Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-02-18, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 18. februar 2000síða 11

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 tíðindablaðið sosialurin Nr. 34 - 18. februar 2000 20 tíðindablaðið sosialurin Nr. 34 - 18. februar 2000 Viðmerking: Náttina til mánadagin andaðist Hjørleif Poulsen, Kaldbak. Hann var farin um tey sjeyti. Hjørleif var føddur á Tvøroyri, sonur Dánjal Johan Poulsen úr Víka- byrgi og Marin Elisabeth Poulsen úr Øravík. Eftir hvat ein hevur hoyrt og eisini hvat ein sjálvur kann meta seg til, so vóru ikki peningaríkar tíðir tá Hjørleif vaks upp, men fyri tað er ikki sagt at peningaríki- ligheit nýtist at hava nak- að við lívsdygd og lívs- virðir at gera. Tað kemur mær fyri, at hóast flestu fólk tá í tíð- ini, ikki høvðu nakað serligt at rutta við, so høvðu tey tað gott. Tey settu onnur virðir í hásætu. Hetta gav ríkan førning at hava við sær út í lívið, bæði tímuliga og andaliga. At so hevur verið hjá honum við, veit eg. Hjørleif vaks upp, saman við syskjum sín- um, hjá góðum foreldru- m, ið livdu í nøgdsemi og í trá við tær umstøður í tá vóru galdandi. Ikki vóru fortreytirnar tær bestu, heilsuliga sætt. Mær er sagt at hann mangan sum drongur og unglingi var sjúkur, hevði ymisk brek at drag- ast við, kortini helt hann seg ikki aftur, luttók í tí sum unglingar tá fingust við. Hann plagi ofta taka til tíðina sum skóti, hvussu rík henda tíðin var. Var ein av teimum mongu ið legði lunnar undir skóta- húsið á Tvøroyri. Undir leiðslu av Jóhannis Enni, Henning Thomsen og fleiri, lærdu hesir ung- lingar nátturuna at kenna sum rættir skótar. Tað var mest sum ikki blettur í Føroyum, teir sum skótar ikki høvðu vitja. Onkur stuttlig søga er eisini frá hesi tíðini. Okkurt bragdi er mær sagt frá, ikki av Hjørleifi sjálvum, men øðrum. Tað var so, at ein drongur var um at drukna á einum vatni í samband við eina skótalegu, Hjør- leif var atvoldin at so ikki bleiv við hjálp av einum reipi hann kastaði til við- komandi. Hjørleif fekk sømdargávu til minnis um hesa hending. Eisini róði hann í fleiri ár við tí tá so kenda 6- mannafarðinum "Hildur" ið Ólavur Michelsen, "Ólavur á Nellie" átti. Teir førdu mangt eitt steyp heim til Tvøroyrar. Teir róðu í fleiri ár uttan at tapa ein einasta róður. Seinni róði hann eisini við "Suðringi", ið somu- leiðis hevði glæsulig úr- slit at vísa á. Komin til manns var at finna uppá okkurt at gera. Skómakaralæra var helst nakað í passaði til um- støðurnar og so var gjørt, men bert eina tíð. Hann vildi ikki vera ørvísi enn aðrir og luttók tí í øllum fyrifallandi arbeiði. Tá koyrivegurin millum Tvøroyri og Vág var í gerð, var Hjørleif ein ið har arbeiði. Her endar fyrri partur av lívinum hjá Hjøleif Poulsen, tað er mest frá hesum tíðarskeiðið, eg havi tey flestu minnini. Køkurin hjá Dánjal í Víkabyrgi var ofta og títt var ov trongur. Nógv fólk gekk inn, so sum vanligt var tá. Unglinganir á garðinum savnaðust javnan har, har vóru fyriuttan Hjørleif, - Napoleon, Hanne, Arn- finn, Rudolf, Poul Juul, Teddy, Svend