fríggjadagur 10. august 2007síða 27
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 153 - 10. august 2007
27
tíðindi
Soleiðis hevur lívið
hjá Gunnar Larne
laga seg. Tað, sum
skuldi verða ein ferð
út um landoddarnar
at síggja heimin,
endaði sum lívsverk
í Noregi. Har hevur
hann bæði roynt lívið
á minstu løgreglustøð
í landinum, og verið
lívverji hjá eitt nú Gro
Harlem Bruntdland
og Jan P. Syse
LÍVSLEIÐ
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Tað er hektiskur aktivitetur
um alla bygdina, tá vit báðir
Gunnar Larne og undirritaði
sessast í køkinum á Gurðnar
veggi niðri við keiina.
Gurðnarveggur – helst
upprunaliga Guðrunarvegg
ur – er barnaheimið hjá
Gunnari, og eisini har, hann
heldur til, tá hann ferðast
aftur í Føroyum.
Eg vaks upp í einum
heimi, har náttúran hevði
stóran týdning, og longu frá
barnsbeini sleit eg mínar
skógvar suðuri á Urð við
fleygastong í hond, minnist
Gunnar Larne.
Hann tók realskúla í Havn
og fór síðani til skips við
Kúrberg, sum sera dugnaligi
skiparin Birgir Simonsen
førdi. Gunnar sigldi í tvey
ár, men tá var útferðarlongs
ulin komin á hann.
Eg vildi sleppa út í heim
at síggja meg um. Ikki bara
í Norðanlondum, men long
ur suður í verð. Eg fór fyrst
til Noregi, tí eg hevði nakað
av familju har, og síðani var
ætlanin at fara suður í
Europa og síðani finna ein
kjans við einum farmaskipi
og so síggja tíðina ann, hvar
leiðin gekk, sigur Gunnar.
Tað tók nakað nógva tíð í
Noregi, tí har var so nógv
áhugavert at uppliva. Eitt
»vátt« heystarkvøld stakk
tað seg upp á hann, at fara
at lesa til student. Og hann
so gjørdi.
Tað tók tvey ár, og síð
ani skuldi eg gera av, hvat
eg skuldi gera, antin eg
skuldi fara heim ella ikki.
Men mín politiska sannfør
ing gjørdi, at eg helt, at eg
saktans kundi brúka tvey ár
av mínum lívi at verja vest
urlendska demokratiið, so
tað endaði við, at eg fór á
ein yvirhermannaskúla, sig
ur Gunnar Larne.
Á skúlanum skuldi nógv
ymisk skeið takast, og mill
um annað skuldi hann læra
at aka á skíðum, nakað,
sum hann av góðum grund
um ikki hevði lært heiman
ífrá.
Men júst hendan veturin
stóð illa til við kava á lægru
økjunum, so eg mátti læra
hetta kynstrið við at aka á
skíð tvørtur um Hardangar
vidda. Og hetta var sera
strævið, greiðir Gunnar frá.
Endin var kortini góður,
og eftir at hava tjent sína
vernaskyldu, hevði Gunnar
hug at fara at lesa jura.
Í trygdartænastu
Men eg hugsaði við mær
sjálvum, at eg heldur mátti
læra fakið frá grundini av,
og tí gjørdi eg av at fara á
løgregluskúla fyrst, sigur
útlagni nólsoyingurin.
Sum hugsað so gjørt, og í
1977 var hann so útbúgvin
løgreglumaður.
Eftir eitt tíðarskeið kom
Gunnar so inn í trygdartæn
astuna, og tað førdi við sær,
at hann við tíðini gjørdist
partur av trygdini rundan
um forsætisráðharran og
aðrar norskar ráðharrar.
Hann vil illa til at tosa
um hetta, men tá vit bein
leiðis spyrja sigur hann:
Ja, hetta er jú nakað fólk
hava sæð í sjónvarpinum,
so tað er lítil meining í at
dylja tað. Eg var lívverji og
trygdarvørður hjá norsku
forsætisráðharrunum í fimt
an ár, men eg kann sjálvandi
ikki fara í smálutir um
nakra hending hesa tíðina,
sigur Gunnar Larni.
Men hetta merkti, at tú
eisini ferðaðist alla staðni,
har norski forsætisráðharrin
fór?
Ja, eg ferðaðist nokk so
víða um heimin. Um vit
taka umhvørvisráðstevnuna
í Rio de Janeiro í 1992, so
var eg har, sigur Gunnar.
Hann hevur eisini verið í
londum í Afrika, Asia,
Europa, Suður og Millum
amerika og USA. Har hevur
millum annað verið í ST
bygninginum í New York,
og í Hvítu Húsunum. Hann
hevur enntá traðkað inn í
Ovala Rúmið, tó uttan at
forsetin var til staðar.
Hann hevur enntá búð á
Watergate Hotel, har demo
kratiski flokkurin hevði eina
skrivstovu, ið gjørdist heims
kend, tá brotið varð inn í
hana, eitt innbrot sum førdi
til, at Nixon mátti leggja frá
sær sum forseti í USA.
