fríggjadagur 10. august 2007síða 20
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Nr. 153 - 10. august 2007
- Rókur og Lerkur eru
góð og rúmlig skip.
Hevði felagið bygt
hesi skipini, høvdu
tey helst kostað einar
120-140 miljónur
krónur, sigur
Jónsvein Knudsen,
útgerðarmaður
FiskiFloti
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Nú eru báðir trolararnir,
sum Faroe Seafood hevur
keypt úr ávikavist Írlandi
og Skotlandi, komnir til
landið. Teir eru merktir við
bókstavunum FD og eru
heimahoyrandi í Runavík.
Rókur, sum er keyptur úr
Írlandi, var hin fyrri, sum
kom, og herfyri kom so
eisini
Lerkur,
sum
er
keyptur úr Skotlandi.
Meðan Rókur seinastu
vikurnar hevur ligið við
bryggju í Saltangará, hava
fólk hjá maskinverkstaðnum
FJM í Runavík sett nýggja
verksmiðju í skipið, og
eisini eru onkrar broytingar
gjørdar í lastini, soleiðis at
lættari verður at fáa fiskin
upp á pláss.
Væntandi verður Rókur
klárur til fiskiskap nakað
eftir 20. august.
Góð og rúmlig skip
Jónsvein Knudsen, ið er
virkandi útgerðarmaður hjá
Faroe Seafood, sigur, at
Rókur, sum faðir og synir
áttu í Írlandi, er í góðum
standi. Hetta er eitt væl
viðfarið og væl røkt skip.
- At síggja til, er Lerkur,
sum kom úr Skotlandi, ikki
líka vakur sum Rókur, men
talan er í fyrsta lagi um
“shining”, sum skal til.
Hann sigur, at hetta
skuldu verið tvey góð og
rúmlig skip, sum eru bygd
ávikavist í 1999 og 2000.
Arbeiðsdekkini eru innilok-
að, og síðan er troldekkið
omanfyri.
Maskinurnar á báðum
trolarunum eru júst yvir-
hálaðar í Skagen, áðrenn
skipini
komu
heim
til
Føroya.
- Skrokkarnir eru smíðað-
ir í Pólandi og Hálandi, og
síðan hevur Carstensens
Værft í Skagan gjørt skipini
liðug.
Jónsvein sigur, at skipini
eru bygd eftir somu tekning,
men Rókur er upprunaliga
bygdur longri enn Lerkur.
Annars eru skrokkarnir og
skipini annars eins.
Lerkur leingjast
Lerkur, sum var hin seinni,
ið kom, stendur nú á Tórs-
havnar Skipasmiðju, sum
fer at seta eina sektion upp
í skipið. Á myndini sæst
strikan, har skipið verður
skorið sundur í tvey. Síðan
verður sektion sett miðskips
sum ger, at skipini eftir
leingjanina av Lerki fara at
hava somu longd.
Jónsvein Knudsen vænt-
ar, at leingjanin fer at taka
einar seks vikur ella so.
- Tá Rókur verður liðugur
um einar 14 dagar ella so,
fer hann í fyrstu syfti at par-
trola saman við Baki ella
Stelki. Bakur og Stelkur
skulu til Klaksvíkar á bed-
ing, har maskinurnar skulu
yvirhálast og klassast. Men
bara annað skipið fer norður
í senn.
Hann væntar, at hvørt
skipið verður úr vinnu í
einar 14 dagar.
- Hetta merkir, at tá ið
Bakur og Stelkur eru lidnir
í Klaksvík, verður Lerkur
liðugur á Tórshavnar Skipa-
smiðju.
Tá halda Bakur og Stelkur
fram sum higartil, meðan
Rókur og Lerkur fara at par-
trola.
Faroe Seafood tveir trolarar fyri
80 miljónir krónur
Sjey mans verða
umborð á Róki og
Lerki í senn, men
skipini fara at hava
tríggjar manningar,
sum vanligt er á
isfiskaveiði
FiskiFloti
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
21 mans verða knýttir at
nýggja parinum hjá Faroe
Seafood.
Útgerðarmaðurin,
Jón-
svein Knudsen, sigur, at teir
koma at fáa brúk fyri nøkr-
um monnum aftrat, nú
nýggju skipini skulu mann-
ast um einar seks vikur ella
so.
- Nakrir mans hava hingið
eftir í felagnum, síðan teir
seinastu av gomlu kuba-trol-
ararnir vórðu seldir, men
okkum kemur at vanta
nakrar mans.
Hann heldur kortini ikki,
at neyðugt er at seta alla
manningina, fyrr enn bæði
skipini eru um at verða klár.
Men skiparar og maskin-
menn eru settir til allar bát-
arnar.
- Jú, onkur hevur ringt tog
spurt
um
kjans,
sigur
Jónsvein.
Yvirmenn settir
Teir, sum koma at skiftast
um at føra Rók og Lerk,
verða feðgarnir, Ólavur og
Rúni Samuelsen og Róin
Joensen.
Umborð á Baki og Stelki
verða brøðurnir Kjartan og
Jákup Pauli Egholm og
Eyðfinn Johannesen.
- Vit koma soleiðis at
hava tríggjar skiparar til
hvørji tvey skip, sigur
útgerðarmaðurin.
Nýbygningarnir
Skipini, sum Faroe Seafood
letur byggja í Vigo í Spaniu,
verða ætlandi klárir at loysa
seint í hesum árinum.
- Sambært sáttmálanum
skulu skipini verða klár
fyrst í november, men eg
ivist í, um hetta fer at halda
heilt. Vit vænta heldur, at
skipini verða klár umleið
ein mánaða seinni.
Jónsvein sigur seg tó
vóna, at nýbygningarnir
kunnu gera ein ella tveir
túrar, áðrenn árið er úti.
Íløgan, sum Faroe Seafood
hevur gjørt í Rók og Lerk,
verður einar 80 miljónir
krónur, tá skipini eru klár at
fara til fiskiskap.
- Hevði felagið bygt hesi
skipini, høvdu tey helst
kostað
einar
120-140
miljónur
krónur,
sigur
Jónsvein Knudsen.
21 fiskimenn við Róki og Lerki
Lerkur stendur nú á Tórshavnar Skipasmiðjuni, har hann verður longdur. Á skipssíðuni sæst merkið, har hann verður skorin av miðskips
Mynd: Vilmund Jacobsen
Bæði Rókur og Lerkur hava bókstavirnir FD og eru
heimahoyrandi í Runavík. – Hetta eru tvey góð og rúmlig
skip, sigur Jónsvein Knudsen
Mynd: Vilmund Jacobsen…