og fleiri. Húsfólkið var sjálvandi eisini. Har var hjartarúm, heitt og hugnaligt. Prátið gekk lætt, søgurnar nógv- ar og látur var mangan. So kom eitt tíðarskeið, har ikki var nógv arbeiði á Tvøroyri. So var at leita sær norðuryvir. Tá var Mjørkadalur at fara til. Hjørleif og nógvir aðrir suðringar leitaðu hagar at vinna til lívsins uppihald. Tá hetta var liðugt, var hann eitt skiftið hjá Peturi Mikkelsen og eitt annað skiftið hjá Peturi í Gong. Hesa tíð búðleikaðist familjan á Hoydalsveg- num. Hjørleif fann sær konu úr Kalbak. Saman hava Helga og hann lagt støðið undir eina rættuliga stóra familju, ið síðan hevur verið karmur um tey hesi seinnu árini. Tey hava seinni árini rættuliga kunna notið úrslitið av einum lívi, ið hóast for- treytirnar ikki vóru av teimum bestu, kom at geva teimum viðgongd. Øll 3 børnini, Aksel, Marin Elisabeth og Snorri, hava fest búgv í bygdini og hava ríkað Hjørleif og Helgu við ommu- og abbabørnum, ið koma á gátt hvønn dag. Helga er úr bóndahúsi og tá gamli bóndin doyði, tóku tey bæði festi uppá seg, við tí fyri eyga, at tá elsti sonurin Aksel varð myndugur, skuldi hann taka við fedrana garðið. Frá fyrsta degi Hjørleif flutt norðurum, tyktist hon vera neyðugt at vitja suður, helst 2 – 3 ferðir um árið. Seinni árini, nú hann ikki var so væl til beins, hevði hann fingið sær bil, tá lá serliga væl fyri. Nú kundi hann sjálv- ur ráða sær, hvar hann fór. Skyldfólk átti hann nógv í Suðuroy, hann vitjaði tey javnan. Her var bilurin aftur hentur. Veit neyvan nakran, ið hevur havt so nógva gleði av einum bili sum tey bæði Hjørleif og Helga. Hóast tarnaður av breki ígjøgnum alt lívið, so tók Hjørleif Poulsen til minnis hetta ongantíð móti frá hesum manni. Eitt ótrúliga lætt sinna- lag, stríðsvilji og andaligt støðufesti, bar Hjørleif ígjøgnum lívið, soleiðis at hann helst til seinast kundi siga við seg sjálvan, at hetta legnaðist bara væl kortini. Røddin aftanfyri tær mongu søgurnar og tann hjartaligi láturin er tagn- aður, men bert eitt bil. Soleiðis fari eg at minn- ast Hjørleif Poulsen. Dan Landsstýrismaðurin í sjálv- stýrismálum, Høgni Hoy- dal, blakar nú út eftir teim- um stóru andstøðuflokkun- um, Sambandsflokkinum og Javnaðarflokkinum. Hesir flokkar, sum báðir eru samríkisflokkar, verða bidnir um at velja síðu, ann- aðhvørt teir vilja verða í parti við føroyingum ella donsku stjórnini, undir komandi samráðingum um framtíð Føroya. Tíbetur hava formenninir fyri samríkisflokkunum víst hesum niðursetandi spurn- ingi aftur. Tað er ófatiligt, at ein landsstýrismaður skal koma sær at undirmeta okk- ara andstøðuleiðarar á tílík- an hátt. Tað er nærum ó- hoyrt í føroyskum politikki áður. Hetta kann bert skilj- ast soleiðis, at landsstýris- maðurin avklæðir seg sjálv- an, sum ein sera óbúnan politikara, ið ríður alt ov niðalaga fyri tíðina. Mær rennur í hug, at hetta bert kann samanberast við greinina ”Ruk-volapykk“, sum stóð í Dimmalætting nakað fyri jól, og var skriv- að av fyrrverandi politikk- ara. Hansara niðurstøða var, at fullveldisskútan sigldi við einum gomlum líki í lastini, og