Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-08-10, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 10. august 2007síða 15

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 153 - 10. august 2007 15 nøvn Tað vóru syrgilig tíðindi, sum frætt­ ust um dagarnar, at Heini var deyður 3. august eftir eina stutta sjúkralegu, bert 71 ára gamal. Heini var sonur Hansu, fødd Sól­ bjørg, ættað úr Kunoy og Petur Mart­ in uppi í Tungu í Mikladali. Heini varð borin í heim 25. juni 1936 og var elstur av seks systkjum. Hini eru: Hans Jacob (Akke), Jonhild, Jonhard, Jógvan Vilhelm og Bodil. 11. februar 1964 giftist Heini vid Ragnu, ættað úr Kollafirdi. Tey bæði fingu tvær døtur, Målfryd og Dianu. Heini hevur verið ein raskur arbeiðsmaður. Hann fór longu sum 14 ára gamal til skips. Hann var við ymsum fiskiskipum í nógv ár. Hann sigldi partar av árinum í fleiri ár við norðmonnum, sum nógvir aðrir før­ oyingar gjørdu. Seinasta summar, tá ið Heini fylti 70, vóru tey bæði í Íslandi og sóu tey plássini, sum Heini kendi so væl frá tíðini, hann var til fiskiskap har yviri. Í 1967 kom streymurin til Mikla­ dals. Tá var tað seinastu ferð Heini var við norðmonnum. Hann var við til at seta streympelarnar upp í Kalsoynni. Heini hevur eisini arbeitt við at gera vegirnar og tunlarnar í oynni. Í eini tvey ár búðu tey í Klaksvik, har tey arbeiddu fisk á Kósini. Men tey fluttu norður aftur, tá ið tunlarnir blivu gjørdir. Tann seinasti var vist liðugur i 1980. Tá fóru tey undir at byggja fjósið. Teirra fyrsta kúgv kálvaði 1.april 1980. Síðan tá hevur tað verið landbún­ aðurin, sum hevur verið arbeiðið hjá teimum báðum. Her var tað serliga fjós, neyt, seyður, fjall, hoygging og súrhoyggj, sum vóru á skránni. Systirsonurin Gimme, sum eisini er gudsonur Heina og Ragnu, tók til í kapellinum, hvussu stuttligt tað var hjá teimum at koma til Mikladals. Hann tók til allar tær óteljandi skúlaferiurnar, vikuskiftini og høg­ tíðirnar, hann og hansara brøður hava verið í Mikladali og hava búð hjá Ragnu og Heina. Tá var tað eisini feria at kunna vera við til at gera tað arbeiði, sum var gerandisdagur í Mikladali men ikki í Klaksvík. Tað var stuttligt at hoyra tað góða ummæli, sum Gimme hevði um gubba sín og eisini um Ragnu. Heini var ein friðarligur, góður og dámligur madur. Men álíkavæl tordi hann eisini at siga sína erligu mein­ ing, eisini á røttum stað, tá ið tørvur var á tí. Hann dugdi eisini at koma við ymiskum stuttligum, og sjálvur var hann eisini sera lættur at fáa at grína. Heini var ein sera væl lýddur mað­ ur, og tað ikki uttan orsøk. Hansara góða og fryntliga lyndi var sjónligt. At hann var væl umtóktur sást eisini á tí stóra fylgi, sum fylgdi honum til gravar mikudagin. Heini var klokkari í Mikladals kirkju. Gimmi nevndi, at á møtum í kirkjuni hoyrdist mangan vitnisburð­ urin frá Heina um, hvønn týdning Gud hevði í lívinum hjá teimum. Sjálvir kendi eg Heina og Ragnu frá óteljandi ferðum í Kalsoynnii. Her var Ragna altíð ein partur av ferðini. Tað var hon, sum koyrdi buss­ in, og sum kundi fortelja tey seinastu tíðindi úr oynni á ferðini norður til Trøllanesar. Ragna hevði handil og her varð dottið inn á gólvið, tá ið