Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-08-10, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 10. august 2007síða 31

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 153 - 10. august 2007 31 Føroya Skúlabókagrunnur er eitt alment forlag, sum skipar fyri at geva út fjøl- broyttar undirvísingarmiðalar til tað før- oyska skúlaverkið. Undirvísingarmiðlar, ið eru í samsvari við tað regluverk og tær lesiætlanir, ið eru galdandi fyri undir- vísingarverkið. Ritstjórarnir á Skúlabókagrunninum eru eitt toymi, sum arbeiðir saman um at útvega dygdargóðar føroyskar undirvís- ingarmiðlar. Tað merkir, at neyðugt er at samstarva við bæði starvsfelagar og mong onnur til tess at tryggja so stórt fjølbroytni sum møguligt, námsfrøðiliga dygd og breidd, tíðarhóskandi málsligan búna, og at útsjónd og layout styðjar endamálið við útgávuni. Skúlabókagrunnurin hevur ábyrgd av einum nýggjum føroyskum undirvísingar- portali. Ritstjórarnir eru við í arbeiðinum at menna henda portal og at útvega eitt hóskandi úrval av talgildar miðlum. Ein partur av starvinum er eisini at veita lærarum og øðrum neyðuga kunning um føroyskar undirvísingarmiðlar. Praktiskt útgávuvirksemi Størvini, sum verða lýst leys, fevna í høvuðsheitum um praktiskt útgávu- virksemi innan allar lærugreinir í fólka- skúlanum eins og ráðgeving og veg- leiðing í hesum sambandi. Ætlanin er, at teir nýggju ritstjórarnir skulu arbeiða við útgávum innan kunn- ingarlærugreinarnar í fólkaskúlanum. Tað eru søga, samfelagslæra, landalæra, lívfrøði o.s.fr. Eisini í lærugreinunum kristni, føroyskum og fremmandum máli er tørvur á nýggjum undirvísingarmiðlum, og kunnu uppgávur á hesum økjum koma fyri. Vilt tú vera við til at menna fólkaskúlan og tryggja, at lærarar og næmingar hava góðar undirvísingarmiðlar, so eru nógvar áhugaverdar uppgávur at fara í holt við á Skúlabókagrunninum. Førleikar Til starvið krevst útbúgving sum fólka- skúlalærari, í minsta lagi 5 ára undirvís- ingarroyndir og dyggur fakligur førleiki innan tey fakøki, sum ritstjórin fer at arbeiða mest við, hollur kunnleiki í før- oyskum og kunnleiki í teld. Løn og setanartreytir Løn og setanartreytir verða eftir sáttmála við Føroya Lærarafelag og við góðkenning Fíggjarmálaráðsins. Royndartíðin er eitt ár. Skrivlig umsókn við avriti av prógvum og møguligum viðmælum skal vera Skúla- bókagrunninum í hendi í seinasta lagi mikudagin tann 22. august 2007. Gjølligari upplýsingar um starvið fáast frá Helenu Dam á Neystabø, tlf. 31 61 00. Føroya Skúlabókagrunnur 31. juli 2007 Tvey størv sum ritstjórar á Føroya Skúlabókagrunni verða lýst leys til setanar, so skjótt sum til ber. Ritstjórar á Skúlabókagrunninum grafikstudio.fo …útvega dygdargóðar føroyskar undirvísingar- miðlar… Lützenstrøð 4 • 100 Tórshavn • Tel 316100 • Fax 318726 helena@skulabokagrunnur.fo lýsingar