Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-08-10, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 10. august 2007síða 16

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 153 - 10. august 2007 Nógv fleiri bøkur, sum børn tíma at lesa, mugu týðist til eitt føroyskt mál, sum børn kenna aftur. Hetta heldur Bergur Rasmussen, sum situr og umsetir seinastu bókina um Harry Potter. TÝÐING Dorit Hansen dorit@sosialurin.fo Mynd: Jens Kristian Vang Í einum lítlum gulum húsum niðarlaga í Vestmanna situr ein stórur maður við rokutum hári og stríðist við gandakallar, gandakellingar og vættrar. Stríðið gongur fyri seg inni í telduni, har Bergur Rasmussen, týðari og lærari, roynir at lata kendu persónarnar í Harry Potter bókunum í ein føroyskan ham. Tríggir týðarar hava føroyska Harry Potter bøkurnar. Tær fyrstu tríggjar bøkurnar umsetti Gunnar Hoydal, meðan Malan Háberg umsetti fjórðu bókina. Síðani tók Bergur Rasmussen yvir og er nú í gongd við sína triðu Harry Potter bók. - Sjálvandi er munur millum umsetingarnar hjá Gunnari Hoydal og mær. Eg eri 30 ár yngri, og vit mugu nokk sigast at vera sera ymiskar persónligheitir, sigur harðmælti vestmenningur- in, sum eisini er havnamaður, klaksvíkingur og suðuroyingur. - Eg haldi ikki, at Harry Potter er so litleyst fittur, sum ritstjórar- nir og Gunnar Hoydal sum fyrsti týðari hava gjørt hann, sigur Bergur Rasmussen og flennur. - Í sættu bókini er Harry Potter hart kroystur av einum húsálvi hjá Sirius Blake. Á enskum skríggjar hann »shut up«, og eg umsetti hetta til »halt kjaft«. Men ritstjórarnir vildu ikki góðtaka hetta, Harry Potter sleppur ikki at bannast á føroyskum, og tí sigur hann bara »halt gák«. Bergur Rasmussen vil hava týðingar sínar at flóta væl og liggja so tætt at vanligum før- oyskum málbrúki sum møguligt, men hann hevur eisini verið noyddur at laga seg til málið og tónan í fyrstu bókunum. - Orðið snarlás sigur mær til dømis onki. Eg havi ongantíð havt snarlás á hvørki jakka ella buksum, bara lynlás. Føroyingar siga lynlás, og tí eitur tað lynlás, men Harry Potter sleppur tíverri ikki at brúka lynlás, bara snarlás. Kreativ málgerð Harry Potter týðarin er tó als ikki samdur við kritikkinum av føroyskari málpurismu, sum hevur verið frammi í seinastuni. - Mál verður skapt alla tíðina, og um vit ikki finna nýggj orð og nýggjar orðingar til alt tað nýggja, sum kemur fram, so doyr málið. Og tá vit leita eftir orðum og ljóðum, er tað mest natúrligt at leita til Íslands og Vestur- noregs. Tey málini líkjast før- oyska málinum mest, sigur týðar- in í Vestmanna avgjørdur. Men málskapan má, sambært Bergi Rasmussen, fara fram sam- stundis sum samfelagið broytist, og vit eru noydd at góðtaka tey útlendsku orðini, sum eru vorðin vanlig á føroyskum. - Um ein koyribók kom út í 1920unum, so hevði tað ikki verið ein trupuleiki at skapt eitt serføroyskt málbrúk á hesum øki. Í fyrstuni var orðið bilur til dømis bæði bent sum kvennkyn og kallkyn. Tá var økið í flyting og opið fyri nýskapan. Men í dag hava vit vant okkum við orð sum spitari og kobling. Harry Potter er fyrsta fantasy- skaldsøga á føroyskum máli, og av tí at J.K. Rowling hevur uppfunnið bæði nýggjar skapn- ingar og nýggj hugtøk, so hava týðarnir verið noyddir at skapa fleiri nýggj føroysk orð og taka støðu til hvørji hugtøk úr før- oysku sagnamentanini kunnu brúkast. Í nøkrum førum hava teir tríggir týðarnir valt ymiskar loysnir. - Meðan Gunnar Hoydal umset- ur enska orðið »curse« til »ganda- orð«, nýtir Malan Háberg orðið »illbøn«, eg brúki hinvegin mest orðið »eiður«. Hetta sigur kanska nógv um okkum týðarar, sigur Bergur Rasmussen við einum skálkabrosi. Børn mugu lesa føroyskt Sum lærari er Bergur Rasmusen nógv millum børn og ung. Hans- ara týðingar