Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-08-10, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 10. august 2007síða 8

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 153 - 10. august 2007 tíðindi - Eg havi allatíðina sagt, at eg virði sam- gongu­skjalið, og eg vil heldu­r koma við boðu­m u­ppá, hvat kann gerast, enn hvat ikki kann gerast, sigu­r Magni Laksáfoss, ið ikki skilir, at samgon- gu­limir hava verið so bonskir í orðu­m. Hann minnir á, at at tað er týdningarmik- lari at tosa u­m tann u­pphitaða búskapin enn at løgtingsval nær- kast POLITIKKUR Theodor E. D. Olsen theodor@sosialurin.fo Myndir: Jens Kr. Vang Eftir at Magni Laksáfoss, landsstýrismaður í fíggj­ar­ málum, læt prenta eina kronikk í Sosialinum, ið set­ ti spurnartekn við tað at samantvinna samhaldsfasta við skattalætta, umframt at koma við konkretum upp­ skotum til, hvussu føroyski bú­skapurin kann tálmast, hevur hetta elvt til hvassar viðmerkingar frá m.ø. sam­ gongufeløgum. Eitt nú­ segði Kristian Magnussen ú­r Javnaðar­ flokkinum í Sosialinum í gj­ár, at um Magna Laksáfoss ikki dámdi luktin í bakarín­ um, átti fíggj­armálaráðharr­ in at funnið sær annað arbeiði. Anfinn Kallsberg ú­r Fólkaflokkinum segði seg sakna politiskt medvit hj­á Magna Laksáfoss og helt, at landsstýrismaðurin átti at hugsað um tálma á rakstar­ síðuni heldur enn á íløgusíð­ uni. Í blaðnum í dag skrivar fólkafloksmaðurin Óli Breckmann m.a., at »síðan Magni Laksáfoss kom í FMR, hevur hann niðurgj­ørt arbeiðið, sum Bárður Niel­ sen røkti so væl vegna sín flokk og samgongu«. Drýggja íløgurnar Magni Laksáfoss stendur tó við tað hann hevur sagt, nevniliga at tann føroyski bú­skapurin er upphitaður og skal tálmast. ­ Tíðin er komin, at vit taka støðu til tann bú­skapar­ liga veruleikan, sigur hann. Til viðmerkingarnar hj­á Anfinni Kallsberg um, at vit heldur áttu at tálmað rak­ starú­treiðslunum, sigur landsstýrismaðurin, at í øðr­ um londum og sambært bú­skaparligum ástøði er vanligt at drýggj­a ella fram­ skunda íløgurnar alt eftir tørvi ella at regulera hetta gj­ørgnum inntøkusíðuna, t. d. skatt. ­ Men samgongan hevur avgj­ørt at gera hetta gj­øgn­ um fíggj­arlógina, og hetta haldi eg meg til, sigur Mag­ ni Laksáfoss. Hann vísir á, at aðrastaðni er vanligt at vera varin við skattaviðurskiftum. M.a. hevur stj­órnin í Danmark leingi havt ein sokallaðan skattasteðg ella »skattestop« heldur enn at geva skattalæt­ tar, hóast tað gongur væl bú­skaparliga Lítla samgonga og landsstýrið eru kunnað Magni Laksáfoss undrast á, at tað serliga eru hansara orðingar um skatt, sum hava elvt til orðadrátt. ­ Hetta hevur verið til við­ gerðar í landsstýrinum og í lítlu samgongu, sigur Mag­ ni Laksáfoss. Hann sigur, at bæði Jørgen Niclasen og Kristian Magnussen eiga sess í lítlu samgongu, og tí vita hvat gongur fyri seg, og at onkur fólkafloksmaður eisini hevur heitt á hann um at viðgera