Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-04-12, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 12. apríl 2001síða 16

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 72 - 12. apríl 2001 31 gult31 cyan31 magenta31 svart31 30 Nr. 72 - 12. apríl 2001 gult30 cyan30 magenta30 svart30 Nýggj europeisk fót- bóltskapping fyri kvinnulið byrjar í heyst. KÍ skal nú svara, um kvinnuliðið hjá teimum ætlar sær við í kappingina FÓTBÓLTUR Eyðun Klakstein Europeiska fótbóltssam- bandið, UEFA, fer nú at skipa fyri eini meistara- kapping fyri kvinnulið. Kappingin byrjar í heyst, og meistaraliðið, KÍ, hevur nú fingið tilboð um at fara við í kappingina. Í farnu viku sendi Fótbóltssamband Føroya upplýsingar um kappingina til KÍ, sum nú skal taka støðu til, um felagið ætlar at senda kvinnuliðið út í Europa at spæla. – Vit hava onga avgerð tikið um hetta enn. Vit fáa ongar pengar frá UEFA fyri at luttaka í hesi kapping, og tí fer tað at kosta okkum nógvar pengar, um vit skulu melda liðið til kappingina, sigur Svend Jacobsen, formaður í KÍ. Spæla móti fleiri feløgum UEFA hevur farnu mánað- irnar roynt at fingið lima- londini at tekna lið til kappingina, og higartil hava 29 lond boðað frá luttøku. Fýra lond hava sagt nei takk, meðan Føroyar og 17 onnur lond ikki hava givið endaligt svar enn. UEFA kallar nýggju kappingina European Wo- men´s Club Championship, og kappingin verður skipað við smáum kappingum, har eini trý ella fýra feløg eru við. Í so máta fer hendan kappingin at líkjast kapp- ingunum hjá ungdóms- landsliðunum. Tey feløgini, sum standa seg best, koma víðari í kappingini og enda so í hálvfinalum og finalum um europeiska meistaraskapin. Fyrstu dystirnir í kapp- ingin verða í semptember mánaði, men um fleiri enn 32 feløg fara at luttaka, verður eitt innleiðandi umfar í juli mánaði. Kapping í Klaksvík KÍ-formaðurin heldur, at tað kundi verið stuttligt at hýst slíkari kapping í Klaksvík. – Tað hevði verið ein ítróttarlig avbjóðing og ein fíggjarligur fyrimunur at havt eina av hesum mini- kappingunum í Klaksvík, men vøllurin skal skiftast í summar, og tí letur tað seg neyvan gera, sigur Svend Jacobsen. Starvsnevndin hjá KÍ viðger í løtuni tilmelding- ina til europeisku kvinnu- kappingina, og fíggjarligu umstøðurnar hava týdning. KÍ skal sum er sjálvt gjalda fyri luttøkuna, og at senda eitt lið uttanlands kann skjótt kosta fleiri hundrað túsund krónur. Fótbóltssamband Føroya kann lata næstfremsta felagið í landskappingini ella finalist í steypafinaluni sleppa við í kappingina hjá UEFA, um KÍ ikki tekur av tilboðnum. Møguliga verður upp- skot lagt fyri aðal- fundin hjá HSF, um at víðka talið av liðum í bestu kvinnudeildini HONDBÓLTUR Jákup Mørk Í kjalarvørinum á trætuni millum Tjaldur og HSF um, hvussu stigatalvan fyri bestu kvinnudeildina eigur at gerast upp, er nú møgu- leiki fyri, at eitt uppskot til aðalfundin hjá HSF kann loysa málið, soleiðis at bæði Tjaldur og Sóljan fáa umboðan í bestu kvinnu- deildini komandi kapping- arár. Hetta letur seg gera, um kappingin í bestu kvinnu- deildini verður umskipað, soleiðis at hon framyvir kemur at fevna um átta lið ístaðin fyri sjey. Í fjør varð eitt líknandi uppskot sett HSF eftir aðalfundin, men