høvi var. Tá ein so kendi Ragnu, kom ein eisini at kenna Heina, sum ofta sást í túninum. Hann var altíð so blíður og prátingarsamur, og hann var ein teirra, sum gjørdi tað so hugnaligt at koma til Mikladals. Nú vóru tey so givin við handli og bussi, men fyri tað fingu vit okk­ ara vanliga prát, tá ið vit hittust. Tað verður stórur saknur at Heina er farin, og serliga er tað hjá Ragnu og døtrunum. Tað kann vera einsligt at koma úr Kollafirði í Kalsoynna, men her hevur Ragna verið so heppin, at syst­ ir hennara Poulina giftist til Syðradals við Erik Eliassen, og hesi húsini hava sum rímiligt er havt nógv sam­ an. Tær báðar hava havt sín stóra týdning í varðveitanini av samfeløg­ unum í Kalsoynni. Vit eru mong, sum koma at sakna Heina og koma at varðveita tey góðu minni vit hava um hann. ó. Til minnis um Heina Glerfoss Í gjár 9. august fylti Johanna Mathea Skaale í Havn 101 ár. Tað var nógv skrivað um hana, tá ið hon seinasta ár fylti 100 ár. Í stuttum kann tó sigast, at hon er ættað av Trøllanesi, fór sum ung til Danmarkar, men giftist við havnarmanninum Sigfred Skaale. Tískil gjørdist hon havnarfólk burturav. Ikki bert tað. Hon gjørdist eisini borgmeistarakona í fleiri valskeið. Johanna Mathea er ein av temum, sum hevur upp­ livað stórt sæð allar broyting­ ar í samfelagnum yvirhøvur, sum hon eisini hevur dugað so væl at greiða frá. Tíbetur er nokk so fitt av hennara lívssøgu komið á prent. Johanna Mathea og Sigfred fingu seks børn, og tey búgva øll í Havn. Aftur­ at hesum er ein hópur av ommu­ og langommu­ børnum. Eg havi havt ta gleði at hava kent Johannu Matheu í mong ár. Vit hava eisini felags røtur á Trøllanesi. Tað telur hjá okkum báðum! Eitt eyðkenni við Jóhonnu Matheu er hennara lætta lyndi. Hon er altíð í góðum lag og dugur væl at skemta. Eisini hevur hon eitt positivt lyndi. Eitt dømi um hetta er, at Jona Henriksen var eitt skifti einasta kvinna í býráðn­ um, og menninir høvdu kanska hug at prika hana við­ hvørt. Men Jona fortaldi, at Jóhanna Mathea plagdi at fara út á trappuna, tá ið Sigfred fór á býráðsfund og legði honum eina við at fara væl við Jonu! Hetta gloymdi Jona henni ikki. Jóhanna Mathea heldur sær ótrúliga væl. Tað er framvegis ein stuttleiki at koma framvið á Ellisheim­ inum, har hon býr, og at fáa eitt prát við hana. Góða Johanna Mathea. Hjartaliga tillukku við tínum kempualdri! ó. Johanna Mathea 101 ár Jóhanna Mathea á 101 ára føðingardegnum saman við sínum børnum. Aftara rað f.v. Marita, Torgerð, Jóannes og Vígdis. Fremra rað: Anfinnur, Johanna Mathea og Jógvan Asbjørn Mánadagin 13. august verð­ ur Hargarð Tvørfoss í Norðragøtu 70 ár. Hargarð er sonur Emiliu, dóttir Petru og Absalon í Tjørnustovu, og Elias Martin, sonur Mar­ sannu og Langa Petur Hans, sum hann kallaðist. Systkin hjá Hargarð eru Ólfríða, sum býr á Strondum, Absa­ lon, sum doyði í 2005 og Petra, sum býr niðri. Tað var hjá Hargarð sum hjá flestu øðrum dreingjum tá í tíðini. Tá ið skúlatíðin var liðug, tá ein var 14 ára gamal, var at fara til skips. Hargarð sigldi eisini í nógv ár, og hann hevur roynt stórt sæð alt sjólív. Hann var við sluppum á snørisveiðu, hann var við týskum trolarum, hann var ein av teimum, sum