Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-08-10, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 10. august 2007síða 11

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 tíðindi Nr. 153 - 10. august 2007 Kl. 18 í gjárkvøldið legði trúboðaraskipið Logos II at landi á Tvøroyri. Stór mót­ tøka var á bryggjuni, har millum annað Jóannes Eidesgaard, løgmaður helt røðu. Hann fegnaðist um, at fleiri føroyingar eru millum ta 180 mans stóru manningina, sum kemur úr 40 londum Trúboðan Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Tvøroyri: Hetta er fyrstu ferð, at Logos II vitjar í Suðuroy, og tí var gjørt nógv burtur úr móttøkuni. Í hesum sambandi var løgmaður boðin at halda røðu, sum ein part av tiltakinum. Hann fegnaðist um, at tey júst høvdu valt Tvøroyri, sum jú er heimstaður hansara, til vitjanina hesa­ ferð. Fyri mongum árum síðani var støðan hon, at skip í hundraðtali sóust á fjørðinum, men soleiðis er ikki í dag. Hinvegin, ­ í gjárkvøldið kom so enn eitt skip, við heilt øðrum innihaldi. ­ Endamálið við arbeiði tykkara er ein synergi av at geva og at fáa, segði løgmaður í røðu síni. Hann vísti á, at manningin hevur eina vitan, sum tey fegin vilja geva øðrum, eisini føroyingum hesar komandi dagarnar. ­ Orðið – Logos – er millum annað borið út við bókum tykkara við kristna gleðiboðskapinum til fólk kring allan heimin. ­ Okkara ynski er tí, at tey orðini, sum tit bera við tykkum, mugu geva vitan, hjálp og vón til at fullføra visjónina um at ávirka lívið hjá hvørjum einstøkum vitjandi, segði løgmaður millum annað í røðuni. Vitja samkomur Tað er felagsskapurin Op­ eration Mobilisation (stytt: OM) ið eigur hetta skipið. Hetta er sami felagsskapur sum eigur gomlu Norröna. Nú Logos II er í Føroyum verður ein hópur av tiltøkum í Suðuroynni um viku­ skiftið. Manning av skipinum fer millum annað at luttaka við eitt møti, sum verður kl. 18 sunnukvøldið í missións­ húsinum á Tvøroyri, eins og tey luttaka við tað evangeliska møtið kl. 18 í samkomu­ húsinum Bethel í Vági. Høvið verður eisini hjá fólki at vitja umborð á skipið, har tey fáa rund­ vísing í skipinum. Samstundis er høvið hjá teimum at vitja ta størstu bókasøluna, sum hevur verið her á landi, eins og møguleiki er at keypa sær ein drekkamunn á eini altjóða kaffistovu umborð. Logos II verður liggjandi til mánadagin, tá leiðin verður løgd til Íslands. At geva og at fáa Løgmaður beyð Logos II vælkomin til Tvøroyrar, og vónaði at manningin og tey vitjandi fingu nógv burtur úr Mynd: Bjarni Nygaard Størsta bókasølan í føroyskum sjógvi finst umborð á Logos II. Higar leitaðu fólk sær í hópatali Mynd: Bjarni Nygaard Logos II steðgar her til mánadagin, tá kósin verður sett móti Íslandi Mynd: Bjarni Nygaard Tvær prestavígslur í einum Tá kirkjuklokkurnar kalla til gudstænastu kl. 12 sunnudagin Hvalba, verður talan um eina serstaka gudstænastu. Í fyrsta lagi verða tveir prestar vígdir sum slíkir, og har annar teirra samstundis verður inn­ settur sum prestur. Talan er um teir báðar Hanus Simonsen sum skal virka sum prestur í vestaru kirkjusóknini í Suðurstreymoy og Símun Jacobsen, sum skal virka sum prestur í norðaru helvt av Suðuroynni. Símun verður bæði prestvígdur og innsettur í prestagerning sín við hesa gudstænastuna. Hanus hinvegin verður innsettur sum prestur einaferð seinni, helst sunnudagin 19. august. Hetta eru samstundis fyrstu prestarnir, ið verða prestvígdir og innsettir í nýggju føroysku fólkakirkjuni. Eftir gudstænastuna verður døgurði fyri innbodnum. Reggae endurnýggjar sálmabókina Tveir av heimskendu reggae­legendunum úr Jamaica, Bob Marley og Peter Tosh, fáa nú pláss í sálmabókini í anglikansku kirkjuni. Báðir vóru sannførdir Rastafarianarar, sum viðurkenna seg til kristna trúarsamfelag­ ið, og sum eftirkomarar av afrikansku trælunum stovnsettu. Tvey av verk­ um teirra, “One love” hjá Marley og “Psalm 27” hjá Tosh eru í fyrstu syftu skotnir upp at koma við í nýggju sálmabókina. Tað eru tó ikki øll, ið eru eins fegin um hetta, tí tekstirnir hjá hesi rørsluni vóru mangan atfinningarsamir til kirkjuna. Onnur siga kortini, at teir hvørki eru ímóti Gudi ella religión. Bæði Marley og Tosh doyðu í 1980’unum.