fríggjadagur 10. august 2007síða 24
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24 tíðindi
Nr. 153 - 10. august 2007
Aftur í ár stevna fólk úr
øllum landinum til
Nólsoyar á Ovastevnu.
Stevnan, sum hevur til
endamáls at útvega pening
at gera svimjihyl til børnini
í bygdini. Eitt lyfti, sum
navnframi Ove Joensen
gav, tá hann fyri góðum
tjúgu árum síðani einsa
mallur róði tann langa tein
úr Nólsoy til Keypmanna
havnar.
At nólsoyingar spenna seg
út til at taka væl ímóti
stevnugestum, sæst á
stevnuskránni, sum gerst
alt meira fjølbroytt fyri
hvørt ár. Her eru alskyns
tilboð til bæði ung og
gomul. Á skránni eru
kabarett, loppumarknaður,
felagssangur, dansur,
konsertir, hoppiborg og
mangt, mangt annað.
Umframt hesa fjølbroyttu
skránna, eru svimjingin um
Nólsoyarfjørð og árliga
Regattasiglingin, sum
endar á Ovastevnu, eisini
serligir og forvitnisligir
partar av stevnuni.
Nólsoyingar sita ikki
hendur í favn – her hendir
altíð okkurt. Og eitt, sum
er hent síðani stevnuna
ífjør er, at kunningarstova
er latin upp í bygdini.
Tórshavnar Kommuna
fegnast almikið um hetta
megnartak, sum nólsoying
ar hava tikið. Tá komm
unan ífjør tók stig til at
menna Nólsoynna sum
ferðavinnuoyggj, vóru
nólsoyingar skjótir at taka
undir. Í vár lat so kunning
arstovan upp, og er nú ein
týðandi partur, tá takast
skal ímóti gestum.
Og í Nólsoy kenna allir
gestir seg vælkomnar, tí
blíðskapurin er tiltikin. So
uttan mun til, um stevnu
gestirnir koma við Rituni,
við Regattasiglingi, ella
svimja um fjørðin, er
móttøkan eins hjartalig.
Nólsoyingar hava nú fyri
reikað ársins Ovastevnu og
skipað fyri, at karmarnir at
hátíðarhalda stevnuna eru
betri, enn nakrantíð áður.
Latum okkum øll – saman
við nólsoyingum – vísa, at
í felag kunnu vit skapa
hugna og stuttleika. Í felag
kunnu vit syrgja fyri, at
ovastevnan í ár verður hin
besta nakrantíð!
Hjartaliga vælkomin á
Ovastevnu!
Heðin Mortensen
borgarstjóri
Góða Ovastevnu
Vælkomin á Ovastevnu
Sambært
Petur
Skeel
verður veðrið ivasamt um
vikuskiftið. Hann brúkar
vendingina
»vánaligt«,
men hyggja vit nærri at
veðurvánunum á baksíð
uni síggja vit, at vánaliga
veðrið eftir øllum at døma
ikki kemur fyrr út á
seinnapartin sunnudagin.
Vindurin, altso.
Annars verður spátt
mjørki og regn av og á alt
vikuskiftið. Ættin verður
eystan og landnyrðingur
og vindurin 38 ms. Og
tað er jú tað, vit vanliga
rópa brúkiligt føroyskt
summarveður.
Og sum longu nevnt, so
kemur
vindurin
eftir
øllum sólarmerkjum ikki
fyrr
enn
seinnapartin
sunnudag, men tað verður
undir øllum umstøðum
hampiligt
hjá
báta
fólkinum at sigla til hús
aftur, tí ættin verður
undan hjá øllum, ið ikki
skulu
norður
um
Mjóvanes. Ættin verður
alt vikuskiftið eystan og
landnyrðingur, men hann
skiftir nakað.
Mánadagin
minkar
hann so aftur vindin, men
tað
verður
framvegis
ælingur, tó við sólglottum
av og á, sigur Petur
Skeel.
Ivasamt stevnuveður