slapp við stállínuskipinum Vesturhavið Blíða seinast í 50­unum. Hetta var ikki hvørjum manni beskorið, tað vóru bert raskastu menn, sum sluppu við. Seinni var hann við kraftblokkaskipum, so hann hevur nógvar roynd­ ir á sjónum. Hann hevur ver­ ið heilur har hann hevur verið. Seinni fekk hann sær arbeiði á landi, og hetta hevur eisini ligið væl fyri hjá honum við tí góða handalagi, hann hevur. Vit báðir Hargarð eru skyldmenn, ættaðir úr Tjørnu­ stovu. Tað hevur verið nevnt fyrr, at tað var altíð eitt serligt samband millum húsini. Eitt dømi um hetta er, at fyrsti sonur Hargarð var uppkall­ aður eftir abba mínum, sum var mammubeiggi Hargarð. Umstøðurnar í ættini gjørdu tað, at vit í á mangan hátt hava kent okkum sum eitt hús. Umframt hetta var heim­ ið hjá Milja og Elias Martin eitt stað, hagar øll komu, og har øll føldu seg væl. Hargarð er ein góður frá­ søgumaður. Fáur hevur sum hann dugað at sagt frá, hvussu tað kendist hjá ein­ um heilt ungum dreingi fyrsta dagin við snøri. Loddið varð blakað fyri borð, og tað vigaði einsamalt fleiri kilo. So var at eygleiða, hvussu snørið spolaði út nógvar, nógvar favnar. Bert hugsanin um at skula draga snørið inn aftur, um tað var uttan fisk, skuldi kunnað tikið mótið frá einum slíkum ungum dreingi. Hetta hevur eisini verið tungt fyrstu ferð­ irnar, men tað skuldi so gerast. Tað bleiv eisini gjørt, og sum frá leið bleiv tað lætt­ ari, hóast tað framvegis var tungt. Men hetta var eitt lív sum skapti menn, og Hargarð var ein av teimum. Hetta er søga, og hetta hend­ ir ongum í dag. Men fyri tað eigir tað ikki at verða gloymt, at soleiðis vóru umstøðurnar hjá teimum, sum løgdu lunnar. Hargarð hevur eisini upp­ livað dramatikk á sjónum. Tá ið teir vóru á útróðri við Gøtunes í desember 1955, kom eldur í skipið. Hetta kundi endað heilt galið. Men til alla eydnu var Søkin úr Lorvík farin í seinna lagi av stað, og kom fram á teir. Undir bjargingararbeið­ inum datt systkinabarn Har­ garð, Marno hjá Gittu og Bernhard, niður í millum bæði skipini. Men aftur til alla eydna,­ ella kanska var tað ein hægri makt ­ fekk Marno fatur í einum fend­ ara, sum ein maður á Søkan­ um hevði gjørt sær á vegn­ um út á fiskileið hendan dagin, og Marno varð bjarg­ aður. Hesa hending greiddi Hargarð frá í FF­blaðnum. Hann dugnaði eisini í síni tíð FF­blaðnum við síni frá­ søgn um, hvussu hart lívið var við teimum fyrstu stál­ línubátunum, og hvat slóð­ brótandi arbeiði, ið varð gjørt við teimum. Hargarð giftist í 1964 við Óluvu, sum er ættað úr Søldarfirði. Hon er dóttir Ellu hjá Hans bónda og Arn­ old í Toft. Tey eiga børnini Óla Jákup, giftur við Heidi f. Thomsen, Erland, giftur við Heidi f. Heinesen og Emilju. Tey hava eitt væla heim, har tað altíð er hugaligt at koma inn, tá ið leiðin gongur framvið. Abbabørninini eru seks í tali við útliti fyri øking í næstum. Ein abbadóttir er kenda songkvinnan Petsy Tvørfoss. Hargarð hevur í mong ár verið virkin í samkomiuni í Filadelfia í Gøtu, og tað verður eisini her, hann held­ ur føðingardagin sunnu­ kvøldið. Fari sjálvur at takka fyri vinskap og trúfesti, og hjartaliga tillukku við hesum stóra degi. ó. Ragna og Heini Hargarð Tvørfoss, 70 ár