Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-08-09, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 9. august 2007síða 15

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 152 - 9. august 2007 15 nøvn Mikudagin 1. august vóru liðin 40 ár síðani Beate L. Samuelsen byrjaði sum blaðkvinna á Dimmalætting. Móttøka Snorri Brend Myndir: Jan Müller Í hesum sambandi var skip­ að fyri móttøku í blaðhúsin­ um, har nógv fólk var á gátt. Frammanundan hevði blaðið eina samrøðu við Beate, sum herfyri rundaði tey seksti. Her segði hon millum annað at hon hevði trivist sera væl á blaðnum. Hon helt ikki sum onnur, at betri var at fara av einum arbeiðsplássi, meðan ein fann úthurðina. ­ Eg ætli mær at verða borin út av Dimmalætting. Tá ið eg fylti 40, ætlaði eg mær at halda fram, til eg varð hundrað. Nú havi eg sett markið niður á 80 ár, men vit fáa at síggja, um hini til ta tíð vilja hava meg her, segði Beate við blaðið. 40 ár á Dimmu Núverandi og fyrrverandi starvsfelagar hittast aftur – vinstrumegin: Beate og Samuelsen-brøðurnir: Hugo Aage, Flemming og Benny Nógv fólk vóru til móttøkuna. Her heilsar Beate uppá Ellind og Eydnu Egilstrøð Tá ein hevur arbeitt 40 ár á einum blaði, hevur ein samskiftið við mong ymisk fólk. Her eru nakrar teirra Beate varð heiðrað á ymiskan hátt, millum annað við blómutyssum Trý vinfólk hittast. Beata, Jógvan Arge og Jógvan Asbjørn Skaale