at tað var hetta lík, sum setti kósina. Sum tað framgongur av hesi áðurnevndu grein, so hevur Høgni Hoydal sett sær fyri at stýra Føroyua landi eftir einum skúlapro- Loysingarsamgongan og kongshúsið jekti frá ”Ruk”. Alt verður dult Nú tykir mær, at landsstýr- ismaðurin hevur fingið kaldar førtur av sínum egna skúlaprojekti, tí nú skal alt knappliga verða dult sum mansmorð. Hetta kennist ørkymlandi, tí Høgni Hoy- dal hevur brúkt tað mesta av síni landsstýristíð til at greiða fólki frá, at hann legði alla orku í at handla við opnum kortum í full- Hvørja ferð mær er hyggj- andi niður í okkurt av bløð- unum, og eg síggi greinar sum Edmund Joensen, Jó- annes Eidesgaard, Marius Dam, Heðin Mortensen, Hans Pauli Strøm og aðrir góðir menn hava skrivað um fullveldismálið, so frøist sál mín almikið. Tað sum eg síggi, tá eg lesi hesar greinar, eru nakrir menn, sum um stutta tíð fara at heita á alt Føroya fólk um at greiða atkvøðu fyri tí sátt- málanum, sum gjørdur er um samstarv millum danska ríkið og føroyska ríkið. Hetta byggi eg ikki bert á, at soleiðis hevur gongdin higartil altíð verið. Tá frí- handilin skuldi koma, vóru nógv mótmæli, men ikki gekk long tíð, so vóru teir fyrrverandi mótstøðumenn- inir ítastu fríhandilsmenn. Tá uppskot kom um flagg okkara, vóru mótmælini hørð og hvøss, men nú kappast allir føroyingar um at sleppa framat at halda flaggdagsrøður. Nei, orsøkin til frøi mína er heilt ítøkilig. Hon er tann, at samráð- ingarstøða landsstýrisins er knúsandi sterk. Hetta er ikki bert tí, at talan er um eitt meirilutastýri, sum hevur tryggan meiriluta í løgting- inum aftan fyri seg. Men harafturat kemur, at tað sum landsstýrið hevur at føra fram, als ikki kann vísast aftur frá danskari síðu. Landsstýrið leggur á sam- ráðingarborðið uppskot um eina skipan við Danmark sum líkist teirri, sum Ísland fekk í 1918. Hetta ynskið hevði danska stjórnin kunn- að víst aftur, um so var, at hon kundi prógvað, at støða okkara í mun til Danmark er øðrvísi enn tann støða Ísland hevði fyri 1918. Men vansurin hjá dønum er, at tað kunnu teir ikki. Danska stjórnin kann púra einfalt ikki svara spurning- inum, nær og hvussu Før- oyar eru vorðnar ein partur av Danmark. Tað er hetta, sum er or- søkin til, at vit hava rætt til ein sáttmála av sama slag sum tann, sum Ísland fekk í 1918. Tað er tí yvirhøvur einki at ivast í, at flokkarnir í danska fólkatinginum fara at taka undir við, at Føroyar fáa tað slag av samvinnu við Danmark, sum landsstýrið skjýtur upp. Tá landsstýrið leggur henda sáttmála fyri tingið, fer tað at vera óðamanna- verk hjá nøkrum politikara at ganga ímóti. Kann nakar t.d. ímynda sær, at Jóannes Eidesgaard fer at siga tað vera ringt, sum Nyrup sigur vera gott? Politikararnir fara ikki at hava ringt við at fóta sær og sannføra fólkið um, at tað er av teirra ávum, at úr- slitið gjørdist so gott. Tann mótstøða, teir hava sýnt, hevur bert verið upp á kvamsvís fyri at tryggja, at úrslitið fyri land og tjóð gjørdist so gott sum yvir- høvur møguligt. Eg havi alla tíðina roknað við, at tað fer at vera ein munur millum