Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-08-10, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 10. august 2007síða 14

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 153 - 10. august 2007 Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. nøvn SAMBAND MAgNuS guNNArSSoN MAggi@SoSiAluriN.fo tlf 341800 fAx 341801 Mánadagin 13. august verður pápi okkara 70 ár. Pápi er triðja barni av fýra hjá Elias Martin og Emilju Tvørfoss, sum bæði vóru úr Gøtu og hann er eisini gøtumaður um ein háls. Ólfríða, sum er búsett á Strondum er elst, Absalon, sum doyði fyri hálvum øðrum ári síðani var næstelst og Petra, sum er búsett í Danmark, er yngst. Foreldrini vóru bæði serliga blíð og húsini hann kemur úr, vóru væl umtókt og væl vitja so leingi tey bæði livdu. Tað eru nógv, sum kenna til blíðskapin hjá teimum og tað er eisini nakað børnini hava arvað. Hann hevur arvað tað úteftirvenda sinnalagið, sum bæði mamma og pápi hansara høvdu og hann hevur tískil ikki trupulleikar við at koma í prát við bæði kend og ókend. Pápi bleiv giftur við mammu, sum kemur úr Søldarfirði, fyri 43 árum síðani og tey bæði hava megnað at bygt eitt heim, sum hevur verið trygt, har bæði kærleiki og gudsótti hava fylt nógv. Pápi hevur verið sjómaður stóran part av lívinum og tað fyllir eisini nógv í prátinum hjá honum. Hann hev­ ur m.a. verið økisumboðsmaður hjá Fiskimannafelagnum í Gøtu í nógv ár. Hann hevur siglt við ymiskum skipum bæði úr Gøtu og aðrastaðni og hevur eisini roynt at fiska við týskarum, tá teir høvdu tørv á at læra at fiska uppá føroyskan máta. Flestu árini vit minn­ ast sigldi hann við skipum úr Gøtu, Geyta Reyða og serliga Jupiter, sum varð seinasta skipið hann sigldi við. Sum so nógv onnur á okkara aldri hev­ ur tað verið ein partur av okkara upp­ vøkstri, at pápin var burtur ein stóran part av árinum og mamma tí kom at verða høvuðsuppdragarin. Tað hevði tó sínar fyrimunir, at hann ikki altíð var heima, tí tá hann so var har hevði hann góða tíð til okkara og so fingu vit gjørt ymiskt saman. Tað spenti frá at gera okkurt við hús ella í nærumhvørvinum, sum t.d. at fiska og fara fjalltúrar, til at fara túrar til aðrar oyggjar. Við vandanum fyri at ljóða sum undanfarin ættarlið, so var tað ikki so vanligt tá at fara uttanlands, so tað vóru vit ongantíð saman, fyrr enn børnini hjá honum fluttu uttanlands. Hartil skal eisini sigast, at hugurin hjá pápa okkara at fara aðrastaðni enn runt her á oyggjunum, ikki er vaksin við aldrinum. Kærleikin til Føroyar er heldur vaksin við árunum, og tað er ikki góður siður at siga nakað ringt um Føroyar við hann. Annars er um pápa at siga, at hann er verkamaður burturav og hevur ringt við ikki at fáast við okkurt. Tað hevur sermerkt hann, at hann hevur eitt serligt áræði, sum ger, at hann ikki fírir fyri at fara í gongd við ymiskt, sum hann ikki hevur fingist við áðrenn; tað er stutt frá tanka til handling og tað er eisini komi okkum væl við til tíðir. Frá 50 ára aldri fram til pensiónsaldur hevur hann arbeitt á landi, tey síðstu nógvu árini sum áleggjari av gólvum o.a., sum hevur við málingahandil at gera. Hann var partaeigari í Litaval á Høgabóli í nógv ár, áðrenn teir seldu og hann byrjaði at arbeiða fyri seg sjálvan. Eftirspurningurin eftir honum er stórur enn, so tað kanska sigur nakað um dygdina av tí hann ger. Átrúnaðurin hevur havt eitt serligt pláss hjá pápa og hann hevur alla okk­ ara tíð verið ein av berandi kreftunum í Filadelfia í Gøtu. Tá vit vóru minni hevði hann ofta sunnudagsskúlan saman við øðrum og legði annars eitt stórt arbeiði í, at fólk skuldu hoyra tann góða boðskapin. Tað sama kann sigast um hann nú hann rundar 70. Trúgvin hevur nógv at siga við