fríggjadagur 10. august 2007síða 9
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
tíðindi
Nr. 153 - 10. august 2007
30. juli andaðist
svenski
filmsleikstjórin
Ingmar Bergman
89 ára gamal. Men
hansara søgur enda
ikki her. Teimum er
langt síðani tryggjað
ævigt lív í stóra
filmsverkinum,
Bergman lat eftir seg
Mentan
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
Bert fáar tímar eftir at
svenski filmsleikstjórin,
Ingmar Bergman, var farin
morgunin 30. juli, undraði
tað ein ummælara stórliga,
at allar heimsins avísir ikki
longu høvdu skrálað frá
húsatekjunum “Bergman er
deyður!”
Vónbrotin mátti hann
staðfesta, at sjálvt Los
Angeles Times, stóra
avísin í filmshøvuð
staðnum, hevði valt at gera
peningaliga avlopið frá
“Simpsons Movie” til
høvuðssøgu hendan dagin.
Soleiðis var tað altíð.
Bergman upp ímóti
filmum sum reint
undirhald og
pengamaskinur. Eisini í
deyðanum.
Og tó.
Uttan iva minti deyði
Bergmans nettup okkum
øll á munin millum
lættisopp og møguleikan at
gerast klókari uppá okkum
sjálvi, lívið – og deyðan.
Tvíbýtta listasálin
Longu við filmunum hjá
Bergman frá fyrst í
fimtiárunum vóru tekin
um, at ein av teimum stóru
var á veg. Og við “Smul
tronstallet” frá 1957 náddi
Bergman sítt fyrsta
hæddarpunkt. Tað eru
filmsserfrøðingar, sum enn
tann dag í dag, meta
søguna hjá Bergman um
gamla læknan at teljast
millum 10 teir bestu
filmarnar í heiminum.
Í sjálvsævisøgu síni
Laterna Magica minnist
Bergman fimtiárini, sum
tíðina, tá fasta Bergman
liðið varð til. Ein fastur
hópur, sum skiftust um
filmar, sjónleikir og
kynssjúkur. Tey blivu gift
og skild so tað stóð eftir,
og ongin endi tóktist vera á
longu summarnáttunum og
listarligu skapanini,
sjónleikir um veturin,
filmar um summarið, sigur
Thomas Bredsdorff í grein
í Politiken.
Eftir hetta komu myrku
sekstiárini hjá Bergman,
har æviga skuldarkenslan
hjá prestasoninum varð
fest á film. Her eru
søgurnar sum oftast
staðstettar í einum
afturlatnum rúmi, á eini
oyggj, í eini kirkju ella í
einum hotellkamari í
einum fjarskotnum
fíggjundaligum heimi. Í
hesum klaustrofobisku
rúmum síggja vit brot av
familjum, avbyrgd frá
umheiminum, meðan tey
ganga hvørjum øðrum
uppá nervarnar.
Hendan filmsrøðin kom
í hæddina við filminum
“Persona”, ið, sum
undirheitið sigur, er ein
‘sonata fyri tvey’. Her
brúkti Bergman líkheitina
millum
sjónleikakvinnurnar Liv
Ullmann og Bibi Anderson
til at granska sína egnu
tvíbýttu listasál.
Í filminum, “Fanny og
Alexander” frá 1981, sum
Bergman sjálvur segði
skuldi vera hansara síðsti,
savnar hann allar tráðirnar.
Her eru prestatankar og
kátur erotikkur, ævintýr og
realisma, humor og
sjónleikur á høgum støði.
Uppgerð
Fyri nógv stóð “Fanny og
Alexander” sum ein
virðiligur og lukkuligur
endi á eini fyribils 40 ára
yrkisleið. Fyri Bergman
sjálvan vóru hesi árini tó
nógv merkt at hansara
beisku uppgerð við
móðurlandið.
Tað var ongin loyna, at
Bergman var munandi betri
umtóktur uttanlands, enn í
Svøríki. Hartil kom, at
svensku skattamyndu
leikarnir í áravís høvdu
ákært hann fyri skattasvik.
Endin var, at politiið kom
eftr honum ein dagin í
1976, beint sum hann var í
ferð við at venja leikarar á
Dramaten í Stockholm.
Uppgerðin við
heimlandið endaði við, at
Bergman fór í útlegd í
Munchen. Ógvusligu
hendingarnar førdu eisini
til, at hannendaði á
sinnisjúkrahúsi, har hann
líka skrivaði eitt films
handrit, nú hann allíkavæl
hevði frið. Soleiðis var
Bergman, sambært
teimum, ið kendu hann.
Uttan mun til, hvussu hart
leikaði á rundan um hann,
so arbeiddi hann altíð.
Eisini til tað allarsíðsta, tá
hann neyvan kundi standa
ella ganga longur.
Tá ræður um æviga
lívið, hevði Bergman
skiftandi fatanir gjøgnum
sína lívsævi. Onkuntíð helt
hann, at tankin um æviga
lívið var nakað tvætl.
Aðrar tíðir var hann
sannførdur um, at hann fór
at koma afturíaftur og sam
einast við sína elskaðu
konu. Bert tí seinastu,
mugu vit vóna fyri hann, tí
annars verður nakað trongt,
sum ummælarin Thomas
Bredsdorff á Politiken
tekur til. Bergmann var
nevniliga giftur fimm
ferðir.
Tann trupulleikan nýtast
vit onnur ikki at taka
okkum av, heldur
Bredsdorff fram:
Vit vita, hvar Ingmar
Bergman er tryggjaður
ævigt lív: í livandi
myndunum.
Kelda: Thomas Bredsdorff,
“Den ensomme kollektivist”,
Bergman farin
Sosialurin og Politiken í samstarv
Sosialurin og Miðlahúsið hava í eina tíð havt tætt
samstarv við donsku miðlafyritøkuna Politikens
Hus. Hetta samstarv verður nú eisini víðkað til at
fevna um tilfar, myndir og tekningar í Politiken.
Tekningina til dagsins grein um Ingmar Bergman
hevur AnneMarie Steen Pedersen gjørt.
Ogn til sølu
Vegna eitt av viðskiftafólkum okkara selja vit
húsini á matr. nr. 113 a á Argjum.
Talan er um hús, sum eru bygd
seinast í 1900-talinum.
Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til
Jógvan E. Winther Poulsen, adv. , jewp@jura.fo,
ella til Gunhild Absalonsen, skrivara, gua@jura.fo
Ingmar var ein persónur í mínum lívi,
sum eg altíð kundi ringja til, tá hart
leikaði á ella okkurt hendi, sum eg ikki
kundi tosa við onnur um. At hann ikki er
her longur letur eftir eitt stórt, tómt hol
innaní mær
(Bille August, filmsleikstjóri)
”
Eg bleiv sera keddur, tá eg hoyrdi, at
Ingmar var farin. Hann var ein vinur og
uttan iva besti filmsleikstjóri á míni ævi
(Woody Allen, filmsleikstjóri)
”
Eg eri errin av at siga, at Bergman
fór við mær, júst á sama hátt sum við
sínum børnum – hann var fullkomiliga
líkaglaður
(Lars von Trier, filmsleikstjóri)
”
Boðini um deyða Bergmans koma í eini
tíð, tá filmar verða virðismettir meir
sum undirhald, enn sum list. Gævi tað
vóru fleiri filmskaparar við hansara
ambitiónsstøði
(Nick James, ritstjóri á Sight and Sound)
”