Ísland og Føroyar í fullveldismáli- num. Í Íslandi vóru tveir altingslimir, sum greiddu at- kvøðu ímóti sáttmálanum. Teir gjørdu tað av tí at teir hildu, at tað var í so nógv samband í honum. Ilt er at ímynda sær, at nakar løgtingsmaður fer at gera tað sama, og tí er at rokna við, at sáttmálin verð- ur einmælt góðkendur í løg- tinginum. Men longu nú havi eg tosað við onkran, sum á fólkaatkvøðuni fer at greiða atkvøðu ímóti sátt- málanum við júst somu grundgeving sum teir mót- Titri sál av frøi mælandi altingslimirnir høvdu. Hesi vera tó fá, og fyri at fólkaatkvøðan skal síggja demokratisk út, er neyðugt við nøkrum nei-at- kvøðum, so tað ger einki. Tað er tí øll orsøk til at frøast um gongdina. Zakarias Wang (17.2.2000) veldismálinum. Nú tykjast Løgmaður og varðaløgmaður at hava blandað kortini á ein slíkan hátt, at tey als ikki tola dags- ins ljós. Men hvat er at fjala fyri samríkisflokkunum báðum? Danakongur við evsta valdi Um vit skulu taka orðini hjá Høgna Hoydal í álvara, so fara bæði hann og Anfinn Kallsberg, løgmaður, at sita ”donsku megin borðið” undir samráðingunum við danir. Tí teir vilja hava evsta vald, evruna v. m., Men kortini vilja teir verða undir donsku krúnuni. Sostatt fer danakongur at sita við evsta valdi í Føroy- um, um Føroyar gerast full- veldi. Tíbetur hava undirritaði og fleiri við mær varðhugan av, at fólkaatkvøðan kemur at vísa øllum sjálvstýris- møsni aftur. Stigið samríkisflokkarnar á atkvøðudegnum! Við sambandskvøðu Andras Miðskarð Viðmerking: Tíðindaskriv frá Dansifrøi Dansifrøi hevði aðalfund í januar mánaði, har tíggir nýggir nevndarlimir vóru valdir. Nevndin, ið skipar seg sjálv, er nú henda: Erling Jørgensen, formað- ur, Árni Svartafoss, næstfor- maður Ann-Mary á Rógvi Ras- mussen, kassameistari Edmund Nysted, skrivari Karstin Hansen, nevndar- limur Ruth Jacobsen, eykalimur Skráin fyri fyrru helvt av 2000 er løgd, og har verður okkurt nýtt, sum ikki er roynt áður. Vikuskiftið 12. og 13. februar høvdu vit noskan rock´n-roll við Niels Kára Nielsen og Ingibjørg Holm. Her kundi undirtøk- an verði størri, enn hon var. Sum nakað nýtt fara vit at hava hugnakvøld mitt í viku, hetta tiltakið verður mikukvøldið, 8. mars. Aftur í ár fáa vit Onnu Kirstin av Tvøroyri at hava vikuskift- isskeið við okkum, tað fyrsta verður 10. og 11. mars, og er hetta ætlað børnum frá 10 ár og eldri. Fríggjadagin og leygardag- in 7. og 8. apríl verður Anna Kirstin aftur við einum skriði. Um kvøldið tann 8. apríl verður hugnakvøld. Sjálvt um vetrarskeiðið end- ar við avdansiveitslu leyg- arkvøldið 18. mars, er ikki meiningin at gevast. 29. ap- ríl fara vit aftur at royna nakað nýtt við einum tiltaki, sum vit hava kallað senior- dansur. Við hesum tiltaki- num vóna vit at fáa nakrar av limunum, sum ikki ganga til dansiskeiðið aftur á gólvið, men øll eru væl- komin. Leygardkvøldið, 13. mai skipar Dansifrøi fyri dansi- stevnu í Ítróttarhøllini á Hálsi, har byrjað verður kl. 10.00 við frálæru í gomlum dansum. Seinni um kvøldið verður borðhald í høllini við luttøku frá øðrum feløgum. Frá dansiundirvísingin