Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-04-12, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 12. apríl 2001síða 17

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 72 - 12. apríl 2001 33 gult33 cyan33 magenta33 svart33 32 Nr. 72 - 12. apríl 2001 gult32 cyan32 magenta32 svart32 Frá Eigarafelagnum Norðasta Horn Ársaðalfundur verður mikukvøldið tann 25. apríl kl. 20.00 í býlingshúsinum. Nevndin Leikhúsið Gríma sýnir leikin Eitur nakað land Week-end? av Jóanes Nielsen leikstjórn Eyðun Johannessen á Meiarínum 2. páskadag 16.04.2001 kl. 18.00 týskvøldið 17.04.2001 kl. 20.00 mikukvøldið 18.04.2001 kl. 20.00 Atgongumerki á kr. 100,- fáast á Kunningar- stovuni og við dyrnar 1 tíma undan sýning. Bólkar uppá 10 ella fleir fáa 20% avsláttur. Ídnaðarbygningur í Trongisvági til sølu Stoypivirki í Trongisvági til sølu um hóskandi boð fæst. Bygningurin er 360 m2. 0045-98468867 ella 371558 Kontór og lagurhølir Ca. 850 m2 uppi í Hoyvík er til leigu. Góðir tilkoyr- ings- og parkeringsmøguleikar. Sosialurin Box 76 110 Tórshavn Bill.mrk. 171 Uppsetan og skipan av barrum Brúdleyp Rundar føðingardagar Ársveitslur Reseptiónir og tílíkt Til: Hans á Lag Sp/f Tlf. 21 93 83 hanslag@post.olivant.fo Sosialurin 311820 Felagið fyri Skrivstovu- kramba- og teknisk starvsfólk Upplýsir um: -sáttmálan -starvsmannalógina -frítíðarlógina o.a. Gerist limir - so standa vit sterkari! Tlf 316837 og 216837 Traðarvegur 20 Boks 1378 110 Tórshavn skfelag@post.olivant.fo Opið er soleiðis: Mánadag - fríggjadag 9.00 - 12.00 13.00 - 16.00 ENDURLÝSING Vegna ov fáar umsóknir verður starvið sum leiðsluskrivari á psyk. deplinum lýst leyst av nýggjum. Landssjúkrahúsið FO-100 Tórshavn Leiðsluskrivari Starvið sum leiðsluskrivari á psyk. deplinum er leyst at søkja til setan skjótast gjørligt og fyribils fram til 31. august 2001. Arbeiðsuppgávur í høvuðsheitum: • skrivari hjá leiðsluni í psyk. deplinum við tilvísing til leiðandi yvirlæknan og yvirsjúkra- systrina • fíggjarstýring • samskipari hjá leiðsluni v.v. starvsfólkafyri- siting og útbúgving • fyrisitingarligt arbeiði so sum brævaskifti, journalisering v.m. • bindilið millum sjúkrahúsleiðsluna og depils- leiðsluna Krøv til umsøkjaran: • skrivstovufólk við handilsskúlaprógvi • ella læknaskrivari við góðkendari útbúgving og útbúgving innan skrivstovuyrkið • evni til at raðfesta og planleggja arbeiðið • edv-førleiki á brúkarastøði. • kunna arbeiða sjálvstøðugt • førleiki í føroyskum og donskum bæði skriv- liga og munnliga • góð samstarvsevni og tænastuhug • góður røkjuskapur Vit kunnu bjóða: • eitt fjølbroytt starv • fakliga kompetentar og virknar starvsfelagar • ávirkan á fakliga menning • góða innleiðslu (introduktión) Setanartreytir: Løn og setanartreytir smb. sáttmálan millum Fíggjarmálastýrið og Starvsmannafelagið.Starvið er í løtuni flokkað í 20 lønarflokki. Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Bergit Weihe, yvirsjúkrasystir á tlf. 31 35 40, lokal 351, har biðjast eisini kann um eintak av starvs- lýsingini, ella til Sofus Joensen, leiðandi yvir- lækna, lokal 301. Umsóknarfreistin er 27. apríl 2001, kl. 12.00 Skrivligar umsóknir við avriti av prógvum og viðmælum e.l. skulu sendast til Almanna- og heilsumálastýrið Starvsfólkadeildin Eirargarður 2 100 Tórshavn Almanna- og Heilsumálastýrið Starvsfólkadeildin Lærlingur til smykkudeildina í 3-aranum søkist Vit bjóða tær eitt spennandi arbeiði innan smykkur/prýði/steyp o.l. og alt, ið hoyrir til eina professionella gull/silvur deild. Í deildini starvast 2 urmakarar; ein útlærd innan gull&silvur og eitt hjálparfólk. Vit væntað at tú ert fryntligur/ ágrýtin og ikki bangin fyri at arbeiða nógv, tá tað krevst, møtir altíð til tíðina,vælsignerað við einum smíli og klár til dagsins uppgávur. Tú mast hava FHS, lærutíðin er 3 ár, við skúla- gongd í DK av og á. Nærri fæst at vita við at ringja til Gissur á tlf. 316769 ella 213535. Er hetta nakað fyri teg, so send eina umsókn við prógvum og viðmælum til Gissur Patursson Tórugøta 14 FO 100 Tórshavn ----------------------------------------------------------------- 3-arin er handil í sms; har starvast 12 fólk; handilin hevur 4 deildir: smykkudeild/fløgudeild/fotodeild og tøknideild. 3 arin FØROYA BETONG SAGING Gerðisvegur • 620 Runavík • Tel. 447543 • Fax 448898 v/Hjaltur Tausen Sosialurin - 311820 VEGG SAGING Hurðar,vindeygu, veggir, garðar o.a. GÓLV SLÍPING GÓLV SAGING Rennir, keiøki, asfalt, upptøka og burturbeining o.a. HOL SAGING Frá Ø 24 mm. til Ø 450 mm. GÓLV FRESING Nýggj tænasta til allar havnir í Føroyum. Nú bora vit eisini hol í allar støddir av dekkum til fríhold. Hús til sølu á Skála. Boð undir 600.000 kr. ongan áhuga. Tlf. 0045 29282316 Lesið -tað loysir seg Setningurin hjá før- oysku spælarunum í norskum fótbólti fer fyrst og fremst at snúgva seg um at varðveita plássið í bestu deildini Eftir at teir hava fyrireikað seg so at siga stútt, síðani Songdal fyrst í november í fjør megnaði at vinna sær pláss í tippuliguni, verður tað nú álvari. 2. páskadag verður sjøtul settur á nýggja kappingarárið í Noregi, og longu framman- undan vita Julian Johnsson, Kurt Mørkøre og øll hini í Sogndal, at tað fyrst og fremst fer at snúgva seg um at varðveita plássið í bestu deildini. Fyrsta ábendingin um, hvussu Sogndal er fyri, fæst mánadagin. Tá skal Sogndal til Skien at spæla ímóti Odd Greenland. Hetta er eitt lið, sum er kent fyri at hava eina sera góða verju og fyri at vera væl skipað um allan vøllin. Á heimasíðuni hjá VG verður roknað við, at Odd Greenland fer at megna eitt sætta pláss í nýggja kapp- ingarárinum. VG roknar ikki við, at Sogndal fer at gera tær stóru skreytirnar. Tað eru fjúrtan lið í bestu norsku deildini. Tvey teirra flyta beinleiðis niður, og metingin hjá VG sigur, at Sogndal verður annar av niðurflytarunum. Teir fara at enda á næstaftasta pláss- inum er metingin. Fótbóltsserfrøðingarnir í størsta dagblaðnum í Noregi halda, at fótbólts- evnini eru góð á liðnum hjá Sogndal. Men teir siga seg ikki rokna við, at breiddin er nóg stór til at varðveita sessin. – Sogndal fer onkuntíð at megna púra óvæntað úrslit, men tyngdin á liðnum er ov lítil til 26 umfør, sigur VG, sum heldur, at størstu veikleikarnir á liðnum eru at finna í verjuni. Miðalaldurin í Sogndal er tann lægsti yvirhøvur í tippuliguni. Níggju spælar- ar eru yngri enn 21 ár, og yvirhøvur er miðalaldurin 23,6 ár. Tað vil við øðrum orðum siga, at teir báðir føroyingarnir toga miðal- aldurin ikki so lítið upp- eftir. Julian Johnsson varð 24. februar 26 ár, og Kurt Mørkøre er aldursforseti í Sogndal. 