Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-08-10, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 10. august 2007síða 13

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 153 - 10. august 2007 13 viðmerkingar Síðan Magni Laksáfoss kom í FMR, hevur hann niðurgjørt arbeiðið, sum Bárður Nielsen røkti so væl vegna sín flokk og samgongu. Laksáfoss hevur óbiðin kleyrað inn á málsøki hjá Vestergaard (um kommunu­ skatt), hjá Djurholm (um Sandoyartunnil), hjá Kalsø (um sjómannaskatt og tilfeingisrentu), hjá Strøm (um almannamál) og hjá løgmanni (um skerdan blokk). Nú roynir hann aftur at bróta samgonguskjalið við í sjálvdrátti at pilka við skattastigan hjá Bárði Nielsen og samgonguni, sum føroyingar m.a. kunnu takka fyri tann vøkstur og vælstand, sum eru. Lat eitt standa greitt: Skattapolitiskt skal Laksá­ foss sleppa at seta í verk eina hugsan, sum var um­ rødd í landsstýrinum, áðrenn hann kom. Hon snýr seg um at endurgjalda lágløntum fólki tað, tey gjalda inn í AMEG. Tað kemur ikki upp á tal at hækka toppskattin. Skattastigin hjá samgong­ uni eggjar nú – og enn meir næsta ár – tímaløntum arbeiðsfólki og handverk­ arum at virka og tjena meir, uttan at teirra yvirtíð verður brandskattað sum fyrr. Tað gagnar landskassa­ num nú og sum frá líður. (M.a. tí fingu vit 3­ára lønarsáttmálar). Búskapurin kólnar nokk, um rentan ella oljan hækk­ ar, um fiska­ ella húsaprís­ irnir falla, um bankarnir stramma likviditetin, ella tá tað lotar ímóti úti í stóru verð. Lat fólk fáa frið at arbeiða, tjena, spara saman og sjálv at klára sínar fíggjarskyldur. Lat vera at skerja teirra fíggjarorku við skattligum inntrivum. Konjunkturar sveiggja altíð og regulera seg sjálv­ ar. Teir eru ofta sykologiskt treytaðir. Okkum tørvar ikki, at ein nýkomin lands­ stýrismaður sum tarvur í glashúsi snakkar og vasar ein stíg í búskapin. Vil hann vísa sín dug, kann hann royna at halda játtanum til rakstur á komandi fíggjarlóg niðri. Tað krevur sín mann, og tað fær hann hjálp til frá samgonguni. Neyðugt er, at løgmaður (og Kaj Leo Johannesen) fáa Laksáfoss at halda tátt, áðrenn hann skaðar samgonguna. Laksáfoss sum tarvur í glashúsi Óli Breckmann frágreiðingar og fráboðanir til Løgmansskrivstovuna innan teirra arbeiðsøki, tó soleiðis, at leiðarin á donsku sendistovuni verður hildin kunnaður um virk­ semi teirra. Leiðarin á donsku sendi­ stovuni kann tryggja, at áhugamálini hjá Kongsríki Danmarks ikki verða skúgvað til viks. Í hesum kutum hevur hann tikið sjálvan grund­ substansin fram í avtaluni. Og tað fær valla verið rætt­ ari endurgivið. Greinin hevur annars eina politiska løðing, og eftir at hann hevur lagt omanfyrinevnda sum botn í lesarabrævið, í Dimmalætting, ger hann sær nakrar hugsanir um hesi viðurskifti, og ongin sum kennir Jóannes Eliasen og hansara politi­ ska observans gerst kløkkur av, at hann við hond og fót verjir tey føroysku tjóðskaparpoli­ tisku sjónarmiðini. Og táið hann skrivar um skelting, flagging o.s.fr., so er tað ikki tikið úr leysum lofti heldur. Tað stendur jú orðarætt í notu 2 til