endar og fra til dansistevn- una verður undirvíst nøkur kvøld í teimum dansum sum vit koma at dansa á stevnuni. Tí vóna vit, at tey sum fara á stevnuma, men ikki hava gingið til undir- vísing, koma eisini til hesi kvøldini. Sum altíð endar fyrra helvt við einari útferð. Í ár verður hon fyrista viku- skiftið í juni. Hesar útferðir eru stak hugnaligar. Eins og undanfarin ár fáa vit vitjan úr útheiminum. Ætlanin er at ein sang-dans- ibólkur úr Russlandi skal koma hendanvegin seinast í august mánaði. Ein kenningur hjá Dans- ifrøi, Gerthe Bach Hansen kemur aftur hendanvegin í ár, saman við henni kemur ein senior dansibólkur, hetta verður í august. Við dansikvøðu Nevndin Dansifrøi nýggja nevnd Fullveldis Landsstýri hevur tvey ár á baki. Endamálið var loysing og at laga før- oyska samfelagið til Før- oysk viðurskifti. Tí kunnu vit spyrja, hvat hevur sam- gongan avrika higartil? Fyrst bleiv øll landsum- siting løgd lamin, tí nú skuldi Hvíta Bók skrivast. Hon skuldi geva svar upp á allar ivaspurningar. Tá bók- in endiliga kom, var hon ikki sørt ljósareyð. Svar upp á ivaspurningar fingu vit heldur ikki, og tí partinum av frágreiðini, sum staðfest- ur at livistøðið lækkar mun- andi, var ikki pláss fyri í bókini. Tað sum skuldi verða grundarsteinurin und- ir loysingini kundi ikki brúkast, og tí er loysingin á ótryggari grund. Vánaligur skrivari skyldar upp á pennin Umsitingin í Tinganesi hev- ur havt annað at gjørt. Hetta er høvuðsorsøkin til, at tíð ikki hevur verið at broyta lógir o.a. Í staðin fyri at við- urkenna hetta, kappast løg- mennirnir báðir um bæði tíðliga og seint at skylda upp á Danskar lógir, stýris- skipanina ella tað, sum fyrst er fyri. Hetta eru bert und- anførslur, sum botna í ber- um máttloysi og svart- skygni. Samgongan ger einki fyri at rætta samfelagið til broyttar umstøðurnar. Og tað verður als einki gjørt fyri at laga samfelagið til Føroysk viðurskifti. Men tað tora teir sjálvandi ikki. Tá høvdu teir opna eyguni hjá teimum ivasomu, og um tað hendur, fellur loysingin við eitt brak. Hví fara teir ikki til arbeiðis? Avlop Landskassans er sera stórt, og tí eru sera góðir møguleikar at gera tillaging- ar, sum javnan skulu gerast í einum nútímans samfelag. Fyri fyrstu ferð í søguni hevur Landskassin møgu- leika at fíggja tillagingar. Hesar kosta, sum øllum kunnugt í fyrstu atløgu, fyri síðan at geva avkast seinni. Hví fara menn so ikki til arbeiðis? Jú øll orka verður løgd í at fáa loysing, sum teir sjálvir siga, einki enda- mál hevur í sær sjálvum. Samstundis verður tosa um at fáa so langa skiftistíð sum møguligt. Hví hevur loys- ingin so stóran skund, tá skiftistíðin skal verða so long? Kann tað tí hugsast, at orsøkin til at teir ynskja loysing er undirlutakenslur og magtgirnd, ella ein blanding av báðum? Allir flokkar eru samdir um nøkur ting. Hví ikki arbeiða við teimum, nú pengarnir eru til tað. Pen- sjónir eru alt ov lágar. Liv- istøðið í Føroyum er sam- bært Hvítubók 30% lægri enn í grannalondunum. Hetta er ikki nøktandi. Neyðugt er beinan veg at gera naka munagott við hetta.. Sambandsflokkurin