20. februar fylti hann 32. Mest umrøddi spælarin á liðnum hjá Sogndal er Tommy Øren. 20 ára gamli álopsfelagin hjá Kurt Mørkøre er sera evnaríkur. Tað verður roknað við, at hann skjótt verður at finna í onkrum av fremstu liðun- um í Noregi, ella at hann verður seldur til Onglands, men higartil hevur hann víst tilboðunum frá sær og heldur seg til trý ára sátt- málan við Sogndal Órógvarðir í fyrireikingunum Í Sogndal hava teir verið plágaðir av nógvum skað- um í fyrireikingartíðini til nýggja kappingarárið. Julian Johnsson breyt beinið, men kom seg óvan- liga skjótt aftur. Og tá teir í síðstu viku vóru á venj- ingarlegu í Leeds í Ong- landi, var Kurt Mørkøre ikki við. Teir spældu ein venjingardyst á vegnum til Onglands. Tá hevði Kurt fingið krím og fór aftur til Sogndal, meðan hinir fóru til Leeds, har teir vóru millum áskoðararnar, tá Leeds í europeisku meist- arakappingini vann 3–0 á Deportivo La Coruna. Á ferðini spældi Sogndal ein venjingardyst ímóti Tromsø, sum eisini er í bestu norsku deildini, og tað gekk einki serligt. Tromsø vann 3–0. Í VG verður Julian Johnsson ikki roknaður millum teir fyrstu ellivu, men hann verður kortini – saman við Kurt Mørkøre – nevndur millum lyklaspæl- ararnar. Blaðið sigur seg ivast í, um Kurt Mørkøre fer at megna at skora eins nógv mál í tippuliguni, sum hann gjørdi í næstbestu deildini í fjør. Víst verður á, at ferðin er væl hægri, og at Kurt Mørkøre ikki hevur verið serliga sjónskur í venjingardystunum. Nú fáa vit at síggja, hvussu tað fer at hilnast. Vit fara sjálvandi at fylgja væl við okkara monnum í Noregi. Teir fara at vera í eldinum fram til 28. oktober, tá 26. og síðsta umfarið í tippuliguni er á skránni. Burtursæð frá tá landsdystir eru, verður spælt hvønn sunnudag, so tað verður ikki fyrrenn í oktober, at Julian og Kurt fara í summarfrí. Jú tað er hart at spæla fótbólt, sum maðurin segði á sinni. jh Julian og Kurt í eldin Kurt Mørkøre Vit œtvega eisini: Plastbakkar Pakkibond, tape Merkir, etikettir Kn’var Kitlar, hœgvur, handskar, svintur o.l. Ymisk t—l til ’dnaÝin ReingerÝisevnir êblandingarevni Plattar R‡Ýgeving ’ tilevning av pakkitilfari ...sjálvandi til besta prísin!! Staravegur 5, P.O. Box 3099 FO-110 Tórshavn Telefon +298 35 30 00 Fax +298 35 30 10 E-mail: farpack@farpack.com www.farpack.com F¿roya st¿rsta œrval av PAKKITILFARI œr karton, bylgjupapp og plast innan ¿ll vinnu¿kir * * * * * * * * * * KETLAR Teir væl- umtóktu ketlarnir eru á goymslu Bæði dupultir og einkultir Skulu tygum hava nýggjan ketil, so tosið við okkum og fáið eitt gott tilboð. Vit hava serkøn fólk, ið geva eina skjóta og góða tænastu. - Alt tilfar til hitaverk og sanitet fæst hjá okkum MARIA POULSEN & CO Smyrilsvegur 8 - tlf. 312000 Dagrøktin í Leirvík søkir eftir dagrøktarum og fyribilshjálp. Løn sambært sáttmála millum Føroya Kommu- nala Arbeiðsgevarafelag og Føroya Arbeiðarafe- lag. Nærri upplýsingar um størvini fáast við at venda sær til leiðaran á tlf. 443251. Skrivlig umsókn skal vera okkum í hendi í sein- asta lagi mánadagin 23. apríl 2001. Dagrøktarskipanin í Leirvík Postrúm 42 520 Leirvík -har tað hendir Rætti bilurin til mong endamál. Pláss fyri 7 fólkum og hópin av viðføri. 2.9 Dohc Turbo-Diesel 16 V, 126 HK, 5 hurðar CARNIVAL Sosialurin - 311820 Tel. 310 600