Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-08-10, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 10. august 2007síða 21

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 153 - 10. august 2007 21 Í trý áratíggir gekk tann ræðuligi hópdráps- maðurin, sum nevndi seg BTK, leysur. Fyrst klipti hann telefonleidningin av og síðani slapp hann sær onkusvegna inn í húsini at bíða eftir ofri sínum at koma heim. Drápini gjørdu kvinnurnar í Wichita í statinum Kan- sas ræðsluslignar, men so steðgaðu drápini knapp- liga. Hetta var í 1974, og løgreglan metti, at drápsmaðurin antin var fongslaður ella kanska flutt ur aðrastaðni í land- in um at búgva. Men so í mars 2004 fekk eitt lokalt dagblað eitt bræv, har BTK tók ábyrgd av einum drápi í september 1986 Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Ein kaldan vetrardag, 15. januar 1974, kom 15-ára gamli Charlie Otera heim frá skúla. Charlie, sum var glaður um, at enn ein skúladagur var av, kom inn og rópti, um nakar var heima. Men eingin svaraði, ikki so frægt sum eitt goyggj frá hundinum. Hann fann pápa sín liggjandi á búkinum við songarstokkin, bund- in á hond og fót. Mamman lá á songini, bundin á sama hátt, men eisini múlabundin. Tey vóru bæði myrd, ávikavist 38 og 34 ára gomul. Charlie rann skelkaður inn til grannan, sum sendi boð eftir løgregluni. Hon var skjót á stað- num, og uppdagaði skjótt tvey yngru systkin hjá Charlie, eisini myrd. Níggjuára gamli Joseph Otero II lá í kamari sínum, dripin á sama hátt sum foreldrini, meðan 11-ára systurin varð funnin í kjallaranum, hongd úr einum røri, bert ílatin T-shirt og sokkar. Løgreglan var píra ovfarin av hesum ræðuligu drápum, framd mitt á degi, og var av fyrstan tíð varin við at upplýsa smálutir um drápini til fjølmiðlarnar. Ísáð varð funnið runt um í húsinum, eins og drápsmaðurin hevði hjálpt sær sjálvum á nøkur av offrunum, tó at eingi teirra høvdu verið fyri kynsligum ágangi. So í oktober sama ár fekk ein blaðmaður á blaðnum Wichita Eagles eina telefonsamrøðu, ið leiddi hann til eina ávísa bók á býarbókasavninum. Í bókini var eitt bræv, har høvundurin átók sær ábyrgd fyri Otero drápunum. At talan veruliga var um dráps mann- in, var eingin ivi um, tí brævið innihelt smálutir um drápini, sum bara løgreglan og drápsmaðurin vistu um. Løgreglan helt brævinum aftur, fyri at sleppa undan eini røð av følskum játtanum, men eitt nýtt blað hevði fingið fatur a einum avriti av brævinum og prentaði tað í desember 1974. Brævið endar við at siga: »Eftirsum kynsbrots- menn ikki broyta framferðarhátt, fari eg ikki at broyta mín. Lyklaorðini eru Bind tey, pín tey, drep tey (Bind them, torture them, kill them) BTK. Tit fara at síggja hesar bókstavirnar aftur. Á næsta ofrinum«. Fleiri dráp Tríggjar mánaðir seinni, í apríl, komu Kathryn Bright og bróðurin Kevin til hús, og inni var ein innbrotstjóvur, ið bíðaði eftir teimum. Hann noyddi Kevin at binda systrina til ein stól, Seinni royndi hann at kvala Kevin, men hesin bardist ímóti og slapp burtur at fáa hjálp til systrina. Hon doyði tó tímar seinni á sjúkrahúsinum. Løgreglan setti ikki tá hetta drápið í sambandi við BTK. Trý ár seinni, 17. mars 1977, var løgreglan boðsend til eini hús í Wichita, har teir funnu 26-ára gomlu Shirley Vian. Hon lá á seingini, bundin á hendur og føtur við einum plastposa yvir høvd in- um. Tá hesin varð tikin burtur, sá løgreglan spjaldrið við merkinum BTK bundið um hálsin á henni. Drápsmaðurin hevði læst tey trý børnini hjá henni inni í einum skápi, men tað hevði eydnast teimum at sloppi út og boðsent løgregluni. Býurin Wichita var nú í sansa- loysi. Fólk, sum komu heim frá arbeiði, kannaðu, um tele fon leidn- ingurin var kvettur av (tað var eitt eyðkenni hjá BTK). Og 8. des- ember lat BTK hoyra frá sær aftur. Hann ringdi til alarmlinjuna og bað fólk fara á