hósdagur 9. august 2007síða 13
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 152 - 9. august 2007
13
viðmerkingar
- almennur fyrispurn-
ingur til Magna
Laksáfoss
Um Magni Laksáfoss mein
ar nakað við at tálma heita
búskapin og rætta sosialu
skeivleikarnar í skattapoli
tikkinum, so kann tað ger
ast í einari reglu: Strika
samtykta skattalættan fyri
2008.
Jóannes Eidesgaard
segði tey mest niðrandi
orðini, tá nýggi fíggjar
málaráðharrin í summar
gjørdi greitt, at politikkurin
hjá samgonguni var heilt
av leið. Hann segði seg nú
vilja læra Magna at vera
politikari og ikki
fakmaður.
Og skjótt varð lært og
lisið. Eftir ein samgongu
fund hevur Magni slept
sínum ætlanum, og er í
staðin farin at tosa sum
allir aðrir í samgonguni:
“Royna at tálma á fíggjar
lógini...” Og “skattalættin
er hóast alt í lagi, men vit
vilja royna at rætta nakrar
sosialar skeivleikar.”
Sjáldan hava vit sæð so
stóra kúvending. Vildu
fjølmiðlarnir, so kundu teir
bert spælt tey úttalilsir,
Laksáfoss hevði sum ser
frøðingur í Búskaparráð
num undanfarnu árini og
tað, hann segði í summar.
Tað var heilt beint øvut av
tí, hann nú sigur.
Magni noyðist sjálvsagt
at ýla eitt sindur við úlvu
num, tá hann er í sam
gongu. Tað skilja vit væl.
Men tað er als ikki skilj
andi, at Magni nú letur seg
misnýta til at fjala út yvir
skeiva skattapolitikkin hjá
samgonguni beint upp
undir val.
Tí tað krevur onki arb
eiði yvirhøvur at rætta
uppá tær ringastu sosialu
avleiðingarnar og samstun
dis tálma búskapin (sum í
løtuni hevur 800 mió. í
halli á handilsjavna, hall á
gjaldsjavna og vendir ogn
til skuld í stórum).
Hendan samgongan
hevur nevniliga samtykt
ein skattalætta fyri 2008,
sum skal koma í gildi á
nýggjárinum. Hann kostar
72 mió. krónur og fer
burturav til tey ríkastu.
Magni kundi nú sagt:
Hesin skal strikast. Tað
krevur bert eitt lógarupp
skot í tveimum reglum, og
tekur ikki nakað frá
nøkrum, tí onki er komið í
gildi. Tá náddi hann bæði
málinum um tálming og
um at rætta sosialu skeiv
leikarnar. Hann kundi
enntá sett sítt mandat inn
uppá tað.
Men hvat sigur Magni
nú? Nei, hann vil nú
arbeiða við einum øðrum
uppskoti, sum skal látast at
rætta avleiðingarnar av
einum uppskoti, sum enn
ikki er komið í gildi.
Er hetta skemt? Nei,
hetta er føroyskur politikk
ur undir ABCsamgonguni:
Vit skulu fyrst fremja skeiv
an og asosialan politikk.
Og so brúka vit ein nýggj
an fíggjarmálaráðharra til
at tosa hart um at rætta
tann skeiva politkkin hjá
somu samgongu. Ikki við
at gera broytingar, sum
muna nakað. Nei,nei. Tann
skeivi politikkurin skal
halda fram, hóast hann
kann steðgast við einum
pennastroki. Vit skulu
endiliga fyrst fremja skeivu
avgerðirnar – og so skulu
vit bjóða okkum fram at
viðgera, hvussu vit so
aftaná skulu rætta uppá
okkara egnu gerðir.
Tí vil eg hervið spyrja
Magna Laksáfoss ein
almennan spurning, har eg
biði um alment svar í
bløðunum: Hevði tað ikki
verið rættast at strika
skattalættan fyri 2008 ella
broytt hann – bæði til tess
at tálma búskapin og at
rætta sosialar skeivleikar?
Og kann hetta ikki gerast
beint nú?
Lat teg ikki misnýta, Magni
Høgni Hoydal
Bæði stjórin á
Fiskiveiðieftirlitinum
og havnarfútin halda,
at loðs umborð á
fremmandaskipum
átti at verið eitt
lógarkrav
Olshana
Finnur Jensen
finnur@sosialurin.fo
Skipsbrotið hjá Olshanu
var ongantíð hent, um
Føroyar – eins og hini
Norðanlondini – hevði eina
landsdekkandi loðsskipan.
Tað heldur Elmar Høj
gaard, stjóri á Fiskiveiði
eftirlitinum,
ið
fýlst
á
verandi loðsskipan. Í veru
leikanum er eingin loðs
skipan, tí, sum er, er loðs
tænastan bert eitt tilboð og
ikki eitt krav. Tá russiski
trolarin Olshana fór til
Kollafjarðar
at
bunkra,
hevði hann loðs umboð,
men tá hann fór útaftur og
sigldi á Flesjarnar, var
eingin loðsur. Sostatt kundi
verið sloppið undan skips
brotinum, um loðsing var
eitt krav.
Hendingin við Olshanu
er eitt ávaringartekin um,
hvussu galið, tað kann
enda. Eitt loðskrav hevði
minka munandi um vandan,
heldur Elmar Højgaard.
Í Noregi er til dømis
loðsskipanin sera strang. Í
summum havnum er til
dømis neyðugt við einum
serligum sertifikati. Eisini í
Danmark eru serligar reglur
– serliga á vesturstrondini
eru loðsingin eitt krav.
Inn men ikki út
At loðsing í Føroyum ikki
er lógarkravd, merkir ikki,
at hon ikki verður brúkt.
Sambært Jónsveini Lam
hauge, havnarfúta á Tórs
havn Havn, er tænastan
nevniliga væl umtókt og
nógv nýtt.
So at siga øll tey stóru
fremmandaskipini biðja um
fáa loðs umborð – í øllum
førum, tá tey koma í havn.
Tey loysa ofta sjálvi. Tað er
jú lættari at sigla út aftur
enn inneftir, sigur Jónsvein
Lamhauge.
Havnarfútin hevur einki
ímóti
einum
loðskravi,
hóast hann metir núverandi
tænastu í síni heild hava
riggað væl. Spurdur um
Havnarskrivstovan
ikki
sjálv kundi sett sum treyt at
hava
loðs
umborð
á
fremmandaskipum,
sigur
Jónsvein
Lamhauge,
at
loðskravið má galda fyri alt
landið. Orsøkin er, at tað
verður trupult at praktisera
uttan lógarkrav. Og so
verður eisini mismunur á
teimum
ymisku
lokalu
føroysku havnunum.
Hesum er stjórin í Fiski
veiðieftirlitinum samdur í.
Tíðin
er
búgvin,
at
politikarar gera okkurt við
málið.
Loðskravið
er
neyðugt,
sigur
Elmar
Højgaard, ið heldur tað vera
skilagott at knýta lokalu
loðsingarmenninar at einari
møguligari
nýggjari
skipan.
Loðskrav er loysnin
Hendingin við Olshanu er eitt ávaringartekin um, hvussu galið, tað kann enda. Eitt loðskrav
hevði minka munandi um vandan, heldur Elmar Højgaard, stjóri á Fiskiveiðieftirlitinum