vísur á loysnir Sambandsflokkurin hevur víst á, at ikki er neyðugt við loysing. Í staðin er rættast er at gera neyðugar dagfør- ingar í Heimastýrislógini og at greiða ríkisrættarlig við- urskifti, sum eru ógreið, innan fyri karmarnar á rík- isfelagsskapinum. Tí átti ikki at verði nakar trupul- leiki at komið ásamt um hvørjar broytingar skulu gerast. Hesar broytingar høvdu fingið fullan stuðul frá Føroya Fólki. Harumframt er neyðugt, at fara til arbeiðis beinan vegin. Tað er neyðugt, at vit arbeiða nógv og væl, so- leiðis at vit verða meira sjálvbjargin. Sambands- flokkurin ynskir at gera hetta undir skipaðum við- urskiftum, og tað kemur ikki upp á tal at spæla has- ard við vælferðini. Hvussu gerast føroyingar meira sjálvbjargnir? Fyri at lyfta livistøðið hjá føroyingum upp aftur á sama støði sum hini norð- anlondini, verður neyðugt at fara til arbeiðis beinan veg. Við tí atgerðarloysi sum samgongan vísur, fara onnur lond longur frá okk- um hvønn einasta dag. Í dag eiga vit pengar til at fíggja møgulig tiltøk, um tað skuldi víst seg, at alt ikki gongur sum ætla, og talan gerst um útreiðslu hjá Landskassanum í fyrstu syftu. Tí vil eg vísa á nøkur ting, sum vit eftir mínari hugsan kunnu gera. • Lands og kommunuskuld skal burtur eftir 20 árum (í ár 500 mió í lánsgjaldi) • MVG skal lækkast niður til 15% eftir t.d. 10-15 árum ( 1% er uml. 25 mió) • Bruttolønin skal hækka minni enn í grannalondum og londum vit kappast við • Skattatrýstið skal helst lækkast, men tað skal gerast sera varliga • Pensjónir skulu hækkast so tær røkka til kostnaðin av røktarplássum • Fiskiflotin skal rationali- serast munandi og gerast sjálvberandi • Almennar tænastur skulu privatiserast undir skipað- um viðurskiftum • Aðrar vinnur enn fiski- vinnan skulu hava grundar- lag í Føroyum • Tær 6 milliardirnar vit eiga uttanlanda skulu hava nakað at koma heim til • Vegakervið í landinum skal útbyggjast og oyggjar knýtast saman • Tryggingarfelagið Føroy- ar, SEV, IRF og KOB skulu gerast til partafeløg Her er talan um nógv stór ting, men um vit fara var- liga fram, kann hetta gerast uttan at tað kostar Lands- kassanum pengar. Láns- gjald sum tað almenna bet- alur í ár er nóg mikið til at fíggja allar hesar nevndu útreiðslur!! Hesi tiltøk geva meira pengar til Palliba, meira pengar til vinnuna og Landskassin fær tað sama. Tí verða allir føroyingar vinnarar um hetta verður framt í verki. Brúk fyri sambandsflokkinum Eg vil heita á landsstýri um at gevast við tvætlinum um fullveldi og heldur loysa dagsins trupulleikar til frama fyri land og fólk. Her eru nógvir møguleikar. Utt- an blokkstuðul fer allur framburður til at tippa svørt hol. Vit eru í dag 30% aft- anfyri grannalondini, og tí er neyðugt at fremja veru- ligar loysnir í verki Samgongan tosar um langtíðarloysnir, og sigur seg vita hvat vit skulu gera í framtíðini. Men teir hava einki boð uppá dagsins trup- ulleikar. Tí er orsøk til at halda, at teirra framtíðar- loysn er óbrúkilig. Tað sum vit í dag hava brúk fyri eru politikarar, sum megna at loysa dagsins trupulleikar. Eivind