fríggjadagur 10. august 2007síða 18
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 153 - 10. august 2007
tíðindi
Beinan vegin, tá eg hevði lisið um
tað kenda fjallið í tí Cantabrisku
fjallarøðini í Norður
spaniu við Biskaja
víkina, sum vit ken
na, segði eg við meg
sjálvan, at hattar fjall
ið mátti eg koma
mær uppá. Hesi vøk
ru fjøll, navngóvu
h e i m v e n d a n d i
spanskir
sjómenn:
“Teir
Evropeisku
tindar”, tí hettar var
teirra fyrsta sjón av
heimlandinum. Hend
an fjallarøð er nú
størsta náttúrupark í
Evropa, sum fevnir
yvir landspartarnar,
Cantabrien og Austu
rien, hagar teknirøðin
Asterix stavar frá og
Castilla y León. Her
sær ein eitt ógvuliga
umskiftiligt landslag
við høgum fjøllum
gjáum og djúpum
grønum dølum við
frugtplantagum
og
mjólkineytum. Tann
víðagitni
osturin,
cabrales,
verður
gjørdur her og verður koyrdur inn
í fjallaholur at búnast (ca 6 mánað
ir).
Leiðin gekk móti Oviedo í byr
janini til eg sá eitt skelti, sum vísti
leiðina til Picus De Evropa, og
tað má eg siga, at tað var eitt satt
njótilsi at koyra hendan teinin
móti bjørgunum og gjøgnum hes
ar sera hugnaligu fjallabygdir og
býir, so at eg kundi hugsa mær at
steðga bæði her og har. Men nú
var málið eittans: “Picos De Euro
pa”. Vegirnir vóru góðir, men
smalir, so tað ráddi um at halda
seg røttu megin strikuna. Koyrdi
móti býi, sum at Fuente Dé, har í
svevibanin til Picos De Europa
var. Kom gjøgnum ein størri lands
bý, sum kallast Potes. Vegirnir
vóru ikki allastaðni egnaðir til
mín høga bil. Á einum strekki har
eg kom framvið einum bergi, sum
helti útyvir vegin, bar takið við
bergið. Bilurin skamfílaðist eitt
sindur, men tað tók eg nú ikki so
tungt. Umsíðir kom eg til Fuente
Dé og parkeraði bilin. Nøkur fólk
stóðu við kikarum og skimaðust
upp á tað høga fjallið, og eg sá, at
svevibanin koyrdi oman og niðan.
Skundaði mær at rigga til og fór
oman hagar svevibanin var, men
hvat, har var sperrað bæði her og
har. Nógvir málarar vóru í ferð
við at fríðka um nú, áðrenn ferða
fókini komu . Spurdi so ein um
svevibanan, men fekk at vita, at
hann í løtuni var stongdur og fór
ikki í drift fyrr enn fyrst í apríl
mánaða. Og har stóð eg? 3310156
Var komin allan hendan vegin við
mínum tunga lastbili, og tonkti
við mær, at fara heim aftur uttan
at hava verið uppiá fjallinum. Nei,
hugsaði eg, sum Nólsoyingar pla
ga at siga “at dett fór eg ikki”
Spurdi so, um tað var møguligt at
ganga niðan á fjallið, tí eg hevði
sæð eina gøtu, og jú hattar var
gøtan upp. Eg brynjaði meg til at
fara, fekk mær ein lítlan ryggsekk,
legði heit klæðir í, eitt flytes, eitt
colablikk og eina lummalykt, skul
di tað farið at myrkja, tí eg var
seinur á veg, klokkan var akkurát
blivin fýra. Byrjaði so at ganga
eftir gøtuni, sum sást væl, eitt
sindur ósløtt og var dekka við
nógvum
blágráðum
smágróti.
Gekk framvið einum skelti, sum
segði, at tað tók 2½ tíma at ganga
uppá fjallið, og so eg setti ferðina
eitt sindur upp. Eg føldi meg væl
og hevði gott mót. Sá at gøtan
ikki fór beina leið uppá Picus De
Europa, men fór ein langan
umveg, sum gjørdi, at tað var laga
ligari at koma upp. Hóast svevi
banin ikki flutti ferðafólk, so royn
darkoyrdu teir hann, og vognarnir
fóru oman og niðan alla tíðina So
eg lúrdi uppá og vónaði, at eg
kanska fór at sleppa oman aftur
við liftini, men hetta vóru ynski
dreymar. Meðan eg gekk, fór eg
at hugsa, um tað mundi verða
nakrar bjarnir her, tí eg hevði lis
ið, at á hesum økinum vóru nokk
tær einastu eftirlivandi bjarnirnar
í Spaniu. Vónaði tó, at tær ikki
fóru at koma eftir mær fyrst. Tað
leið væl eftir og eg hevði longu
flutt meg væl uppeftir. Framman
fyri mær flýggjaði eitt djór, sum
líktist einum hjørti. Havi seinni
fingið at vita tað eitur: Chamois.
Hettar slagið er væl skikkað at
klatra á grótutum og brøttum len
di. Chamois liva í smáum flokkum
og eta gras og blómur. Komin hál
va leið upp setti eg meg at eta og
neyt útsýnið, sera vakurt og hug
takandi. Merkti nú ein kaldan
vind, so eg skifti Tshirtuna út við
eina føroyska ullinta undirtroygg
ju, sum Anna vermóðir so umhug
sin hevði stungið mær í sekkin,
og sum Òlavur sáli hevði átt. Helt
so leiðina víðari upp. Her vaks
nógvur lingur og tað skamfílaði
Picos De Europa: 2.648m
FERÐAFRÁSØGN
Eli Smith, listamaður
3. partur