skattaviðurskifti. ­ Eg havi allatíðina sagt, at eg virði samgonguskj­alið, sigur Magni Laksáfoss, ið ikki skilir, at samgongulimir hava verið so bonskir í orð­ um. ­ Men nú­ er tíð uppá, at koma við onkrum konstruk­ tivum. ­ Tað er ov nógv fokus uppá, hvat ikki ber til, enn hvat ber til. ­ Eg vil heldur koma við boðum uppá, hvat kann ger­ ast, enn hvat ikki kann ger­ ast, sigur fíggj­armálaráð­ harrin, ið eftirlýsir uppbygg­ j­andi orðaskifti um føroyska bú­skapin. Heldur tosa um búskap enn val Landsstýrismaðurin er ikki samdur við Óla Breckmann, sum í sínum lesarabrævi vil vera við, at føroyski bú­skap­ urin stýrir sær sj­álvum. ­ Tað er ikki rætt, og tað hava vit sæð áður, sigur Magni Laksáfoss um før­ oyska bú­skapin. Tað er týðiligt, at lands­ stýrismaðurin heldur vil tosa um økonomi enn um orðadrátt um seg sj­álvan. Men spurdur, hvat hann sig­ ur um ú­tsagnirnar um, at honum tørvar politiskt med­ vit og er meira bú­skapar­ frøðingur enn politikari, sig­ ur fíggj­armálaráðharrin: ­ Hatta eru teirra ú­tsagnir. Tað er møguligt at tað eru ov fáar hugsanir um bú­skap í føroyskum politikki. ­ Men tað er neyðugt at koma við uppskotum. Hitt er ókonstruktivt, sigur Mag­ ni Laksáfoss, sum ikki hev­ ur hug at gera stórvegis við­ merkingar til ú­tsagnirnar hj­á t.d. Kristiani Magnussen um, at hann skal finna sær annað starv, um honum ikki dámar luktin í bakarínum. ­ Eg havi fingið heimild til at tálma bú­skapinum gj­øgnum fíggj­arlógina, og tað geri eg. Spurdur, um tað kennist, sum tað ofta heldur verður farið eftir manninum enn bóltinum, nú­ tað stundar til val, sigur Magni Laksá­ foss: ­ Vit eiga at leggj­a til síð­ is, at tað er val, og heldur tosa um at tálma bú­skapin­ um. ­ Bú­skapurin veit ikki av, at tað er valár. Nú­ er sanni­ liga tíð uppá koma við kon­ struktivum uppskotum, sig­ ur landsstýrismaðurin. Kaj Leo Johannesen, formaðu­r í Sambands- flokkinu­m, stu­ðlar Magna Laksáfoss, hó­ast ágangu­rin í løt- u­ni er harðu­r. Í kjakinu­m verðu­r ov ofta lagt eftir per- só­ninu­m, heldu­r sam- bandsformaðu­rin POLITIKKUR Theodor E. D. Olsen theodor@sosialurin.fo Myndir: Jens Kr. Vang Eftir at Magni Laksáfoss tók við sum landsstýrismað­ ur hevur verið kj­akast dú­gli­ ga um hansara sj­ónarmið um m.a. sj­ómannafrádrátt, kommunala ú­tj­avningar­ skipan og tunnil til Sand­ oynna. M.a. hevur Jóannes Eides­ gaard, løgmaður, sagt, at nú­ skuldi bú­skaparfrøðingurin Magni Laksáfoss læra seg at vera politikari og ikki fak­ maður. ­ Hasi orðini vóru betur ósøgd, sigur Kaj­ Leo Johannesen, formaður í Sambandsflokkinum um ú­tsagnirnar hj­á løgmanni. Kaj­ Leo Johannesen stuð­ lar sum formaður sínum landsstýrismanni, hóast ágangurin í løtuni er harður. Hann er samdur við lands­ týrismanninum í, at sosialir skeivleikar skulu rættast Tá blaðmaðurin loyvir sær at brú­ka ein metafor ú­r fótbóltsheiminum, um for­ maðurin metir, at tað oftari