Jacobsen FO- 490 Strendur Samgongan ein forðan fyri sjálvbjargni Tann 16. januar gjørdust ein hin syrgiligasti dag- urin í mínum lívið. Tað var dagurin, tá ið eg fekk boðini um at góði vinmaður mín Terji var deyður — einans 35 ár. Tað er heilt óskiljandi fyri meg at eitt menn- iskja so fylt av lívsgleði, so brádliga skuldi verða tikið frá ogun. Bert eina viku framman- undan var eg inni á gólvinum og segði hon- um farvæl — hann skuldi til Danmarkar aftur í vikuni og eg skuldi norðureftir til arbeiðis — men at hetta skuldi vera seinastu ferð hendur ogra møttust, tað vardi ogun ikki. Sum smádreingir knýttu ogur vinaband. Eitt vin- aband, sum ongatíð slitnaði og sum eg eri sera takksamur fyri. Skúlaárini her í Sumba fylgdust ogur og frá teirri tíðini eru nógv góð og stuttlig minnir — ogur spældu saman í streingjakórinum og orkestrinum, hvar ikki minni ríkar løtur vóru — bygdu flakar og demn- ingar í ánni og nýttu annars tað, sum barna- árini høvdu at bjóða ogun her suðuri. Ikki at gloyma kvøldini og næturnar ogur sótu heimi í kamarinum hjá tær, har stórur partur av ungdóminum ofta kom saman, og sum oftast út ímóti morgni endaði ogur við kaffi og rund- stykkum áðrenn fari var til songar. Tað eru løtur, sum eg ongatíð gloymi og tær koma altíð at standa hjarta mínum nær. Sum smádrongur gjørd- ust Terji áhugaður fyri tónleiki. Hann var nærlagdur og spældi bæði orgul og guitar sum fáur, og tá ið eyg- uni fóru at vikna og hann seinni gjørdist blindur, valdi hann at fara til Danmarkar á musikkháskúla. Eftir hetta lærdi hann til klaverstemmara, sum síðani gjørdist yrki hans- ara. Terji treivst væl í Dan- mark, men hvørji jól og hvørt summar leitaði hann heimaftur til Sum- biar, heim til barna- heimið sítt, familju og vinir, sum hann ongatíð gloymdi. Tann 7. januar helt Terji 35-ára føðingardag. Tá, sum altíð, var hann í góðum lag, glaður um at so nógv fólk var komið at heilsa honum. Hetta gjørdist seinasti føðingardagur hansara her í lívinum, og eg eri glaður fyri at eg eisini kundi uppliva tað kvøld- ið saman við honum - enn eitt gott minni. Daniel Jacob og Harda! Takk fyri tær nógvu góðu løtur eg havi haft í heimi tygra saman við Terja. Takk fyri at eg altíð havi følt meg heima inni hjá tygun. Takk fyri at eg enn kenni meg vælkomnan og Guð signi tygun fyri tað. Tað verður ongatíð tað sama nú Terji ikki longur er ímillum ogun, men lívið má ganga víðari og eitt er víst, at nógv góð minni eiga ogur eftir Terja. Lat ogun minnast aftur á tey við gleði og tøkk. Tank- ar mínir leita aftur og aftur til tygra Daniel Jacob, Harda, Elna, Poul Johannes og børnini. Guð hjálpi tygun í stóru sorg tygra og sakni, og styrki tygun í komandi tíðum. Við bert góðum minnum og hesum fáu orðum vil eg lýsa frið yvir minni um vinmann mín Terja Nielsen. Guð vit biðja teg hann varða, hjálp so okkum so vit læra til at ganga tína leið – tá vár fótur snávar ei, men vil finna vegin heim. Aftur tá vit møta teim, sum frá okkum mátti fara – møta tínum einglaskara. Rúni Minningarorð um góða vinmann mín Terja Nielsen f. 12/01/1965 d. 16/01/2000