hósdagur 9. august 2007síða 14
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 152 - 9. august 2007
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum
rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
nøvn
SAMBAND
MAgNuS guNNArSSoN
MAggi@SoSiAluriN.fo
tlf 341800 fAx 341801
Góða Inga.
Tung vóru boðini at frætta, at tú
ikki ert okkara millum longur. Bert
41 ára gomul og í fagrasta blóma
hvarv tú í havsbrúnni, har sum hav
og himmal møtast, sum prestur tók
til henda dagin í kirkjuni. Hví títt
ljós skuldi sløkkjast nú, er ringt hjá
okkum og tínum nærmastu at skilja.
Frá ungum árum kendi eg teg.
Altíð fyrikomandi og hevði hug at
práta, tá eg møtti tær. Serliga væl
kom eg at kenna teg, tá vit arbeiddu
saman í urtagarðinum í Greve í 1995.
Tá vóru tit júst flutt úr Noreg, har tú
saman við familjuni hevði búð í nøk
ur ár. Tú skuldi í skúla og hava starvs
royndir í Danmark sum ein liður í
tínari útbúgving til urtagarðskvinnu.
Millum agurkurnar í urtagarðinum
høvdu vit mangt hugnaligt prátið.
Tað var so nógv sum hugtók teg.
Politikkur, ítróttur og ikki minst fam
iljan og børnini. Okkara politisku
sjónarmið vóru eins og ofta vóru vit
samd um, at um tey ráðandi úti og
heima høvdu lurtað eftir okkara
urtagarðspráti, so hevði støðan sum
heild verið betri. Ítróttur hevði eisini
tín áhuga. Um hetta mundið, tá
danska kvinnulandsliðið í hondbólti
hevði sínar bestu dagar, hevði tú
ringt við at velja, hvørjum tú skuldi
halda við. Nærlagið var at stuðla
liðinum í tí landinum, har tú búði.
Men “de norske jenterne” sum tú tók
til, stóðu tær nær. Eg hevði ta fatan,
at tíni ár í Noreg vóru góð og hend
ingarík og at ikki minst hetta gjørdi
tað torført hjá tær at velja síðu. Tú
var familjukær og var sera góð við
børnini, sum tú vildi gera alt fyri.
Í urtagarðinum, har vit arbeiddu,
vóru nógvar vakrar blómur. Men ein
bar av øllum og er tíverri følnað eitt
bil. Men einaferð fer hon at blóma
aftur og at prýða urtagarðin, sum ber
av øllum.
Stórur verður saknurin, nú tú fór
handan havsbrúgv, har sum hav og
himmal møtast. Eftir sita vit við
minnunum um teg og tey eru bjørt.
Eins bjørt og hin bjarta sól, sum
bræðir ísin, ið tikið verður til í sang
inum “Here comes the sun”, og sum
so meistarliga var framførdur í kirkj
uni henda dagin.
Tankarnir leita til tey nærmastu og
serliga til børnini. Stórt er tómrúmið,
men vónandi fer ljómin frá teimum
góðu minnunum at kasta onkrar sól
strálur á og bræða okkara sorgstirdu
sálir.
Við hesum fáu orðum vil eg lýsa
frið yvir minnið um Ingu Arge.
Vilhjálmur Gregoriussen
Minningarorð um Ingu Arge
f. 23. desembur 1965 - d. 29. juli 2007
Thanks
We sencerly want to thank the family and
community of Faroe Islands for all their comfort
and support through our sadness and sorrow in
the loss of our loving husband and father
Martin Petersen
Kambsdalur
From
Verna, Amanda og Jónberg
- - -
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum, sum vístu samkenslu
og hjálpsemi í stóru sorg okkara, tá pápi, maður,
sonur og beiggi
Martin Petersen
Kambsdalur
so brádliga varð tikin frá okkum.
Hjartaliga takk fyri troystarríkar andaktir og
góðan sang í heiminum.
Hjartaliga takk fyri troystarrík orð og góðan
sang í kirkjuni.
Hjartaliga takk fyri alla hjálp, ið varð givin
á ymsan hátt.
Familjunnar vegna
Verna, Amanda, Jónberg, foreldur
og systkin við familju
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum sum sýndu samkenslu
og hjálpsemi, tá kæra kona, mamma, vermóðir
og omma okkara
Elia Poulsen
Skála
andaðist og varð jarðað.
Eina serstaka tøkk vilja vit veita tykkum øllum á
Eysturoyar Røktarheimi fyri góða røkt, umsorgan og
kærleika ta tíðina, hon var hjá tykkum.
Tøkk til Sylverius Jacobsen og Jógvan Fríðriksson,
prest, fyri góð og troystarrík orð.
Tøkk til kirkjutænarar, sangarar og gravaran. Tøkk
øll tit sum hjálptu til við ervinum.
Tøkk fyri heilsanir, blómur, kransar og peningagávur,
og tøkk til tykkum, sum fylgdu henni til hennara
seinasta hvíldarstað.
Hjartans tøkk
Ingvard, Kirstin, Jón, Paulina, Pálma og Fríða
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum tykkum, sum á ymiskan
hátt sýndu samkenslu, tá elskaði maður mín, góði
og elskaði pápi, verpápi og abbi okkara
Helgi Einarsson
Lilleba
doyði og varð jarðaður.
Takk fyri blómur, kransar, heilsanir, uppringingar
og peningagávur.
Takk øll tit mongu, sum fylgdu honum til
hansara seinasta hvíldarstað.
Familjunnar vegna
Karin
børn, svigarbørn og abbabørn
Dagurin
10. august. Laurentius. Lavrasmessa. Laurentius var ein
av teimum best kendu halgimonnum í Norðurlondum
Andlát og jarðarferðir
Anna Margretha Hammer, vanliga nevnd Gretha,
búsitandi í Ljósá, andaðist á Eysturoyar røktar og
ellisheimi mánadagin, 6. august, 71 ára gomul.
Jarð arferðin verður úr røktarheiminum hósdagin
kl. 14.
Magnus Pauli Hansen, Eiði (nevndur Palli)ættaður
úr Streymnesi, andaðist mikunáttina 84 ára gamal.
Jarðarferðin verður úr Eiðis kirkju leygardagin kl.
14.30. Sálmabókin verður nýtt.
Klæmint Nicodemussen ferð til gravar úr Sands
kirkju fríggjadagin kl. 12. Tey, ið vilja minnast
Klæmint, kunnu lata eina gávu til Áargarð, konta í
peningastovnunum.
Naomi Jensen andaðist á Suðuroyar Sjúkrahúsið
86 ára gomul. Farið verður úr kapellinum fríggja
dagin klokkan 17.00. Jarðarferðin verður leygar
dagin kl. 13.00 úr Vágs kirkju. Sungið verður úr
sálmabókini.
Borghild Birgitte Eliassen, fødd Birknes, vanliga
nevnd Norska, andaðist á Klaksvíkar sjúkrahúsið
týsdagin, 7. august, 81 ára gomul. Kistan fer úr kap
ellinum heim í Christianskirkjuna hóskvøldi kl.
18.00. Jarðarferðin verður fríggjadagin kl.13.30.
Andlát og jarðarferðir
Takk
Hjartaliga takki eg øllum tykkum, sum heiðraðu meg
á 80 ára føðingardegnum.
Heilsan Johan Petur Johansen