hetta uppskot fall ta ferð- ina. Freistin fyri innlatan av uppskotum til aðalfundin rann út mikukvøldið. T.v.s eftir evstamark okkara, og tá vit seint týskvøldið tos- aðu við umboð fyri HSF, var einki uppskot um víðk- an av deildini komið til aðalfundin. Vit hava tó skilt frá aðrari síðu, at eitt tílíkt uppskot er ávegis, og verður hetta samtykt, tykist verandi trætumálið loyst. Kann gjøgnumførast Uttan at kenna nakað til sjálvt innihaldið í uppð- skotinum, so tykist ikki vera nøkur beinleiðis forð- ing fyri, at hetta letur seg gjøgnumføra. Við verandi skipan, sum telur sjey lið, er tað nevnliga soleiðis, at hvørt umfar situr eitt av liðunum yvir. Tískil merkir ein víðkan av deildini ikki ein øking í talinum av leikdøgum, og kann kapp- ingin tískil framhaldandi avgreiðast yvir sama tíð- arskeið. Tey, sum eru ímóti upp- skotinum, vilja helst føra fram, at um talið av liðum verður víðkað í átta lið, verður eingin verulig niður- flyting at spæla um. Hetta tí einki av liðunum í næstbestu deildini kann flyta upp. Í løtuni er hetta eisini rætt, men nógv bendir á, at vit um ikki so langa tíð koma at hava fleiri kvinnulið. TB tykist veruliga at hava fingið gongd á hond- bóltinum hjá yngru gent- unum, og hesar fara helst skjótt at gera um seg í vaksnamannadeildini. Hartil kemur, at bæði á Eiði og í Kollafirði verða ítrótta- høllir bygdar í løtuni, og hetta talar so avgjørt til fyrimuns fyri hondbóltin á hesum økjum. Enn er helst ov tíðliga at siga nakað um, hvørt eitt tílíkt uppskot hevði vunnið frama á aðalfundinum, men tað kundi so verið ein loysn á málinum, sum nú hevur tikið seg upp. Aðalfundur í Ítróttar- vedding var hildin fríggjadagin í farnu viku, og á skránni var millum annað útlutan av sonevndu veddingarpengunum ÍTRÓTTAVEDDING tíðindaskriv Frá 1997 til og við í fjør spældu føroyingar lotto hjá Tipstænastuni fyri 55 miljónir. Umframt allar vinningarnar, sum eru kom- nir aftur til Føroya, hevur Tipstænastan tvey tey sein- astu árini endurgoldið 16,3 miljónir til Ítróttarvedding, sum hevur býtt peningin millum ÍSF, FUR og Menta- málastýrið. Føroyingar vunnu annars fyri slakar 9 miljónir í lottospølum í fjør. Aðalfundur var í pf. Ítróttarvedding fríggja- kvøldið í farnu viku, har m.a. Tipstænastan handaði yvirskotið av veddingini. Um Ítróttarvedding er stutt at siga, at stjórnin er mynd- að av Heðini Mortensen, ÍSF-forseta, í nevndini sita Torfinn Højgaard, formað- ur, Sigmund Poulsen, næst- formaður, Hans Petur Joen- sen, Søren Pram Sørensen, Heðin Mortensen, Jens Dam Vang og Petur Elias Petersen, sum eru nýggjur nevndarlimur ístaðinfyri Ólav Jákup Kristoffersen. Einasta onnur broyting í sambandi við skipanini av felagnum var, at 4-ára skeiðið hjá nevndini nú er broytt, soleiðis at nevndin situr í 2 ár í senn. Stór undirtøka Undirtøkan fyri at vedda í Føroyum er ómetaliga stór og vaksandi. Frá 1997 til og við í fjør veddaðu føroying- ar fyri 55 miljónir krónur. Tølini eru hesi: 1997 12,2 mió 3994 13,1 mió 5991 13,9 mió 7988 15,9 mió Í hesum fýra ára skeiði hev- ur Ítróttarvedding tilsam- ans fingið 16,3 miljónir, 9,8 miljónir í 1999 og 6,5 miljónir í fjør. Ført varð fram á aðal- fundinum, at hesin pen- ingur hevur givið føroysk- um ítrótti