fríggjadagur 10. august 2007síða 10
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10 tíðindi
Nr. 153 - 10. august 2007
Kvinnur, sum eta
nógva folsýru, millum
annað er í frukt,
grønmeti og fullkorn,
eru í minni vanda fyri
at fáa bróstkrabba
Nýggj kaNNiNg
Rigmor Dam
rigmor@sosialurin.fo
Ein nýggj svensk kanning
staðfestir nú, at kvinnur ið
eta nógva folsýru, sum er í
B-vitamin, eru í minni
vanda fyri at fáa bróst-
krabba.
Kanningin stendur at lesa
í American Journal of
Clinical Nutrition. Gransk-
arar hava fylt 12.000 kvinn-
um í Malmø ígjøgnum 10
ár, harav 392 teirra fingu
bróstkrabba í tíðarskeiðin-
um, sigur DR.
Sambært kanningini ótu
2280 av kvinnunum nógva
folsýru, og vóru tær í 44
prosent minni vanda fyri at
fáa bróstkrabba.
Eitt annað, sum kanningin
staðfesti var, at bert ein
fimtingur av øllum kvinn-
unum eta nóg nógvan mat
við folsýru, sum eitt nú er
at finna í bønum, grønum
vøkstri og í fullkorns-
breyði.
Smáar nøgdir
gera mun
Ulrika Ericson, kanningar-
leiðari, vísir á, at tað ikki er
neyðugt at eta nógva fol-
sýru, fyri at tað skal muna.
- Tað er nóg mikið at
leggja kostvanarnar um til
meira frukt og grønt. Um
tað ikki ber til, mælir hon
til kostískoyti.
Í USA, Onglandi og
Canada verður mjølið ríkað
við folsýru. Svensku mynd-
ugleikarnir umhugsa eisini
at ríkað mjølið við folsýru,
og har verður longu nú
mælt til at kvinnur í barn-
førum aldri eta eyka folsýru
ella mat við B-vitamin.
Í oktobermánaði
verður Høllin á Hálsi
karmur um eina
spennandi konsert, tá
ið rapparin Coolio og
dancestjørnan Crystal
Waters fara á pall
TÓNLEikaTÍÐiNDi
Petur Háberg
petur@tpost.fo
Hóast nøvnini Coolio og
Crystal Waters kundu leitt
tankarnar til kulda og still
vøtn, so verður tað uttan iva
heitt og hart í Høllini á
Hálsi, tá ið hesi bæði fara á
pall við búrkroppa-rappi og
pumpandi dance-rútmum.
Eitt búrkroppa
paradís
Artis Leon Ivey, Jr, sum er
dreingjanavnið
handan
Coolio, gjørdist av álvara
kendur í 1995, tá ið hann,
saman við gospelsangar-
anum L.V., rappaði um
vánaligu korini í amerik-
onsku ghetto’unum á lagn-
um ‘Gangsta Paradise’.
Lagið
gjørdist
størsta
hittið hjá Coolio higartil og
lá ovarliga á flestu hittlistum
kring
heimin.
‘Gangsta
Paradise’ var fyrsta rapp-
lagið, ið náddi eitt fyrsta
pláss á enska hittlistanum,
og samstundis sat tað longst
á ovastu rók á hesum sama
lista í 1995.
Vælumtókti
filmurin
‘Dangerous Minds’, við
Michelle Pfeiffer í leiklutin-
um sum seig lærarinna,
hevði ‘Gangsta Paradise’ á
síni soundtrack og gav
Coolio enn meiri vind í segl-
ini.
Skjótt 30 mió
Hóast ‘Gangsta Paradise’
avgjørt er kendasta lagið
hjá rapparanum, so hevur
hann eisini onnur kend løg
við sær í skjáttuni.
Eitt av teimum er pena
lagið ‘C U When U Get
There’, ið byggir á eitt
tónleikastykki, sum týski
komponisturin
Johann
Pachebel skrivaði fyri skjótt
trý hundrað árum síðani.