grein 2 stk. 3: ”Denne bestemm­ else tilsigter at give Uden­ rigsministeriet mulighed for at imødekomme et færøsk ønske om udstation­ ering af medarbejdere såfremt det af bl.a. plads­ mæssige grunde ikke kan lade sig gøre på hensigts­ mæssig måde i det eksis­ terende kancelli. En forud­ sætning herfor er imidler­ tid at der kan findes en økonomisk og praktisk forsvarlig løsning, samt at lokalerne ud fra sikkerheds­ mæssige og andre hensyn er anvendelige som kan­ celli. Det forudsættes at lokalerne i enhver hen­ seende fremtræder som en del af Kongeriget Dan­ marks repræsentation, også med hensyn til skiltning, flagning, m.m.” Ongin, sum lesur hetta, kann fáa aðra fatan burtur­ úr, enn at danska uttanríkis­ tænastan hevur flýggjað føroyingum ein møguleika fyri at senda starvsfólk til danskar sendistovur í fremmandum londum. Sum í at kalla øllum lutum, yvirtikin mál tó partvíst undantikin, virka ájavnt og undir somu treytum sum donsku starvsfelagar teirra. Og yvirræðið er danski ambassadørurin í hvørjum einstøkum føri. Tað lýsir út úr avtaluni. Hendan fatanin verður bara styrkt uppaftur meira, táið tað í uttanríkis­ politisku heimildarlógini verður staðfest, at eittans tjóð er í Danmarkar Kongsríki, tann danska. Tað gingu bara fáir dagar, eftir at greinin var publiserað í Dimmu, so tók gamli skipasmiðjustjórin og fyrrverandi íslendski konsulin í Føroyum, Poul Mohr, blaðið frá munni­ num. Hann setir fram tveir spurnignar til núverandi og fyrrverandi løgmann, Jóannes Eidesgaard og Anfinn Kallsberg. Teir eru stuttir og greiðir. Hevur Jóannes Eliasen skilt og endurgivið rætt úr hesum skjali, ella hevur hann púra misskilt alt tað, sum hann endurgevur? Tað hevur eisini áhuga at fáa at vita, hvar og hvussu útreiðslurnar til okkara umboðan í Brússel, London og Reykjavík – lønir, skrivstovuhald o.a. – verða goldnar. Tað gekst illani hjá Poul at fáa nakran av politisku oddvitunum á tal. Tvær vikur seinri royndi hann aftur í lesarabrævi at vekja teir báðar Jóannes og Anfinn upp til dáð. Løg­ maður hirdi eftir øllum at døma ikki at svara honum, ímeðan fyrrverandi for­ maður Fólkafloksins og løgmaður frá 98­04, Anfinn Kallsberg, ger eina roynd at svara í vestur meðan Poul spyr í eystur. Tað einasta Poul spyr, er um Jóannes Eliasen hevur skilt og endurgivið rætt úr ”Administrativ Samarbejds­ aftale” frá 29. mars 2005. Hesum spurningi megnar ella vil Anfinn Kallsberg sjálvandi ikki svara. Hóast hann veit betur. Jóannes Eliasen hevur bara siterað slaviskt úr felagslýsingini. Eliasen hevur ikki grett orðið um tey fíggjarligu viðurskiftini í uppruna­ greinini, tann parturin er íkomin av eini hampuligari áheitan frá Poul Mohr, um at fáa tað høpið útgreinað eisini. Jóannes Eliasen ger eina tulking av sendistovumáli­ num sum vanligur borgari í Føroyum. Hann markerar ikki í greinini hvørt hann umboðar nakran annan enn seg sjálvan. Tað heldur tó ikki danska riddaranum Anfinni Kallsberg frá, óforskammað, at leggja eftir honum í Dimma­ lætting hóskvøldið 9. august 2007, í viðtali við Torkil V. Rasmussen, blað­ mann, har hann sigur, at tað sum hann (Eliasen) hevur ført fram, er tað vanliga tjóðveldismøsnið um at tulka danskar lógir, sum eisini eru galdandi í Føroyum, og harvið skapa konfrontatiónir landanna millum. Síðani sigur hann at sendistovurnar í Brússel, London og Reykjavík eru merktar við føroyska spjaldrinum og Merkið veitrar uttanfyri. Til endans leggur hann dýran við, at hesin praksis, sum nú er uppstaðin, er tryggjaður í Fámjinssáttmálanum. Trupulleikin hjá øllum sum tíma at lesa hendan sátt­ mála er bara, at hann staðfestir beint tað øvuta av tí sum Anfinn Kallsberg nú sigur hann at gera. Um tey fíggjarligu viðurskiftini sigur hann heilt til endans, at allir sendimenn og sendifull­ trúar eru settir av Føroya Landsstýri, og løn teirra og aðrar útreiðslur verða gold­ nar av føroyska skattgjald­ aranum yvir føroysku fíggjarlógina. Arbeiðsgev­ arin hjá sendiharranum er uttanlandsdeildin í Tinga­ nesi, har Føroya løgmaður hevur politisku avgerðina og ábyrgdina, slær Kalls­ berg fast. At útreiðslurnar verða goldnar úr føroyska landskassanum vita øll, spurningurin er heldur hvussu verður avroknað við danska uttanríkisráðið í hesum diplomatiska maskinaríi, sum nú er farið at ganga heitari enn áður. Ríkisumboðsmaðurin er umboð danska statsins í Føroyum. Harvið umboðið fyri ta stjórn, sum til eina og hvørja tíð situr við valdi­ num í Danmørk. Hann hevur ikki atkvøðurætt men harafturímóti møti­ og talurætt á Føroya Løgtingi. Hann umboðar annan partin, sum hevur undir­ skrivað Famjinsskjalið og fylgiskjølini, tí verður hesin spurningur settur fram, fyri at fáa greiði á hvussu hann og tey sum hann umboðar í Føroyum, skilja spurningarnar, sum eru komnir upp í kjalar­ slóðini á orðaskiftinum, eftir at leirvíkingurin Jóannes Eliasen dittaði sær at hava eina meining um føroysku sendistovuviður­ skiftini í fremmandum londum, og hvussu tey hanga saman við sendi­ stovupolitikkinum hjá danska statinum og uttan­ ríkisráðnum danska annars, við støði í Fámjins­ skjalinum. Framhald av síðu 12 Bilførari Bakaríið Grón Hoyvíksvegur 65 Tlf. 23 62 14 / 31 21 61 Postboks 1048 110 Tórshavn Søkt verður eftir bilførara at byrja skjótast gjørligt. Nærri upplýsingar fáast við at ringja, ella støkka inn á gólvið og spyrja eftir Bent. Fólk søkist Bakaríið Grón Hoyvíksvegur 65 Tlf. 31 21 61 Postboks 1048 110 Tórshavn Søkt verður eftir fólki til skundverðadeildina at byrja skjótast gjørligt. Starvið er tíðaravmarkað til 31/3-08, og arbeiðstíðirnar eru mánadag til fríggjadag frá kl. 8:00 til kl. 12:00. Nærri upplýsingar fáast við at ringja ella støkka inn á gólvið og spyrja eftir Heidi. Krambafólk Bakaríið Grón Hoyvíksvegur 65 Tlf. 21 00 97 / 31 21 61 Postboks 1048 110 Tórshavn Til handilin við Hoyvíksvegin verður søkt eftir tveimum fyrikomandi og røskum krambafólkum Annað starvið er fast starv ca. ½ tíð við skiftandi vaktum. Hitt starvið er tíðaravmarkað til 31/3-08, og arbeiðstíðirnar eru mánadag til fríggjadag frá kl. 12:00 til kl. 16:00. Nærri upplýsingar fáast við at ringja ella støkka inn á gólvið og spyrja eftir Hannu.