eitt álvarsligt skump frameftir, og eggjað feløgum og einstaklingum til at fara í gongd við ym- iskt, sum ikki kundi lata seg gera, uttan henda stuðul. Nevnt varð t.d. arbeiðið við fótbóltslandsliðnum, stuðul til Føroya Ungdómsráð og stuðulin til Mentamála- stýrið. Nýggjur sáttmáli Sáttmálin, sum Ítróttar- vedding hevur við Tips- tænastuna, fer úr gildi nú komandi 1. január. Men Ítróttarvedding eru longu fari at fundast við Tipstæn- astuna um nýggjan sátt- mála. Fyrsti fundur var nú 2. apríl í Keypmannahavn. Ætlanin er so, at umboð fyri Tipstænastuna koma til Føroya í juni, har sáttmálin so vónandi endaliga verður avgreiddur. Fyri at vera væl fyrireik- aðir til endaligu samráðing- arnar við Tipstænastuna, hevur Ítróttarvedding gjørt eitt kanningararbeiði, hvussu veddingin kann marknaðarførast betur í Føroyum, og umsetning- urin og harav avkastið kann økjast uppaftur meira. Ítróttarvedding hevur lagt eitt uppskot fyri Tipstæn- astuna, og ætlar sær um neyðugt at rinda ein part av hesi marknaðarføring. Tipstænastan hevur í longri tíð strongt á at fáa sett eitt ”skava og vinn”- spæl í gongd í Føroyum. Hetta var frammi á seinasta aðalfundi, og Ólavur Jákup Kristoffersen hevur kannað lógargrundarlagið. Niður- støðan er tann, at lands- stýrið má geva endaliga loyvið, men fyrispurningur eru áður settur landsstýr- inum um tílíkt spæl, uttan at vilji var til at geva slíkt loyvi. Av avkastinum fyri í fjør eru 6 miljónir útgoldnar. ÍSF hevur fingið 3,6 miljónir, FUR hevur fingið 1,2 miljón, og Mentamála- stýrið, ið betir peningin út eftir ávísari reglugerð, hev- ur fingið 1,2 miljón. Við triðja plássinum í landskappingini í fjør vann B68 sær rætt til at taka lut í Inter-Toto kappingini hetta kapp- ingarárið. Lutakast hevur nú verið um, hvussu liðini í hesi kappingini hittast, og greitt er, at B68 skal dystast móti einum belgiskum liði. Hvat lið talan er um, er ikki greitt enn, men greitt er, at fyrri dysturin verður á Toftum. Hesin skal spælast antin 16. ella 17. juni. jm B68 til Belgia Veddað fyri 55 miliónir síðani 1997! Nevndin í Ítróttarvedding: Aftast frá vinstru: Ólavur Jákup Kristoffersen, ráðgevi og sakførari, Jan Dam Vang, nevndarlimur, Hans Petur Joensen, nevndarlimur, Søren Pram Sørensen, nevndarlimur, og Petur Elias Petersen, nevndarlimur. Frema røð frá vinstru. Sigmund Poulsen, næstformaður, Torfinn Højgaard, formaður, og Heðin Mortensen, stjóri. Mynd: Álvur Haraldsen Møgulig víðkan av deildini KÍ-kvinnurnar fingið europeiskan møguleika Eins og hinar stóru ítróttagreinarnar, hevur flogbólturin nú eisini fingið sítt gallakvøld FLOGBÓLTUR Jákup Mørk Eftir at eitt sera spennandi kappingarár fyri stuttum varð lagt aftur um bak, skuldu ymsu flogbóltsleik- ararnir í landinum rundað hetta av við einum stórum felagskvøldi. Hetta varð gjørt leygar- kvøldið í HB-húsinum, har Flogbóltssambandið hevði skipað fyri stórfingnum gallakvøldið, sum varð fyriskipað eftir fleiri áheit- anum ymsa staðni frá. Hesi gallakvøldini vóru eitt ókent fyribrigdi til fyri heilt stuttum, men eftir at hond- bólturin tók táttin upp fyri tveimum árum síðani, tyk- ist hetta rættiliga at hava vunnið fastatøkur á ítrótta- fólkunum. Sostatt varð triða galla- kvøldið hjá hondbóltinum