Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-08-10, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 10. august 2007síða 19

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 153 - 10. august 2007 19 tíðindi mær leggirnar, tí eg var í stuttum buks­ um. Men hettar skuldi ikki hindra mær, so eg helt á við góðum treysti. Bleiv eitt sindur skakkur, tá eg sá tvær ørnir lætta sær á nakað uppi yvir mær, og hugsaði, at hettar hevði eg ikki roynt fyrr, ­ eg, sum bert var vanur við at hava eina ørn undir liðuni á mær (ha ha). Hevði eina grein hjá mær, skuldu tær komið ov nær. Eftir drúgva gongu kom eg upp hagar, svevibanin endaði, 3310175 sum tó ikki er heilt á toppinum. Tá var klokkan 6, og her var lukket og slukket. Hevði fyri lítlari løtu síðani sæð tann síðsta vognin fara oman, so dreymurin um at sleppa oman aftur av fjallinum við svevibananum, hann brast ­ bert vindurin hoyrdist her, einki lív – eg var einsamallur á toppinum. Ørnirnar flugu nú undir mær, tær nutu at sveima framvið fjallasíðuni, har tær gjørdu sær dælt av tí uppgangandi vindinum,­ ein sera vøkur sjón at síggja arnarinnar veingjaspenni. Knappliga kom ein mað­ ur til sjóndar og kom yvir har, eg stóð. Vit heilsaðust, og eg spurdi hann, hvat hann gjørdi her. Hann segði, at hann var fjallaklintrari, 3310181 og skuldi gista her til mánadagin. Hann segði, at ein vinur hansara var á einum øðrum fjalli. Hann hugdi undrandi at mær, eg sá á honum, at hann helt meg verða skít­ bíttan. Hann var í røttum fjallaklintrara­ klæðum, og alt sat, sum tað skuldi. Eg var í stuttum buksum, svartaskóm og so tí ullintu undurtroyggjuni hjá Ólavi, sum gjørdi, at eg troystaði mær heilt upp í kuldan. Hann spurdi meg, um eg kendi leiðina oman aftur? Eg segði, at tað helt eg. So hugdi hann eitt sindur strangur uppá meg og segði, at nú mátti eg kvika mær oman aftur, áðrenn tað fór at myrkja. Tað skuldi hann ikki siga tvær ferðir, tí eg var skjótur at ganga mær oman aftur ­ og væl gekk, eg fann gøtuna oman, og tá ein triðingur var eft­ ir, møtti eg 4 amerikonskum gentum, 3310182 sum vóru í lestrarørindum í Spaniu. Eg segði teimum, at eg kom úr Føroyum, men tað høvdu tær ongantíð hoyrt um. Tær vóru á veg upp, men ætlaðu sær nokk ikki uppá toppin. Nú var tað eg. sum var tann klóki og segði við genturnar, at tær ikki máttu ganga ov langt, tí tað fór at skýma skjótt. Eg var sera fegin og takksamur fyri, at túrurin uppá Picos De Europa gekk so væl. Túrurin var ikki heilt vandaleys­ ur, serliga tann síðsti hamarin, har mátti eg klatra og ansa sera væl eftir, at eg hevði eitt gott festi, men ikki fyri at rósa mær, so bilti sjálvsálitinum einki. Eitt má eg nevna, at eg gekk ikki 2.648 metrar upp, fóturin á fjallinum var yvir 1000 metrar uppi. Tá eg var aftur í bilinum, koyrdi eg til tað nærmasta kampingplássið, tí nú var tað ein troyttur Eli, sum vildi sleppa at tørna inn. Møtti 4 amerikonskum gentum Møtti fjallaklintara