fríggjadagur 10. august 2007síða 7
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
tíðindi
Nr. 153 - 10. august 2007
Petur Nolsøe,
umboðsmaður, er
gamal í garði, tá tað
kemur til at innflyta
vørur av ymsum
slag til Føroya. Hann
hevur til dømis fyrr
innflutt lunda úr
Íslandi, men ES krøv
forða nú fyri hesum,
tí fuglurin skal á
góðkent virki
InnflutnIngur
Dagfinn Olsen
dagfinn@sosialurin.fo
Petur Nolsøe hevur í mong
ár innflutt vørur av alskyns
slagi til Føroya. At innflyta
lunda úr Íslandi er ikki nýtt
í fjøltáttaðu vøruskránni
hjá honum.
Vit hitta Petur Nolsøe í
hugnaligu
húsnunum
á
Ternuryggi í Havn, har
hann eisini hýsir alskyns
dýrum og fuglum, og har
hann greiðir frá nýggja
trupulleikanum, sum hann
metir vera heldur skemti
ligan.
Rekast inn
Petur Nolsøe dugir væl at
síggja tað skemtiliga í
gongdini.
Eg havi í mong ár inn
flutt
lunda
til
Føroya.
Lundin hvarv í Føroyum
meira ella minni í árunum
1988 til 90, tá ódnirnar
herjaðu. Tá vendu matstovu
eigarar sær til mín, um tað
ikki bar til at innflyta lunda,
greiðir Petur Nolsøe frá.
Hann
innfluttu
síðani
lunda úr Íslandi.
Tað hevur ongantíð ver
ið ein trupulleiki, men so
kom pappírsveldið uppí.
Nú boðar Heilsufrøðiliga
Starvsstovan frá, at fuglurin
skal fyrst á góðkent slátur
virki. Eg má spyrja; skal
villur fuglur nú rekast inn á
sláturvirki, ella hvat?, spyr
Petur Nolsøe, og dylir ikki,
at hann metir hetta vera
bæði langt úti og sera
skemtiligt.
Eg havi fingið at vita, at
eg kann søkja um loyvi,
men tað tekur óivað langa
tíð, og so er tíðin farin frá
hesum, sigur Petur Nolsøe,
sum hevur slept ordranum
uppá
6000
lundar
úr
Íslandi.
Hetta snýr seg um nógvan
pening, tí prísurin er góður.
Alt heldur uppat
Um alt skal ganga eftir
ESreglum, so heldur alt
uppat. Alt kann ikki spæla
eftir klaverinum hjá ES, sig
ur Petur Nolsøe, sum vísir
á, at íslendingar eisini eru
givnir at útflyta egg, tí ES
eisini
her
hevur
ásett
reglur.
Sjálvur innflutti Petur
Nolsøe íslendsk egg til
Føroya í fleiri ár.
Skulu fylgja
ES reglum
Óluva Niclasen frá matvøru
deildini á Heilsufrøðiligu
Starvsstovuni sigur, at øll
vøra úr Íslandi skal ígjøgn
um eftrilit á Heilsufrøðiligu
Starvsstovuni.
Øll vøra skal kannast og
skal vera handfarin á rættan
hátt reinførisliga á ES góð
kendum virki ella vera frá
góðkendum veitara, sigur
Óluva Niclasen.
Fuglur. Tað er jú veiða,
og handfaringin skal vera
frá góðkendum veitara. All
ar animalskar vørur úr
Íslandi
skulu
ígjøgnum
marknaeftirlitsstøðina
á
Heilsufrøðiligu Starvsstov
uni, sigur Óluva Niclasen.
Orsøkin
Júst hví vit koma undir Es
reglur, er ein fløktur spurn
ingur at greiða.
Vit eru umvegis ein
partur av ES. Vit hava t.d.
loyvi at útflyta fisk til ES,
men ikki djóravørur, Vit
skulu eisini ansa eftir, at
vit fylgja ES reglum, so
sjúkur og annað slíkt ikki
kemur inn í ES, sigur Óluva
Niclasen.
Sostatt er tað t.d. vandin
fyri, at vøra, sum kemur til
Føroya, fer víðari til ES
lond, ið ger okkum til óbein
leiðis part av ES reglunum,
sigur Óluva Niclasen.
– Skal villur fuglur rekast
inn á sláturvirki?
Nú boðar Heilsufrøðiliga Starvsstovan frá, at fuglurin skal fyrst á góðkent sláturvirki. Eg má spyrja; skal villur fuglur nú rekast inn á sláturvirki, ella hvat?, spyr
Petur Nolsøe, og dylir ikki, at hann metir hetta vera bæði langt úti og sera skemtiligt
(Mynd: Dagfinn Olsen)
Brandur og Trondur í Stóra
Pakkhúsi leygarkvøldið
Leygarkvøldið er aftur livandi tónleikur á skránni í Stóra Pakkhúsi.
Brøðirnir Brandur og Tróndur Enni koma at spæla í Stóra Pakkhúsi.
Brandur Enni hevði fyrr í summar eina framúr góða framførslu á
Jóansøkufestivalinum, har Tróndur eisini sang og spældi bass. Brandur og
Tróndur hava fyrr verið á skránni í Stóra Pakkhúsi og hevur verið talan
um framúr góð tónleikakvøld. Húsið er opið frá kl. 22.00 04.00.