Seinastu
árini
hevur
Coolio ikki gjørt so nógv
um seg, og kemur hetta
millum annað av, at hann
hevur verið í rættinum fyri
at liggja inni við vápnum
og rúsevnum.
Men fyri stuttum kom
gongd íaftur, og hann hitt-
aði við lagnum ‘Gangsta
Walk’. Hetta við góðari
hjálp frá Snoop Dogg, ið
eftir øllum at døma ger alt,
hann nertir við í løtuni, til
gull.
Higartil hevur Coolio selt
yvir 27 mió. fløgur kring
heimin.
Crystal Waters
Sama kvøld fer amerikanska
songkvinnan Crystal Waters
at framføra. Hon er serliga
kend fyri lagið ‘Gypsy
Woman’, ið hittaði stórt
fyrst í 90’unum.
Nú er hon aftur við
lagnum ‘Destination Cala-
bria’ saman við italska
DJ’inum Alex Gaudino.
Hetta lagið lá ovast á danska
dance-hittlistanum
fyri
stuttum.
Atgongumerkjasølan
byrjar um miðan september,
og hvørt atgongumerki fer
væntandi at kosta uml. 350
kr.
Coolio til Føroya
Folsýra forðar
bróstkrabba
Leygarkvøldið
spæla Brandur og
Tróndur Enni í Stóra
Pakkhúsi í Vági
TÓNLEikur
Finnur Jensen
finnur@sosialurin.fo
Brandur Enni, sum fyrr í
summar hevði eina framúr
góða framførslu á Jóan-
søkufestivalinum,
fer
leygarkvøldið at spæla
saman
við
eldra
beiggjanum Tróndi í
Stóra Pakkhúsi í Vági.
Brandur Enni syngur og
spælir
gittar,
meðan
Tróndur spælir bass og
syngur kór.
Estlendska song
kvinnan Veronika
Portsmuth spældi
í gjárkvøldið í
Miðlahúsinum í
Vágsbotni saman
við Yggdrasil. Sunnu
dagin gongur leiðin
suður til Sands, har
hon og Kristian
Blak fara at spæla í
Listasavninum
TìÐiNDaskriv
27 ára gamla Veronika
er útbúgvin klassikur sang-
ari og orkesturleiðari úr
Estlandi. Veronika vitjar í
hesum døgum í Føroyum.
Hon hevur fingið eina
starvsløn fyri í fýra vikur
at
seta
seg
inn
í
tónleikaumhvørvið her og
at knýta enn fleiri mentan-
arbond millum Føroyar
og Estland.
Á konsertini í gjár
spældi Yggdrasil estisk
fólkaløg, løg, ið Veronika
hevur skivað á ferð síni í
Føroyum og sum hon
nevnir Faroese Songbook,
okkurt grønlendskt lag,
okkurt íslendskt lag og
eitt geronimo lag. Sam-
bært Kristiani Blak, so
verður nakað tað sama á
skránni á Sandi. Men
kanska eitt sindur meira
av
Veroniku
acapella.
Kristian Blak, ið man
hava spælt í nærum øllum
hølum í húsa tónleika-
tiltøkum í Føroyum, sigur,
at hann gleðir seg til at
sleppa at spæla í Lista-
savninum á Sandi, har
hann ongantíð hevur verið
inni áður.
- Vit skipaðu fyri onkr-
um
konsertum
har
í
sambandi við Summartón-
ar, og eg havi frætt at
akkustikkurin er sera góð-
ur í Listasavninum, sigur
Kristian. Konsertin verður
kl. 16 sunnudagin, og
atgongd kostar kr. 50
Veronika og Kristian
í Listasavninum á Sandi
Coolio gjørdi av álvara um seg í 90’unum við lagnum ‘Gangsta Paradise’, ið hittaði stórt kring heimin. So stórt var lagið, at okkara
egni Johan í Kollafirði umsetti tað hegnisliga til føroyskt við heitinum ‘Grønjakkar’, sum somuleiðis hittaði stórt her á landi
Enni og Enni í Vági