Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-08-10, síða 33
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 10. august 2007síða 33

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 153 - 10. august 2007 33 Sk em m a n søk ir h an dils læ rli ng Gerst handilslærlingur hjá okkum og fá nógvar góðar fyrimunir Vit bjóða: • Møguleika fyri altjóða útbúgving • Spennandi smásøluútbúgving við egnum skúla • Møguleika fyri arbeiði við stórum avbjóðingum – bæði í Føroyum og á eini av deildunum í útlandinum • Løn sambært galdandi sáttmála hjá S&K Vit vænta at tú ert: Samstarvsfús/ur, sjálvstøðug/ur, fyrikomandi, arbeiðssom/-samur, opin og ikki bangin fyri at siga tína meining. Kunning um Skemmuna: Í Skemmuni starvast 14 fólk. Eisini hevur Skem- man deildir í hesum londum: Íslandi, Kanada, Letlandi, Litava og Estlandi. Í hesum londum lata vit eisini fleiri nýggjar deildir upp á hvørjum ári. Síðan Skemman byrjaði fyri 20 árum síðan, eru arbeiðsplássini økt støðugt. Í dag eru umleið 1000 arbeiðspláss tilsamans, á øllum deildunum í teimum 7 londunum. Skúlagongd: Skúlagongdin fer fram í Danmark. Gjøgnum samstarvið við Jysk, fáa okkara lærlingar loyvi at koma á Jysk skúlan í Norður-Jútlandi, og tí fáa teir ein nógv størri fakligan kunnleika um okkara vørur, enn ein fær gjøgnum eina vanliga handilsútbúgving. Skúlin er góðkendur av al- mennu myndugleikunum. Krøv: Fyri at gerast lærlingur í Skemmuni krevst FHS-útbúgving ella onnur miðnámsútbúgving. Hevur hetta tín áhuga, send so eina skrivliga umsókn til: SKEMMAN Staravegur 7 · Postboks 3278 · 110 Tórshavn ella á teldupost: skemman@skemman.fo Meira fæst at vita um læruplássið við at ringja 315588 og spyrja eftir Dan. Útbúgvingin av einum nýggjum liði av shipping-/speditørnæmingum byrjar 1. september 2007 á skrivstovum okkara í Tórshavn. Ein útbúgving hjá Smyril Blue Water gevur eina holla og fakliga útbúgving. Nógv teir flestu av næmingum okkara, velja at halda á fram í felagnum eftir lokna útbúgving, her tað eisini eru góðir starvsmøguleikar – eisini uttanlands. Vilt tú vita meira um útbúgvingarmøguleikarnar, ert tú vælkomi at vitja heimasíðu okkara www.bws.dk ella at ringja til Heðin Joensen, tlf. 30 96 20. Um tú hevur HHX prógv ella nakað, ið er líka gott, og hevur lokið prógv innan summarið er av – so send eina umsókn, við upplýsingum innan 25. august 2007. Markað brævbjálvan “ELEV” og legg próvskjøl og møgulig ummæli við. Smyril Blue Water ið bjóðar altjóða farmaloysnir við bili, toki, skipi og flogfari – kring allan heim. Tilsamans eru yvir 700 fólk í starvi hjá Blue Water, á 42 skrivstovum í Danmark, Grønlandi, Íslandi, Føroyum, Onglandi, Skottlandi, Írlandi, Hálandi, Fraklandi, Spaniu, Italiu, USA, Brasiliu, Ruslandi, Litava, Pólandi, Georgia, Azerbadjan, Kazakhstan, Sameindu Arabisku Emiratinum, Singapore og Kina. Shipping- / speditørnæmingur Shipping- / speditørnæmingur SMYRIL BLUE WATER P/F Eystara Bryggja P.O.Box 3296 110 Tórshavn Sum næmingur í Smyril Blue Water kanst tú gleða teg til ein gerandisdag við nógvum og spen- nandi avbjóðing-um. Longu frá fyrsta degi fært tú ábyrgd og loyvi at loysa uppgávur sjálvstøðugt. Tú verður ein partur av einum felags- skapi tvørtur um ymisku deildirnar. Vit eru ein fyritøka, ið ger íløgur í framtíðina. Útbúgving av næmin- gum raðfesta vit høgt og vit hava ein bólk av vegleiðarum, ið neyvt fylgir fakligu upplæringini. Ê -  9 ,   Ê  1 Ê 7  / , R E P R O Z Broyttar avgreiðslutíðir í august akstovan | Hoyvíksvegur 57 | Postsmoga 3206 | Fo-110 tórshavn tel +298 35 04 00 | Fax +298 35 04 01 | www.akstovan.fo | akstovan@akstovan.fo til og við 24. august 2007, verður avgreiðslan opin soleiðis: Mánadag til hósdag frá kl. 12.30 til kl. 15.00 Fríggjadag frá kl. 12.30 til kl. 14.00 www.almannastovan.fo Dagstovnurin Reiðrið søkir starvsfólk Størvini verða sett við einum vikuligum tímatali uppá 30 og 25 tímar, at byrja 1. september Nærri upplýsingar um størvini fáast við at venda sær til Hannu Juul, leiðara, á telefon 447003. Dagstovnurin Reiðrið er ein dagstovnur fyri fjølbrekaði børn og ung í aldrinum 0 – 18 ár. Reiðrið er ein dagstovnur undir Almannastovuni. Á stovninum eru 8 børn og ung. Søkt verður eftir 2 starvsfólkum til Dagstovnin Reiðrið á Saltnesi. Vit vænta, at tú hevur viðkomandi útbúgving, so sum sjúkrarøktarfrøðingur, námsfrøðingur, fysioterapeutur, ergoterapeutur ella aðrar drúgvar royndir á økinum. K R E A . F O . TEL 47 80 80 Skrivlig umsókn skal verða Almannastovuni í hendi í seinasta lagi 23. august 2007 kl. 12.00. Send umsóknina til: Almannastovan Smyrilsvegur 20 Postboks 3096 110 Tórshavn lýsingar