú vilja læra Magna at vera politikari og ikki fakmaður«. Laksáfoss í andróðri