Ghandi og Treholt
Gunnar Larne minnist, at
hann einaferð sat á 47.
hædd á einum hotelli í New
York og hugdi út yvir býin.
Hvar fara fólk sunnudags
túrar við børnum sínum,
hugsaði eg. Har fáir grønir
blettar vóru at síggja, og tá
eg nú búgvi við skógini á
aðrari síðuni og rættiliga
fríum lendi hinumegin – og
enntá eri vaksin upp í
Nólsoy – so má eg siga, at
eg als ikki hevði kunna
livað eitt slíkt stað, sigur
Gunnar Larne.
Men sum lívvaktur og
trygdarvørður hjá forsætis
málaráðharranum
ansaði
Gunnar
ikki
bert
eftir
Brundtland
og
øðrum
ráðharrum, hann var eisini
partur av verjuni hjá vitjandi
statsleiðarum.
Um vit taka nýggjastu
dømini, so kunnu millum
annað nevnast Bill Clinton
og Boris Jeltsin. Men fleiri
aðrir statsleiðarar vitjaðu jú
eisini Noregi, og har vóru
bæði generalar og diktatorar
ímillum. Og so var hann
eisini partur av trygdini, tá
Indira Ghandi vitjaði í Nor
egi. Øll minnast jú, at bara
fáar vikur eftir, at hon var
komin heim aftur, varð hon
myrd av einum av sínum
egnu trygdarvørðum.
Og tað var nakað, sum
fekk meg at hugsa, tí hesin
maðurin var jú í fylginum á
ferðini til Noregs, sigur
Gunnar Larne.
Hann hevur eisini havt
við aðrar kendar persónar
at gera, um enn ikki allir
vóru kendir fyri tað góða.
Mær er komið fyri oyra,
at tú eisini var við til at ansa
eftir Arna Treholt, tá hesin
var saksøktur fyri landa
svik?
Ja, dregur Gunnar á, tað
passar, at eg var við til at
ansa eftir honum undir báð
um rættarmálunum. Tað var
eisini sum trygdarvørður,
sigur Gunnar.
Meiri vil Gunnar Larne
ikki siga um síni fimtan ár
sum lívverji og trygdarvørð
ur hjá summum av heimsins
mætastu statsleiðarum. Og
tað er á sín vís skilligt, hav
andi í huga, at hann røkkur
persjónsaldur í mars mánaði
komandi ár.
Njóta sítt otium
Men sjálvt um tað ljóðar
sum meiri enn eitt fulltíðar
starv at vera lívverji hjá
mætastu politisku persónum
í Noregi, so hevur Gunnar
Larne nógv onnur jørn í
eldinum. Hann er politiskt
aktivur í lokalsamfelagnum,
og er formaður í felagnum
NorskFærøysk Lag. Hann
skipar eisini sum privat
persónur fyri ferðum til Før
oya. Tað plagar at vera
annaðhvørt ár.
Í fjør royndi hann, sum
naka nýtt, at fara heilt norð
ur í norðurendan á Noregi
at starvast sum løgreglu
maður í átta mánaðir.
Tað var norðuri í Passvik
dalinum, ið liggur sum ein
kíli inn í Finnland og Russ
land. Hetta er minsta løg
reglustøð í Noregi við bara
tveimum løgreglumonnum.
40 kilometur eru til nærm
asta handil, og dalurin er
ógvuliga tunt fólkaður. Har
eru eisini nógvar bjarnir,
einar 35 í tali til eina og
hvørja tíð í dalinum, sigur
Gunnar.
Og tað kundi hann hugsa
sær at roynt aftur, um høvið
beyðst.
Men nú ætlar hann sær
fyrst at njóta Ovastevnuna,
áðrenn hann mánadagin fer
yvir aftur til Noregs at ganga
sítt seinasta róðurtørn.
Nólsoyingur lívverji hjá Bruntdland
Gunnar Larne við harpunini, sum stóð í hvalinum, ið rak á
land í Nólsoy, og hvørs kempur nýttar at gera heiðursportri
í Nólsoy. Á harpunini stendur C. L. Dragsberg, Tønsberg.
Nólsoyingurin Jóhannus Joensen úr Heiðriksstovu, sum hevur
verið skipari á norskum skipum alt sítt lív og býr nerhendis
Tønsberg, hevur gjørt kanningar í hesum sambandi og er
komin fram til, at Dragsberg var ein svenskur jarnsmiður, sum
flutti til Tønsberg. Hann gjørdi ymiskt jarnsmíð, millum annað
hvalaharpunir. Hetta er ein sonevnd kaldharpurn, sum teir
nýttu áðrenn Svenn Føyn uppfann granatharpunina
Gunnar Larne tosar her við fróðarmannin Høgna Thomsen,
sum eisini veit væl at siga frá hendingini, tá hvalurin – og
harpunin – rak á land í Nósoy