Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-08-10, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 10. august 2007síða 6

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 tíðindi Nr. 153 - 10. august 2007 Fyrsta framleidda fótbóltssendingin hjá Fótbóltssamband­ inum verður send á Rás 1 í kvøld kl. 18.30 Nýggj fótbóltsseNdiNg Finnur Jensen finnur@sosialurin.fo Nú er komið so væl áleiðis við fyrireikingunum av nýggju fótbóltsrásini hjá FSF, at fyrsta sendingin fer í luftina á Rás 1 hjá Tele­ varpinum klokkan 18.30 í kvøld. Í fyrsta umfari verð­ ur talan um tvær sendingar um vikuna – fríggjakvøld og mánakvøld. Sendingarn­ ar verða ikki sendar bein­ leiðis, og ætlanin er ei hel­ dur at senda frá dystum.Tó kann koma fyri, at onkur dystur verður vístur bein­ leiðis, m. a. steypafinalan mikukvøldið. Uni Arge vertur Í fríggjakvøldssendingini verður í høvuðsheitum lagt upp til eina upptakt við samrøðum við leikarar og venjarar. Eisini verður kjak millum serkønar gestir, ið hava orðaskifti um ávís við­ urskifti í lands­ og steypa­ kappingini. Onnur evni, ið verða nevnd, eru landsliðini og dómara­ og venjaravið­ urskiftini. Mánakvøldið verður tikið samanum fót­ bóltin, ið var, umframt kjak. Fyribils verður Uni Arge vertur í sendingunum, ið verða upptiknar á stovu­ hæddini hjá FSF­húsinum við Tórsvøll. Alternativt tilfar Í tíðindaskrivi verður stað­ fest, at Fótbóltssambandið ikki ætlar at kappast við ver­ andi fjølmiðlar um fótbólt­ in. Ístaðin verður strembað eftir at viðgera tað, sum fjøl­ miðlarnir ikki taka upp. Sostatt hevur óvanliga stig­ ið hjá Fótbóltssambandin­ um einki beinleiðis at gera við ónøgdsemi mótvegis Kringvarpinum. Og alt bendir tískil á, at sáttmálin millum ÍSF og Kringvarpið um rættindi at senda og siga frá fótbóltsdystum verður undirskrivaður í næstum. Í skrivinum verður eisini staðfest, at fyrsta árið er at rokna sum royndarár. Sum skilst, hevur Rás 2 veitt tekniska útgerðina. FSF byrjar at senda í kvøld Tá fyrsta sendingin hjá Fótbóltssambandinum fer í luftina í kvøld, verður tað ikki Ísak Mikladal, aðalskrivari ella Magnus á Stongum, FSF- nevndarlimur, men Uni Arge, ið verður vertur í nýggja FSF- studionum við Tórsvøll Mynd: Jens Kristian