Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-08-10, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 10. august 2007síða 26

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

26 tíðindi Nr. 153 - 10. august 2007 Mikukvøldið og hósnáttina flutti Sam alt tilfarið um fjørðin til Nólsoyar, sum brúkast skal á Ovastevnu. Og longu nú stendur alt uppi og klárt at taka ímóti mongu gestunum OVASTEVNA Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Fyri fimtandu ferð á rað skipa nólsoyingar fyri Ova­ stevnu. Tað, sum í 1993 byrjaði sum ein royndar­ stevna við fáum hundrað vitjandi, hevur vaksið seg til eina av mest týðandi stevnunum í landinum yvirhøvur. Og tað eru eftir hondini fleiri sum siga, at tey heldur fara á Ovastevnu enn Ólavsøku. Tað er eyðvitað nógvar fyrireikingar til eina slíka stevnu, og størsta trýstið stendur á dagarnar beint undan, at tiltakið letur upp. Og tá 270 íbúgvar skulu fyrireika seg at taka ímóti millum 4000 og 5000 gest­ um, so skal nógv til. Tilfarið til stevnuna er rúgvismikið, og Sam mátti sigla heilar tríggjar túrar, áðrenn alt var komið á keiina í Nólsoy at standa. Og klokkan var farin væl av hálvgum tvey um náttina, áðrenn Sam legði frá landi í Nólsoy seinasta túrin. Í gjár og í dag hevur so verið fingist við at seta alt tað upp, ið komið er í oynna, og tá gestirnir byrja at koma til Nólsoyar eina­ ferð seinni í dag, er alt til reiðar at taka ímóti lutfals­ liga størstu stevnu í landin­ um. Tilfarið flutt á nátt Sam mátti sigla tríggjar túrar mikukvøldið og inn í hósnáttina, áðrenn alt tilfarið stóð á keiini til Ovastevnuna stóð á keiini í Nólsoy Mynd: Leo Poulsen Hátíðardámur Av einari ella aðrari orsøk hava kommunu­ arbeiðarar fingið tað orð á seg, at teirrra arbeiði er, at hanga niður á ein spaka. Men tað merkið kann í hvussu er ikki klistrast á kommunuarbeiðararnar í Nólsoy. Teir hava ligið flatir í luftini, sum tikið verður til, hesar dagarnar upp undir stevnuna, til tess at bygdin skal verða so hátíðarkend, sum til ber. Her eru Baldwin Jacobsen og Jonhard Hansen í ferð við at festa eina flaggstong til Ærisportrið. Ljós yvir landið Skal tað bera til at skipa fyri einari so stórari stevnu hjá einari so lítlari bygd, so mugu øll hjálpa til, hvør á sín hátt. Nólsyingar eru væl fyri, bæði hvat viðvíkur tónleikarum og hvat viðvíkur elektrikarum. Og tað ber eisini til at kombinera hesi bæði. Her eru teir báðir elektrikararnir Súni Joensen og Bjarni Hansen í ferð við at skapa »ljós yvir landið«. Báðir eru tónleikarar og eiga studio Oyravox saman við Terja Rasmussen. - Eftir summarfrítíð- ina fara vit á fund við Tórshavnar komm- unu, sum Nólsoy nú er partur av. Her fara vit at tosa um, hvussu fram skal farast við byggingini av svimjihøllini, sig- ur Jákup av Skarði, formaður í stuð- ulsnevndini fyri svimjihyli í Nólsoy OVASTEVNA Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Hóast meira enn 20 ár nú eru liðin, síðan Ove Joensen eftir meira enn 40 dagar longu ferðina úr Nólsoy til Keypmannahavnar gav børnunum í Nólsoy lyfti um ein svimjihyl, er eingin svimjihylur komin enn. Í eini 14 ár hevur ein stuð­ ulsnevnd fyri svimjihyli í Nólsoy skipað fyri ovastevn­ um, har avlopspeningurin er settur í hesa verkætlan. Tá ovastevnan í 2003 hevði 10 ár á baki, vísti Ole­ vina Joensen, mamma Ova á, at tað hevði glett hana, um tað stoypiarbeiði, sum gjørt er eystanfyri skúlan, í fyrsta lagi hevði komið so mikið væl áleiðis, at svimji­ hylurin kundi verið innilokaður. Men tað er hann ikki enn. Málið óbroytt Jákup av Skarði er formaður í stuðulsnevndini og soleiðis eisini ein av høvuðs fyri­ reikarunum til