fríggjadagur 10. august 2007síða 25
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
25
tíðindi
Nr. 153 - 10. august 2007
Randi Frederiksberg,
sum seinasta árið
er vorðin »hálvur
nólsoyingur«, skal
seta Ovastevnu í ár, og
ætlar í røðuni at taka
støði í, hvussu fólk í
Havn síggja Nólsoy
OVASTEVNA
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
- Inntil fyri einum ári síðani
hevði eg bert verið í Nólsoy
eina ferð. Tað var ein skúla-
útferð, og tað, sum eg minn-
ist best, er Holið. So tað var
nátúrliga tað, sum eg spurdi
fyrst eftir, tá eg fyri einum
ári síðani fekk til uppgávu at
samskipa og seta á stovn
eina ferðavinnu í oynni, sig-
ur Randi Frederiksberg, sum
í ár skal seta Ovastevnuna.
Og hon er verliga vorðin
kend í Nólsoy, tí seinasta
árið hevur hon ferðast út í
oynna eina ferð um vikuna
at hava fundir við áhugaðar
nólsoyingar, sum eisini hava
sæð ein møguleika í ferða-
vinnu í oynni, ið av lands-
stýrimun er útrópt at verða
komandi
»grøn«
oyggj.
Henda verkætlan gongur út
upp á, at Nólsoy skal gerast
sjálvforsýnandi innan orku
við varandi orkukeldum.
Randi sigur, at hon, eins
og onnur havnarfólk, hava
sína ímynd av Nólsoy, ein
ímynd, sum als ikki vísir
seg at halda stikk, tá alt
kemur til alt.
- Nólsoy liggur so tætt við
Havnina, men kortini eru vit
so ólík, hava heilt hvør sína
mentan. Nólsoyingar eru so
frammarliga
á
nógvum
økjum innan mentan, bæði
hvat tónleiki og leiklist við-
víkur, sigur Randi Frederiks-
berg, sum starvast sum
vinnusamskipari hjá Tórs-
havnar Kommunu.
Og eitt, sum Randi hevur
hoyrt nógv um, og sum hon
ikki ætlar skal fara aftur við
borðinum í ár, er kabar-
ettin.
- Hana ætli eg mær so
avgjørt til. Eg havi hoyrt so
nógv um kabarettirnar og
skilji á lagnum, at nólsoy-
ingar hava so nógvar dugna-
ligar sjónleikarar, at hana
skal eg síggja, sigur Randi
Frederiksberg.
Eftir at hava samstarva
við nólsoyingar er Randi eis-
ini bergtikin av tí, ið oyggja-
búgvarnir kunnu fáa av
skafti upp á eina nátt. Hetta
upplivdi hon í sambandi við
klárgerðina av Kunningar-
stovuni.
Tað er undarligt at hugsa
sær. Fyri einum ári kendi
eg einki til Nólsoy. Í dag
kenni eg hvønn krók. Og eg
heilsi upp á allar nólsoyingar
eg møti í Havnar gøtum.
Og so veit eg eisini nú, at
Holið er niðurdottið fyri
nógvum árum síðani, sigur
Randi Frederiksberg, ið
gleðir seg ómetaliga nógv
til Ovastevnuna, tó at tað av
persónligum ávum er eitt
sindur avmarkað, hvussu
nógv hon kann verða við til
í Nólsoy um vikuskiftið.
So nær og tó so ólík
Tað verður ógvuliga apropos Randi Frederiksberg, ið skal
seta Ovastevnuna í ár
Mynd: Jens Kristian Vang
Ein blanding av
royndum og heilt
nýggjum kabarett
leikarum skal i ár
syrgja fyri skemtiligu
innsløgunum á
Ovastevnu. Tilfarið
spennir vítt frá djúpt
lokalum til tjóðarligt
undirhald. Eins og
stevnan hevur eisini
kabarettin ment seg
OVASTEVNA
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Eingin
Ovastevna
uttan
eina kabarett.