hildið mikukvøldið, eins og fótbólturin nú tvey ár á rað hevur havt sítt gallakvøld at rundað kappingarárið av við. Høvi at hittast Tað eru sjálvandi fleiri or- søkir til, at hesi kvøldini hjá ítróttafólkunum eru vorðin somikið væl umtókt. Størsta orsøkin er helst, at hetta gevur leikarum og venjarum møguleika at hittast undir heilt øðrum umstøðum, enn tey vanliga gera. Á leikvøllunum kunnu orðini mangan vera beisk, eins og lagið ikki er hitt sama, tá talan ávíkavist hevur verið um sigur ella tap. Á gallakvøldinum ber líka sum til at leggja alt hetta aftur um bak. Kanska onkur iðrar seg um ávísar hendingar, men orðadrátt- urin í hesum verður heldur friðarligari og kanska meira hugfarandi, enn hann er undir dystunum. Ársins Hæddarpunktið undir sjálv- um borðhaldinum hjá flog- bóltsleikarunum var sjálv- andi, tá ársins leikarar av ymsum slag skuldu avdúk- ast. Hesir vórðu framman undan funnir við atkvøðu- greiðslu, og úrslitið av hesari varð so kunngjørt leygarkvøldið. Ein fyri og annar eftir fóru leikararnir so upp á pallin, har tey kundu fegn- ast um steypið, og ivaleyst gjørdist kvøldið eyka hugnaligt fyri tey, eftir at hava móttikið slíkan heiður. Hugnaligt mundi tað tó vera fyri øll tey, sum vóru hjástødd, og lítið er tí at ivast í, at eisini hjá flog- bóltinum verður talan um eitt kvøld, sum verður aft- urvendandi á hvørjum ári. Steypini, sum vórðu latin á gallakvøldinum, vóru latin frá Føroya Sparikassa, Norðoya Sparikassa og Tryggingarfelagnum Før- oyar. Myndirnar á síðuni hava vit lænt frá SVF. Ársins áleypari kvinnur 1 Marina Popovic, Dráttur 2 Tove Riksfjord, Mjølnir 3 Helga Nordendal, Dráttur Menn 1 Boban Ilic, ÍF 2 Rúni Weihe, Fram 3 Borco Ilic, Mjølnir Ársins blokaduleikari kvinnur 1 Tina Jacobsen, Mjølnir 2 Helga Nordendal, Dráttur 3 Selma, TB Menn 1 Trygvi Poulsen, Mjølnir 2 Steinar Eirikstoft, Fleyr 3 Boban Ilic, ÍF Ársins móttøku- leikari/verjuleikari Kvinnur 1 Margit Joensen, Mjølnir 2 Harriet Hammer, TB 3 Randi Larsen, ÍF Menn 1 Rúni Weihe, Fram 2 Klæmint Isaksen, Fleyr 3 Bartal Eliasen, ÍF Ársins hevari Kvinnur 1 Marjun Kalsø. Mjølnir 2 Mariann Øster, Fleyr 3 Ann-Mia Johansen, TB Menn 1 Odd Eliasen, ÍF 2 Pasco Romica, Fram 3 Jákup V. Sivertsen, Fleyr Ársins stjørnuskot Kvinnur 1 Sólgerð Henriksen, Dráttur 2 Sóley Philbrow, ÍF 3 Joan Sørensen, Fossánes Menn 1 Suni Juul Petersen, Fram 2 Andrass Jógvansson, Fleyr 3 Steinar Eirikstoft, Fleyr Ársins leikari Kvinnur 1 Helga Nordendal, Dráttur 2 Marjun Kalsø, Mjølnir 3 Margit Joensen, Mjølnir Menn 1 Boban Ilic, ÍF 2 Rúni Weihe, Fram 3 Kenneth Neshamar, ÍF Flogbóltsgalla Øll hesi vórðu kosin ársins av onkrum slag, og fagnaðurin var stórur, tá tey hvør í sínum lagi fóru upp eftir steypunum, sum vóru sjónliga tekini um heiðurin Leikandi venjarin hjá Drátti, Marina Popovic, átti týdningar- mikla leiklut í fyrsta FM-heitið felagsins, og aftur fyri varð hon kosin at vera ársins áleypari hjá kvinnum Samanlagt má talan her sigast at vera um besta blokkin í Føroyum. Tina Jacobsen og Trygvi Poulsen vunnu hendan heiðurin Ársins leikari hjá kvinnum gjørdist Helga Nordendal, sum her sæst standa við steypinum Bestu hevararnir í landinum eru sambært atkvøðugreiðsluni Marjun Kalsø og Odd Eliasen