av millum øðrum bókarøðunum um Tsatsiki og Artemis Fowl eru eisini tiltiknar fyri at liggja tætt at gerandis- málinum hjá børnum. - Eg arbeiði millum børn og lurti eftir, hvussu tey tosa. Um tað eru røddirnar á næmingun- um, ella um tað er røddin hjá mær sjálvum sum barn, sum skapa tónan í mínum umseting- um, dugi eg ikki at meta um, men eg vil eg hava tað at ljóða trúligt, sigur hann. Sambært Bergi Rasmussen eru tað børnini, sum eiga føroyska málið. Tað eru tey, sum skapa og bera tað víðari. Tí mugu tey fáa nokk av føroyskum tilfari at lesa, slær Bergur Rasmussen fast. - Arbeiðið at týða til føroyskt er alt ov lítið virt í Føroyum. Føroyingar – og serliga politikar- nir - hava slett ikki skilt, at veigg- ið í føroyska samfelagnum er óloysiliga knýtt at styrkini í før- oyska málinum. Politikarar duga væl at tosa um tað, men tá virðingin skal vísast í verki, er lítil og ongin peningur til týðing, sigur týðarin illbrýnt- ur. Og tað er ikki líka mikið hvat og hvussu týtt verður. Bergur Ras- mussen heldur tað hava serliga týdning, at bøkur verða týddar, sum viðgera ting, sum børn og ung hava áhuga fyri, og at tær verða skrivaðar, á einum málið, sum ikki er alt ov fínpussað, men heldur endurspeglar nútímans mál. Annars tíma tey ikki at lesa føroyskt. - Tíbetur er nógv meir spenn- andi tilfar á føroyskum nú, enn tá eg var barn. Á bókasøvnunum eru føroysku barnabøkurnar eisini tær mest eftirspurdu, ser- liga av gentum. Bergur Rasmussen heldur, at drongirnir ikki lesa eins nógv føroyskt, tí tær bøkur, sum teim- um dámar, ikki verða týddar. - Dreingir velja ofta tekniskar bøkur, og hesar finnast ikki á føroyskum. Tær eru ov dýrar at umseta, tí tær hava fleiri myndir. Internetið ongin hóttan Harry Potter var, sambært Bergi Rasmussen, fyrsta altjóða inter- netfyribrygdi, og hann heldur, at internetið eigur stóran part av æruni fyri, at Harry Potter gjørd- ist til meir enn bara eina bóka- røð. Bókin kom út, stutt eftir at internetið gjørdist vanligt í Bret- landi. - Tað vóru dreingir, sum sína- millum spjaddu tíðindini um Harry Potter, og her hevur inter- netið heilt avgjørt spælt ein leik- lut. Fyrst í síðstu øld fekk nýggja filmslistin við stumfilmum útbreiðslu samstundis sum Charlie Chaplin gjørdist heims- stjørna. Miðskeiðis í øldini varð sjónvarpið hvørs mans ogn í Amerika um sama mundið sum Elvis sló ígjøgnum. Tíggju ár seinni komu Evropearar við á sjónvarpsvognin, og tá komu Beatles. - Og mitt í hálvfemsunum komu internetið og Harry Potter, staðfestir Bergur Rasmussen. Í staðin fyri at síggja interneti sum eina hóttan ímóti lesingini, er Bergur Rasmussen sannførdur um, at internetið hevur fingið fleiri børn og ung at lesa. - Børnini chatta saman um alt møguligt, eisini hvørjar bøkur tey lesa. Soleiðis eggja tey hvørj- um øðrum at lesa og siga hvørj- um øðrum, hvat er gott og ikki. Filmar og telduspøl eru heldur ikki nøkur hóttan fyri hvørki bókaídnaðin ella føroyska málið, heldur føroyski týðarin. - Um børn lesa bøkur – og for- eldur lesa bøkur fyri børnum sínum – hevur tað onki at siga, um tey eisini spæla teldu og hyggja í sjónvarp, sigur Bergur Rasmussen og heldur áfram: - Børn eru nakrir snedigir sniglar, tey tola nógv meira av, enn vit halda. Men grundarlagið má leggjast við spennandi bókum á einum livandi føroyskum máli, staðfestir Bergur Rasmussen, sum er komin til kapitul ellivu og væntar, at seinasta bókin um Harry Potter kemur út áðrenn jól. Harry Potter sleppur ikki at banna á føroyskum ” Harry Potter sleppur tíverri ikki at brúka lynlás, bara snarlás ” Dreingir velja tekniskar bøkur, og hesar finnast ikki á føroyskum ” Arbeiðið at týða til føroyskt mál er alt ov lítið virt í Føroyum ” Børn eru nakrir snedigir sniglar, tey tola nógv meira av, enn vit halda