stevnuna. Ovastevnan er við árunum vorðin eitt stórt tiltak, sum hópur av fólki vitja, og soleiðis eru eisini nógv fólk við í fyrireikingunum. Eitt er at reisa mong tiltøk á føt­ ur, og annað er so at syrgja fyri, at fólk eru til at gjøgn­ umføra tey og syrgja fyri, at alt gongur, sum tað skal. ­ Málið hjá okkum er framvegis hitt sama – at byggja ein svimjihyl í Nólsoy. Tað er ikki slept og verður heldur ikki slept, nú vit, sum partur av Tórshavn­ ar kommunu, síggja okkum uppaftur betri møguleikar at føra hesa verkætlan út í lívið, sigur formaðurin í stuðulsnevndini. Ikki ov seint Tað er eftirhondini langt síð­ an, at nólsoyingar ásannaðu, at ovastevnan einsamøll ikki megnar at fullføra hesa verkætlan. ­ Vit hava áður vent okk­ um til ymiskar grunnar, sum hugsandi kundu hjálpt okkum ávegis, men hetta hevur higartil einki givið, sigur Jákup av Skarði. Nú Nólsoy er vorðin part­ ur av Tórshavnar kommunu – og soleiðis eisini partur av eini størri eind, sær for­ maðurin í stuðulsnevndini fleiri møguleikar fyri sær. ­ Tað er greitt, at tað stoypiarbeiði, sum higartil er gjørt, kann ikki standa, sum tað stendur, tí við tíðini fer betong og jarn í ommu sína. Hann sigur, at kanningar eru gjørdar av tí, sum higartil er gjørt, og tað vísir seg, at enn er ikki ov seint at taka um endan. Men við tíðini rustar armeringin, og betongið ferst. Stór optimisma ­ Vit hava fingið lovað ein fund við Tórshavnar komm­ unu nú beint eftir summar­ frítíðina, og vit fara við stór­ ari optimismu undir at tosa við kommununa um, hvussu fram skal farast, soleiðis at málið verður rokkið. Jákup hevur áður sagt, at hansara mál er, at svimji­ hylurin í Nólsoy skal standa liðugur og klárur at taka í nýtslu í 2010. ­ Tá ið vit nú fara at tosa við Tórshavnar kommunu, kemur verkætlanin øll, sum hon er, væntandi eisini til viðgerðar. Óhugsandi er ikki, at verkætlanin verður broytt, og at talan eitt nú kann gerast um aðrar kon­ struktións møguleikar. Betri møguleikar Hann vísir á, at áður var ætl­ anin, at svimjihøllin eisini skuldi vera savn, har eitt nú báturin hjá Ova skuldi hava sítt pláss. Men nú stendur Diana Victoria væl í kjallar­ anum, har nýggja kunning­ arstovan í Nólsoy er. ­ Nú vit eru partur av Tórs­ havnar kommunu, hugsi eg mær, at vit hava nógv størri møguleikar at fáa góða veg­ leiðing í sambandi við verk­ ætlanina. Kommunan hevur bæði arkitektar, ráðgevarar og løgfrøðingar at heita á, sum eiga at vita, hvussu vit best – og í felag – kunnu náa á mál. Í trimum stigum Jákup av Skarði sigur, at hugsandi er, at verktætlanin verður framd í trimum stig­ um, soleiðis at betongarbeiði í fyrsta lagi verður gjørt lið­ ugt, síðan verður svimjihøll­ in innilokað, og síðan verður seinasti partur at gera høllina lidna innan. ­ Eg ivist onga løtu í, at vit saman við tí fólki, sum býráðið hevur undir sínum hatti, kunnu koma til fræg­ astu loysnina, leggur hann aftrat. At enda vísir formað­ urin í stuðulsnevndini á, at mentamálaráðið eisini hev­ ur víst á stuðulsmøguleikar í sambandi við byggingina. ­ Saman við Tórshavnar kommunu vóni eg, at vit nú rættiliga kunnu fáa hesa verk­ ætlan í eina fasta legu, soleiðis at fólk av álvara kunnu síggja fram til, at svimjihylurin í Nólsoy stend­ ur liðugur og klárur at taka í nýtslu um ikki so leingi, sigur Jákup av Skarði. Ovastevna: Kósin er óbroytt - svimjihylur skal byggjast í Nólsoy - Málið at byggja ein svimjihyl í Nólsoy er ikki slept og verður heldur ikki slept, nú vit, sum partur av Tórshavnar kommunu, síggja okkum uppaftur betri møguleikar at føra hesa verkætlan út í lívið, sigur formaðurin í stuðulsnevndini, Jákup av Skarði Mynd: Vilmund Jacobsen