Ovastevnukabarettin
er
næstan líka gomul sum
stevnan sjálv. Bert fyrsta
árið, sum í veruleikanum
var eitt royndarár, var eingin
kabarett, men seinastu fjúrt-
an árinik hevur hon verið
eitt av mest týdningarmiklu
innsløgunum av øllum.
Og kabarettin sjálv er
komin langt síðani fyrstu
trilvandi byrjanina. Á træn-
um var heitið á fyrstu Ova-
stevnukabarettini í 1994,
og tað var bæði heitið á kab-
arettini og temaið í henni.
Eitt træ, sum skuldi ímynda
savningarstaðið hjá nólsoy-
ingum, varð lagt á pallin, so
var improviserað. Ferdugt.
So sum áskoðari kundi tú
fara til hvørja sýning, eing-
in teirra var eins. Men tað
hevði sanniliga eisini sína
sjarmu.
Við árunum hevur kabar-
ettin tó ment seg frá at vera
útilokandi lokalt tilfar til at
spenna meiri vítt. Og ikki
minst hevur alsamt størri
dentur verið lagdur á, at
gera hana meiri profession-
ella, skilt á tann hátt, at
venjingin nú verður tikin í
størsta álvara.
Nú verður vant hvørt
kvøld í einar tvær vikur upp
undir stevnuna, og so hvørt
fríggjakvøldið, og harvið
frumsýningin, nærkast, tess
longri líða venjingarnar út
á kvøldið.
Manningin í ár er ein
blanding av royndum og
heilt nýggjum kabarettleikar-
um. Teir royndastu fara á
pall í kabaretthøpi fyri nígg-
indu ferð, teir feskastu fyrstu
ferð. Aftur í ár eru tað
Snæbjørn Hansen og Karlot
Jacobsen, sum standa á odda
fyri venjingini.
Í leikskránni gremja leik-
ararnir seg eitt sindur um,
at nólsoyingar lítið og einki
bítt hava gjørt seinasta árið,
men okkurt man kortini
vera, tí kabarettin liggur
um tey trý korterini í
longd.
Og sum nólsoyingar vita,
so plagar seinasta sýningin
mánakvøld eftir stevnuna at
vara nakað væl longri, tí tá
er alt tað feskasta – tað sum
er hent á stevnuni dagarnar
fyri – eisini við.
Tey, sum manna kabarett-
ina í ár, eru Snæbjørn Han-
sen (hevur verið við átta
ferðir áður), Tanja L. Poul-
sen (8), Nicolaj Falck (7),
Karlot Jacobsen (6), Ulla
Poulsen (0), Amanda Han-
sen (0) og Villy Joensen
(0).
Grøna sproytu til láturmusklar
Kabarettfólkið undir venjing mikukvøldið. Frá vinstru: Tanja, Snæbjørn, Ulla, Karlot, Villy,
Amanda og Nicolaj
Mynd: Leo Poulsen
Fótbóltur á Ovastevnu
Ikki færri enn tveir fótbóltsdystir verða leygardagin í
Nólsoy. Hendan »traditiónin« byrjaði i fjør, og í báðum
førum er talan um »teir eldru móti teimum yngru«. Sum
tað hevur verið frammi, verður talan um ein tónleikadyst,
sum Terji Rasmussen hevur gingið á odda fyri, og í
hinum førinum er tað fótbóltsfelagið í Nólsoy, NÍF, við
Jan Hansen á odda, ið skipar fyri. NÍF-dysturin verður
klokkan 15.00 og tónleikadysturin klokkan 16.00
leygardagin.
Ikki sita køld
Vanliga verður oljan, ið húsarhaldini í
Nólsoy brenna, førd um fjørðin við
Sam, og tá tað nú lagaði seg soleiðis, at
júst Sam skuldi flyta alt tilfarið til
Osastevnu út í oynna, nýtti Shell høvið
at flyta tveir tangabilar við olju í
goymsluna har úti. Tað er ikki vist, at
fólk ganga so høgt upp í húsahita á
stevnuni, men nú nýtist so ikki
nólsoyingum at sita kaldir á stevnuni