ein ávísan bústað, tí eitt morð var framt har. Kann arar fingu skjótt staðfest, hvar upp- ringingin kom frá, men upptøkan var ov vánalig at gjøllgreina. Tá kannarar komu á upplýsta bústaðin, funnu teir 25-ára gomlu Nancy Fox myrda í kamari sínum við nylonsokkum vavdum um háls- in. Í mun til hini ofrini, var Nancy ílatin. Ísáð var funnið á staðnum, men aftur vísti tað seg, at offurið ikki var kynsliga misnýtt. Men eins knappliga, sum BTK- morðini byrjaðu, eins knappliga tóktust tey at enda í 1977. Men BTK lat hoyra frá sær. Hann skrivaði brøv til bløð og sjónvarps- støðir, Hann segði millum annað, at hann hevði dripið sjey fólk, og hetta góðtók løgreglan, sum roknaði við, at Kathryn Bright var sjeynda offurið. Hann samanbar seg við kendar hópdrápsmenn sum Jack the Ripper, the Hillside Stranglers og Son of Sam. Seinast staðfesta BTK-hend ing- in fram til 2004, fór fram 28. apríl 1979, tá hann bíðaði eftir einari 63-ára gamlari kvinnu at koma heim. Men hon kom ikki. Seinni sendi hann henni eitt bræv saman við einum av hennara hálsturri- kløðum: »Ver glað fyri, at tú ikki var har – tí eg var« Kanningin helt fram langt inn í 80-árini – uttan úrslit. BTK hvørvur Løgreglan kannaði málið intenst í eini tvey ár. Teir settu á stovn eitt kanningarlið, eyknevnt Ghost- busters, og teir funnu hópin av nýggjum sporum. Men einki førdi til nakra handtøku, og málið gjørdist tað, ið rópt verður ein »Cold Case«. Í 1991 varð eitt Cold Case-lið sett á stovn at endurskoða drápini. Teir fingu kenda FBI-agentin Robert Ressler, ið uppfann vend- ingina »serial killer« (hóp- drápsmaður) at gera eina vangamynd av drápsmanninum. Men hóast løgreglan nýtti 100.000 arbeiðstímar upp á sakina og í dýradómi av pengum frá 1974 til 1991, førdi hetta framvegis ikki til nakra handtøku. Málið lá nú mest sum stilt við bara einum detektivi at taka sær av tí, men so knappliga í 2004, sendi BTK aftur eitt bræv til eitt blað, har hann átók sær ábyrgdina av morðinum í 1986 av Vicki Wegerle. Við í bræv inum vóru myndir frá ástaðnum og koyrikortið hjá Wegerle. Fylgjandi mánaðirnar sendi BTK eina røð av brøvum til bløð og sjónvarpsstøðir, sum øll vórðu mett at vera frá rætta drápsmann in- um. Løgreglan gjørdist meiri og meiri sannførd um, at BTK hevði funnið ein nýggjan hátt, støðugt at verða í miðlunum. Við brøvunum og umtaluni gjørdist hann so kend- ur, at fleiri kjakforum á netinum viðgera og analysera hansara orðaspæl og yrkingar. So knappliga, 12. februar 2005, kundi løgreglan boða frá, at teir høvdu handtikið ein mistonktan í BTK-malinum. Talan var um 59- ára gamla Dennis Rader. Tað var ikki sørt, at løgreglan hevði hug at reypa av hesi handtøku, men greiddi ikki frá, at tað mest var takkað verið dóttir Dennis, Kerri Rader, at nøkur handtøka yvirhøvur fór fram. Við at líta í bakspegilin er tað í veru leik anum ófatilig, at løgreglan ikki fann fram til Dennis Rader fyri langari tíð síðani, tí hann passaði so sera væl til ta vanga- mynd, ið gjørd var av BTK-dráps- manninum. Á heysti 2005 kom so hesin víðagitni drápsmaðurin fyri rættin, og har søgdu nevningarnir hann sekan at vera. Seinni dømdi dóm- arin BTK-drápsmannin í 175 ára fongsul og gav honum »tey hørðu 40«, sum merkir, at hann ongan møguleika hevur fyri roynd ar- leyslating fyrstu 40 árini. Tað kom fram, at BTK helst hevur havt ábyrgdina av munandi fleiri drápum, enn løgreglan hevur mett, fleiri av hesum framd í 80- unum, men ikki sett í samband við BTK, tí hann hevði ikki annars dripið so langa tíð. Men nú skuldi so verið friður av hesum ræðuliga hópdrápsmann- inum. BTK - »Bind, Torture, Kill« Krimi Líkið av Shirley Vian, sum var triðja offurið hjá BTK, verður her flutt til líksýn Dennis Rader, illa gitni BTK-drápsmaðurin, viðgekk tíggju dráp, og varð dømdur 175 ára fongsul. Men hann hevur helst framt nógv fleiri dráp enn so