hósdagur 9. august 2007síða 11
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 152 - 9. august 2007
11
tíðindi
Á eftirmetingar
fundinum, sum var
á MRCCstøðini í
gjár, var eingin felags
niðurstøða gjørd um,
hvørt tað var rætt ella
skeivt at taka russiska
trolaran Olshanu av
Flesjunum. Hinvegin
kom fundurin til
felags niðurstøður
um onnur viðurskfti
í sambandi við
bjargingararbeiði
Olshana
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Klokkan 13 í gjár sessaðust
eini 45 fólk á MRCC-
støðini við Tinghúsvegin at
eftirmeta arbeiði, sum gjørt
varð, tá Olshana fór á Flesj-
arnar seinasta hóskvøld –
og sakk 12 tímar seinni.
Tey, sum vóru við í eftir-
metingini, vóru fólk frá
ymiskum eindum, sum á
ymiskan hátt vóru við í
bjargingararbeiðnum.
Anni á Hædd, tilbúgvingar-
stjóri, hevur sent fjølmiðl-
unum eina kunning, har
hon vísir á tær felags niður-
støður, sum vórðu gjørdar á
fundinum.
Í stuttum er felags niður-
støðan, at tilkalling av
eindum
til
átaksstaðið
riggaði væl eftir mayday.
Samskiftið millum eindirnar
gekk væl við tað, at megin-
parturin av samskiftinum
gekk um whf, kanal 16.
- Innsatsleiðarin fekk tó
ikki nóg nógvar upplýsingar
um støðuna, og yvirlitið
yvir
sonevnda
POB
á
Olshanu átti at verið meira
fullfíggjað, tá bjargingarfólk
fóru umborð.
Eisini manning
Í skrivinum verður sagt, at
MRCC
undir
slíkum
umstøðum ikki bara skal
umbiða materiel, men eisini
manning til at brúka amboð-
ini, eitt nú pumpur.
- Á fundinum varð røtt
um
arbeiðsbyrðuna
hjá
OSC (on scene commander)
– um at hendan kann gerast
ov stór. Tí kundi verið
umhugsað at skift OSC
undir bjargingararbeiðnum,
men hetta krevur gjølliga
umhugsan.
Ein onnur av niðurstøð-
unum er, at ov lítið varð
gjørt fyri at minka um skað-
arnar á skipið – at tetta skip-
ið.
Felags niðurstøðan kom
tó ikki til nakra felags niður-
støðu, um tað varð rætt ella
skeivt at taka skipið av
Flesjunum.
- Ymiskar meiningar vóru
um hetta, sigur tilbúgvingar-
stjórin.
Fyribyrging
Á
eftirmetingarfundinum
varð eisini tosað um ymisk
viðurskifti, sum kundu ver-
ið við til at fyribyrgt slíkar
hendingar.
- Vit eiga at umhugsa
krav um loðs og hava betri
avmarkingar á Flesjunum.
At enda í felags niður-
støðuni er spurningurin um
trygging.
- Spurningurin er, um
krøv skulu setast til trygging
og garanti, tá skip undir
útlenskum flaggi koma inn
á føroyskt sjóøki, sigur
tilbúgvingarstjórin, Anni á
Hædd, í skrivinum eftir
eftirmetingarfundin.
Ósemja um at
hála skipið av
Eftirmetingarfundur var á MRCC-støðini í gjár, og í hesi greinini verður víst á tær felags
niðurstøður, sum fundurin gjørdi
Mynd: Vilmund Jacobsen
felags mynd av støðuni
Sunleif Højgaard tosar við
løgreglumenn, áðrenn farið
verður inn á
MRCC-støðina á
eftirmetingarfund. - Vit hava
sera gott samstarv við
løgregluna, sigur
umsjónarmaðurin hjá
Skálafjarðar Sløkkiliði
Mynd: Vilmund Jacobsen
, hvat kundi verið gjørt øðrvísi. Eg haldi, at Olshanu-málið kann læra okkum nógv um tilbúgving og
Mynd: Jens Kr. Vang