sama lag og hvør dagur byrjar við bíbliulestri og bøn og endar uppá sama máta. Vit halda eisini, at hann roynir at liva eftir tí hann trýr restina av tíðini. Millum manna hevur hann ikki ilt við at siga hvat hann stendur fyri. Pápi gjørdist eisini abbi á ungum aldri. Hann var bara 45 ár, men frá dag eitt hevur hann stórtrivist í leiklut­ inum sum abbi og hevur tikið sær nógva tíð til øll abbabørnini. Tað, sum tey hava havt stórst gleði av, er abbasa tol og hug til at vera úti í náttúruni. Honum dámar væl at fara at fiska við teimum, geva seyðinum at eta og at hyggja til dunnurnar. Abbabørnini er nú seks í tali og tað sjeynda er á veg, og tey eru ein stór gleði fyri hann í tí dagliga. Pápi er nú pensioneraður og roynir eisini at taka sær tíð til at gera ymiskt, sum hoyrir aldrinum til. T.d. er hann onkuntíð saman við øðrum pensionist­ um til ymisk tiltøk. Harafturat hevur hann verið við til at fáa á føtur eitt undirhús, Torvalds kaffi, niðri á keiini í Gøtu. Annars er hann nógv saman við mammu, og tey njóta at vera sam­ an einsamøll og pleja bæði hvønn annan og felags áhugamál. Eitt annað sermerki hjá pápa er, at hann er so ótrúliga góður við konuna hjá sær og setur hana yvir alt. So samanumtikið kann sigast um pápa okkara at hann er ein gudsóttandi, raskur maður, sum elskar konuna hjá sær. Vit, børnini, svigerdøtur og abba­ børn, vilja við hesum takka tær fyri tað, tú hevur verið fyri okkum og ynskja tær og mammu nógv góð ár framyvir. Heidi, Óli Jákup, Petsi, Rasmus, Óluva, Heidi, Erland, Benjamin, Ingolf, Emilja, Hargarð og Anna Til pápa á 70 ára degnum Dagurin 11. august. Hermann. Einki kent halgimansnavn, men er komið upp í álmannakkan í staðin fyri Tiburtius 12. august. Klara, deyð í 1253, var av aðalsætt úr Assisi. Fór í fylgið hjá hinum heilaga Fransi, og eggjað av honum grundlegði hon eitt nunnukleystur og skipaði eina nunnuskipan, klarisurnar nevndar. Navnið er latínskt, hin kenda ella skæra 13. august. Hippolytos, deyður í umleið 235. Helst ein grikki, sum gjørdist ein av teimum best kendu kristnu rithøvundunum í Róm í 3. øld. Hann var tikin av døgum við at verða slitin millum hestar, sum navn hansara sipar til 2. august fingu Charlotta S. Venned, Klaksvík og Tummas Simonsen, Hvannasund, eina dóttur. Hon var 52 cm. long og vigaði 3270 gr. 3. august fingu Eilin og Dan Kári Joensen, Hoyvík, eina dóttur. Hon var 53 cm. long og vigaði 4100 gr. 5. august fingu Ingrid Mellemgaard og Bergur Andrea­ sen, Hoyvík, ein son. Hann var 53 cm. langur og vigaði 4000 gr. 8. august fingu Ulla og Ian Højgaard, Vejle, ein son. Hann vigaði 3240 g og var 51 cm langur 8. august fingu Edith og Jarnhold Nattestad, Tórshavn, eina dóttur. Hon var 51 cm. long og vigaði 3100 gr. 24. juli fingu Maria Vinther og Niels Jacob Eysturberg, Vágur, eina dóttur. Hon var 53 cm. long og vigaði 3490 gr. 29. juli fingu Jana Jensen, Kvívík og Jógvan Christian­ sen, Tvøroyri, ein son. Hann var 55 cm. langur og vigaði 4550 gr. 1. august fingu Suffía við Stein, Fuglafjørður og Rógvi Rasmussen, Tórshavn, ein son. Hann var 56 cm. langur og vigaði 4000 gr. Føðingar 16. juli fingu Nikolaj og Kaja Louisa ein beiggja. Hann vigaði 3844 gr. og var 54 cm langur og eitur Tobias. Foreldur teirra eru Anly og Karsten Haldansen Tjørnfelt, Langeskov, Danmark. Tann 9. juni 2007 fekk Fríða av Fløtum Jensen B.Sc. (Hons.) prógv í sálarfrøði frá Newcastle University í Onglandi 20. juli 2007 hevur Rannvá Sloan Jørgensen, lokið prógv sum Bachelor of Arts (Hons.) í Sálarfrøði frá University of Sussex í Bretlandi. Katrin Helmsdal, Klaksvík, hevur tann 11. juli lokið prógv sum Bachelor of Science (Hons.) í »Environment, Economics and Ecology« við University of York