Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-08-10, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 10. august 2007síða 30

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

30 Nr. 153 - 10. august 2007 Meginskrivstovan · Postsmoga 3037 · 110 Tórshavn · Tel 30 40 20 · Faks 30 40 10 · meginskrivstovan@naerverk.fo www.naerverk.fo Starvslýsing Heimatænastan Økisleiðari til Heimatænastuna í Suðurstreymoy Nærverkið søkir eftir økisleiðara til Heimatænastuna í Suðurstreymoy, øki 1. Heimatænastan í Suðurstreymoy veitir tænastu til umleið 500 borgarar í Suðurstreymoy. Tænastan fevnir um sjúkrarøkt, uppvenjing, vegleiðing, heilsuhjálp og røkt. Í Heimatænastuni í Suðurstreymoy starvast á leið 140 starvsfólk. Tvey eldrasambýlir og eitt dagtilhald fyri minnisveik hoyra til øki 1. Økisleiðarin hevur tilvísing til leiðaran fyri eldraøkið. Høvuðsuppgávur: • Daglig leiðsla av heimatænastuni í øki 1 • Ábyrgd av góðskuni av veittu tænastuni til borgaran • Ábyrgd av at fíggjarætlanin innan økið verður hildin innan játtaða karmin. • Gera uppskot til fíggjarætlan fyri økið. • Partur av leiðslutoyminum fyri økisleiðarar í Heimatænastuni í Føroyum. Førleikakrøv: • Heilsufakliga ella aðra viðkomandi útbúgving • Royndir innan leiðslu og fyrisiting • Er førur fyri at taka ábyrgd og avgerðir í arbeiðinum • Er bjartskygd/ur og opin fyri nýhugsan • Er fyrikomandi og hevur góð samstarvsevni. Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til leiðaran fyri eldraøkið, Gunnleyg Durhuus, tlf. 304020 Setanartreytir: Starvið verður sett skjótast gjørligt. Setanarstaðið er Nærverkið við tænastu í løtuni í Suðurstreymoy. Lønar- og setanarviðurskifti eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarandi yrkisfelag. Umsókn: Send eina umsókn við avrit av prógvi og upplýsingum um útbúgving og fakligar roynir til: Nærverkið Postboks 3037 110 Tórshavn Stílað: Gunnleyg Durhuus, leiðari fyri eldraøkið Umsóknarfreist: 24. august 2007 Les meira á www.naerverk.fo/leys størv Nærverkið kemur út til borgaran at veita tænastur, ið fevna um eitt nú stuðul, tilboð til borgarar við serligum tørvi og tænastur til barnafamiljur og eldri. Nærverkið er sjálvstøðugur stovnur undir Almanna- og heilsumálaráðnum. Umframt Meginskrivstovuna, ið hevur yvirskipaðu leiðsluna, eru fýra deildir: Heimatænastan, Trivnaðartænastan, Stuðulstænastan og Barnatænastan. Nærverkið leggur áherðslu á nærleika, umsorgan og professionalismu í øllum lutum. Umleið 1400 fólk starvast í Nærverkinum. Varaleiðari til Heimatænastuna í Suðurstreymoy Nærverkið søkir eftir varaleiðara til Heimatænastuna í Suðurstreymoy, øki 1. Heimatænastan veitir heimahjálp og røkt til umleið 500 heimabúgvandi borgarar og borgarar á Eldrasambýlum í Suður- streymoy. Í Heimatænastuni í Suðurstreymoy starvast á leið 140 starvsfólk. Varaleiðarin arbeiðir í tøttum samstarvi og samskifti við brúkarar, starvsfólk og økisleiðara og tryggjar góðskuna av veittu tænastuni. Varaleiðaran hevur tilvísing til økisleið- aran. Høvuðsuppgávur: • Leiða og fordeila arbeiðið við atliti til tørvin hjá brúkaranum • Leggja til rættis og luttaka í starvs- fólkamenningini og fakligu menningini • Viðvirka til støðugt økt samstarv millum starvsfólkabólkarnar, eldrasambýlini og heimatænastuna í økinum. • Hava eftirlit við veittu tænastuni. • Hava eftirlit við lønarútgjaldinum. • Hava ábyrgdina av samskipanini við lesandi og næmingum. Førleikakrøv: • Hevur heilsufakliga ella aðra viðkomandi útbúgving • Hevur hug og hegni at fyrisita og leiða • Evnar at samstarva við brúkarar, avvarandi, starvsfólk og leiðslu • Hevur royndir og kunnleika innan primeru og sekunderu heilsutænastuna • Er bjartskygd, opin fyri nýhugsan og tænastusinnað Tað er ein fyrimunur, um tú hevur royndir í fyrisiting og leiðslu eins og kunnleika til teldu á brúkarastøðu. Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til økisleiðaran á telefon 31 72 49. Setanartreytir: Starvið verður sett skjótast gjørligt. Lønar- og setanarviðurskifti eru sambært sáttmála millum fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag. Setanarstaður er Nærverkið við tænastu í løtuni í Suðurstreymoy. Umsókn: Send eina umsókn við avrit av prógvi og upplýsinum um útbúgving og fakligar royndir til: Nærverkið Postboks 3037 110 Tórshavn. Stílað: Gunnleyg Durhuus, leiðari fyri eldrøkið Umsóknarfreist: 24. august 2007 Skene House Rosemount 3.215.- Fyri hvønn um 6 fólk deila íbúð Á Rosemount er sjálvgerðar- morgunmatur. Rosemount er roykfrítt, men serlig støð eru gjørd uttanfyri til roykjarar. Brentwood Hotel 3.305.- Fyri hvønn í dupultkamari Á Brentwood Hotel er skotskur morgunmatur. Hotellið er sera hugnaligt og liggur mitt í býnum. Royn eisini matstovuna og pubbin á kvøldi. Patio Hotel 3.590.- Fyri hvønn í dupultkamari Á Patio Hotel er skotskur morgunmatur. Hetta er eitt nútímans hotell við svimjihyl, hitarúm, venjingarrúm, og einari frálíkari matstovu og barr. atlantic.fo Endiliga! Nú fl úgva vit aftur til Aberdeen Íroknað er: Flogferð við øllum avgjøldum og innivist í 3 nætur við morgunmati. Bílegg ferðina hjá Atlantic Airways Eitt vikuskifti í vakra Aberdeen er ikki at forgloyma. Atlantic Airways fl ýgur 2 ferðir um vikuna til Aberdeen í tíðarskeiðinum 3/9/2008-29/10/2008. Vit hava nøkur sera góð tilboð uppá vikuskiftisferðir við gisting frá fríggjadegi til mánadag: Tel 34 10 10 Fax 34 10 01 www.skene-house.co.uk www.brentwood-hotel.co.uk www.patiohotels.com lýsingar