verður farið eftir manninum enn bóltinum, er Kaj­ Leo Johannesen kvikur at sva­ ra: ­ Absolutt! Kal Leo Johannesen er tó skj­ótur at leggj­a afturat, at Magni Laksáfoss eftir han­ sara tykki hevur skapt eitt áhugavert kj­ak. ­ Tað er eisini ein ávísur nervøsitetur áðrenn val. ­ Men vit kunnu spyrj­a, hvat er sakligheit, og hvat eru politiskar manifestatión­ ir áðrenn val, sigur samba­ ndsformaðurin og sipar til ákoyringarnar móti fíggj­ar­ málaráðharranum. ­ Ein landsstýrismaður hevur loyvi til at siga sína meining, men ein lands­ stýrismaður er ikki einsa­ mallur, sigur Kaj­ Leo Johan­ nesen og sipar til, at hóast Magni Laksáfoss skal slep­ pa at siga sína hugsan, so førir hann ikki politikkin einsamallur. ­ Men betur er bøtandi hond enn spillandi tunga. ­ Magni er heldur ikki tann fyrsti landsstýrismað­ urin, sum sigur sína mein­ ing, sigur Kaj­ Leo Johanne­ sen. Breckmann skal ikki læra Sambandið Kal Leo Johannsen sigur, at tað er neyðugt sum er at tál­ ma, og tí er rætt at av lands­ stýrismanninum í fígg­j­ar­ málum at koma við sig­nal­ um. ­ Tað er okkara ábyrgd at syrgj­a fyri, at bú­skapurin ikki eksploderar. Spurdur, hvat hann sigur um lesarabræviå frá Óla Breckmann, sum m.a. sigur at »neyðugt er, at løgmaður (og Kaj­ Leo Johannesen) fáa Laksáfoss at halda tátt, áðrenn hann skaðar samgon­ guna«, sigur formaður Sam­ bandsfloksins: ­ Um Óli Breckmann kann taka sær av Fólkaflok­ kinum, so skal eg taka mær av Fólkaflokkinum. Kaj­ Leo Johannesen er tó ikki stú­rin fyri samgongu­ starvinum, hóast tað eftir øllum at døma brýtur í bæði borð, og bæði j­avnaðar­ og fólkafloksmenn harta Mag­ na Laksáfoss. ­ Tað hevur gingið fyri­ myndarliga væl í hesi sam­ gonguni. Eg eri væl nøgdur, sigur Kaj­ Leo Johanesen. Laksáfoss: Búskapurin veit ikki at tað er valár Laksáfoss skapt áhugavert kjak Løgmaðu­r vil ikki siga sína hu­gsan u­m u­ppskotini hjá Laksáfoss POLITIKKUR Theodor E. D. Olsen theodor@sosialurin.fo Sosialurin ætlaði eisini at fáa eina viðmerking frá Jóannesi Eidesgaard, løgma­ nni, til kronikkina hj­á Laks­ áfoss, sum stóð í Sosialinum mikudagin. Hetta varð tó av ongum tí løgmaður sigur seg onga viðmerking hava til kronikkina. Sambært Magna Laksáfoss kann búskapurin tálmast í trimum sektorum: Í privata sektorinum verður skotið upp at minka sjómannafrádráttin. Í kommunala sektorinum verður skotið upp at m.a. gera eina kommunala útjavningarskipan Í landskassasektorinum verður skotið upp at raðfesta, m.a. við at útseta Sandoyartunnilin. FAKTA Hóast m.o. Kristian Magnussen hevur róð fram­ und­­ir, at Magni Laksáfoss skal finna sær annað arbeiði, og Óli Breckmann sigur tað vera neyðugt, at land­­sstýrismaðurin held­­ur tátt, fær Magni Lkasáfoss stuðul frá sínum formanni, Kaj Leo Johannesen. Løg­ maður vil einki siga við Sosialin um uppskotini hjá Laksáfoss um at tálma upp­ hitaða búskapinum Løgmaður onga við­ merking um Laksáfoss