Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-08-10, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 10. august 2007síða 23

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 153 - 10. august 2007 Söslalurin 23 einki minni! Føroya besti samskipari... Í Føroyum skal haldast fólkateljing, eins og gjórt verður um allan heimin undir veingjabreiði Sameindu Tjóða. Eitt átak, sum fer at umfata allar fgroyingar — og gott og væl tað. Setast skal tí í starv ein samskipari við arbeiðsstað á Hagstovu Føroya. Fólkateljingin verður grundarlag undir nøkrum av mest avgerandi almennu skráunum um landsins borgarar — sum fólkayvirliti og adressuskrá — og fer samstundis at vera grundarlag undir púra nýggjum hagtglum um sosialu viðurskifti fóroyinga. Fólkateljingin skal fyrireikast væl, so at sjálvur teljingardagurin stendur á púra tryggari grund. Lógarkarmar, tókni, fyrisiting, samleiki, manning og upplæring skulu standa skotklár, tá sólin rísur teljingardagin. Vit sóknast tí eftir ongum minni enn Føroya besta samskipara, til at standa fyri hesum landsumfatandi átaki frá byrjan til enda. Samskiparin skal hava framúr góð evni at samskifta og samstarva. Vit sóknast eftir einum samskipara, sum við egnum HAGSTOVA FØROYA Glyvursvegur 1 - Postrúm 2068 - FO-165 Argir Tel. #298 35 28 00 - Fax #298 35 28 01 - hagstovaðhagstova.fo www.hagstova.fo myndugleika er fórur fyri at stýra átakið gjógnum forðingar á leiðini. Starvið er tíðaravmarkað til verkætlanarskeiðið, sum er mett at vera um leið fimm ár. Av tí at samskiparin verður so avgerandi fyri at tiltakið eydnast væl, er fyrsta setanin avmarkað til eitt ára royndartíð, tá ayrikið verður eftirmett. Lgnin er sambært galdandi sáttmála, men við eini viðbót, av tí at starvið er tíðaravmarkað. Á heima- síðuni www.hagstova.fo er at finna meira nágrein lýsing av tiltakinum og starvinum. Meira fæst at vita um starvið frá Hermanni Oskarssyni, stjóra á Hagstovu Føroya, telefon #298 225038. Umsóknir skulu vera Hagstovuni í hendi 13. avgust 2007. Hagstova Føroya er sjálvstöðugi hagtalsstovnur landsins. Stovnurin er í trimum deildum - Hagtalsdeild, KT-deild og Útgávudeild, sum samstarva um at veita almenninginum góð og skjót hagtøl um so nógv viðurskifti sum til ber. Á stovninum arbeiða 15 fólk - búskaparfróðingar, samfelagsfrgðingar, KT-tøkningar og skrivstovufólk. TEAM85