Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-08-10, síða 38
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 10. august 2007síða 38

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

38 [ Nr. 153 - 10. august 2007 ] Bæði í EB/Streymi og HB verður sagt, at í innanhýsis uppgerðini um vikuskiftið verða eingi atlit tikin í sambandi við steypafinaluna mikukvøldið EB/STREYMUR-HB Jákup Mørk Sunnudagin hittast EB/ Streymur og HB í Streymnesi. Mikukvøldið hittast somu feløg í Gundadali. Sunnudagin standa stig upp á spæl. Mikukvøldið fer tað at snúgva seg um Løgmanssteypið. Í báðum legum verður undirstrikað, at upp undir vikuskiftið verður finalan goymd, men sjálvandi ikki gloymd. - Síðst taptu vit 4- 2 á nýggja heimavøllinum móti B71. Í Europa Cup og í Vági var spælið betri, enn tað hevur verið fyrr í ár. Lyklaspælarar, sum kanska ikki hava verið heilt á toppinum, hava aftur víst sínar dygdir, og vit hava gott mót, sigur liðformaðurin og verjuálitið í EB/Streymi, Egil á Bø. Hvussu við HB? - Teir hølvaðu okkum av í Gundadali. Týskvøldið móti AB sást, at teir hava eitt stak gott lið, tá ið teir fáa frið og pláss at spæla. Vit mugu spæla okkara spæl og arbeiða hart fyri, at teir ikki sleppa at spæla teirra spæl, sigur Egil á Bø. HB venjarin Albert Ellefsen er væl nøgdur við gongdina hesar seinastu ferðirnar. - Motivatiónin hevur nógv at siga. Móti AB tímdu allir í senn. Tað hevur eisini nógv at siga bæði á og uttanfyri vøllin, at vit hava fingið Andrew av Fløtum aftur. Sum heild er sjálvsálitið í løtuni stórt á liðnum, og tá ið tingini eydnast, verður tað so nógv lættari. Hugsa tit framvegis um FM heitið? - Møguleikin er har. Men vit fokusera upp á næstu avbjóðingina og ikki meiri enn tað. Nú fara vit at spæla tvær ferðir ímóti EB/ Streymi. Dysturin millum B36 og B71 var gott dømi um, hvussu smáir lutir tað eru, sum gera av, hvussu ein dystur kann taka seg upp. Tað ræður um at vera klárur og at taka av, tá ið møguleikin er har, og tað eru vit, sigur Albert Ellefsen. Jákup á Borg er farin at venja aftur eftir skaðasteðg. Hann verður ikki við sunnudagin, men í HB verður vónað, at hann verður tøkur mikukvøldið. Bæði í GÍ og KÍ verð­ ur ásannað, at tað er neyðugt at fáa størri úrtøku, enn tað hig­ artil hevur eydnast at fingið GÍ-KÍ Jákup Mørk Bæði GÍ og KÍ hava í sum- marsteðginum verið í Dan- mark og leitað eftir nýggjum álopsspælarum. Í Gøtu er Christian Lundberg komin afturat. Hann kenna klaks- víkingar væl, tí Lundberg spældi fyri einum árið síð- ani við KÍ. - Christian Lundberg er fínur. Hann veit, hvussu hann skal bera seg at í brots- teiginum hjá mótstøðulið- num, og hann dugir eisini at vísa okkara spælarum, hvus- su teir eiga at arbeiða og bera seg at sum rættir álops- spælarar. Hetta sigur GÍ liðformað- urin Sámal Joensen. Í Runa- vík noyddist hann av vøllin- um longu í 1. hálvleiki. Sámal vónar tó, at hann verður førur fyri at spæla móti KÍ sunnudagin. Gøtumenn vóru annars illa nøgdir við gongdina í Runa- vík síðsta sunnudag. - Vit høvdu ikki marginal- irnar við okkum. Eitt var, at vit ikki skoraðu upp á møgu- leikarnar. Annað var, at vit kendu okkum rudduliga burturdømdar í sambandi við brotsspørk. Eg vænti ein tættan dyst ímóti KÍ, og vit fara at arbeiða hart fyri í hvussu so er at vinna fjórða plássið, sigur Sámal Joen- sen. Í Klaksvík eru teir væl nøgdir við Denni Conteh, sum er skilagóður. Framveg- is restar tó at skjóta fyrsta málið í landskappingini. Hjá KÍ er hinvegin ivamál, um toppskjúttin Paul Clap- son verður við. Hann koykti fótin undir venjing hós- kvøldið. - Trupulleikin hjá okkum hevur verið, at vit hava fing- ið ov lítið burturúr málmø- guleikunum. Tíbetur hevur tað ikki kostað stig, at vit hava søplað har frammi, tí verjan hevur verið púra tøtt. Men tað er spell, um ein- stakt verjumistak skal kosta stig, tí vit ikki sjálvir skjóta mál, sigur KÍ venjarin Eyð- un Klakstein. Formuladeildin: EB/Streymur – HB Jens Petur Brattalíð AB – NSÍ Ransin Djurhuus GÍ – KÍ Lars Müller Skála – B36 Petur Reinert B71 – VB/Sumba Eiler Rasmussen 1. deild menn: ÍF – SÍ Jón Kári í Brekkuni LÍF – B68 Bárður Mortensen HB – KÍ Vinjard Dam FSV 04 – B36 Eugen Voda TB – NSÍ Páll Augustinussen 1. deild kvinnur: AB – NSÍ Magnus í Króki EB/Streymur – GÍ Marner Olsen 2. deild menn: MB – EB/Streymur FS Vágar 04 GÍ – FSV 04 Alex Troleis Skála – KÍ Jóhan B. Dahl-Olsen ÍF – Fram Andreas Josephsen B68 – B36 Jákup Baldvinson 07 '06 EB/S-HB - 1-1 AB-NSÍ - - GÍ-KÍ - 1-4 Skála-B36 - 1-0 B71-VB/S - - Steypafinalan strikað um vikuskiftið Størsti spenningurin undan 18. umfari í Formuladeildini er helst um dystin í Streymnesi, har HB vitjar hjá EB/Streymi. Úrslitini undanfarnu árini vísa, at áskoðararnir kunnu vænta ein javnan og spennandi dyst. Tá dystirnir í millum hesi feløgini verða leiktir í Sundalagnum endar ofta við fáum málum og javnleiki, og tí kunnu áskoðararnir vænta ein javnan og spennandi dyst. Tað er tó komið fyri, at nógv mál koma. M.a. vann EB/Streymur heili 4-0 fyri tveimum árum síðani á Mølini á Eiði. Annars vísa úrslitini síðstu árini eisini, at dystirnir millum Skála og B36 ofta eru sera javnir, meðan KÍ hevur havt eitt rættiliga gott tak á GÍ í Sarpugerði. Leggjast kann afturat, at B71 síðstu 10 árini ongantíð hevur vunnið á heimavølli ímóti VB/Sumba. Í teimum fýra dystunum, sum liðini hava leikt, hevur VB/Sumba nevniliga vunnið teir allar. Størsti spenningurin Danskt krút skal standa sína roynd Sárini slikkað á Sandi Bæði B71 og VB/Sum­ ba vóru væl við, men fingu einki burturúr síðsta umfarinum B71-VB/SUMBA Jákup Mørk Felags fyri sandoyingar og samansetta suðuroyarliðið var í 17. umfari, at tey vóru heilt væl við, men tá ið tað var lið- ugt, høvdu tey einki fingið bur- turúr. Sandoyingar misnýttu stórar møguleikar í Gundadali, með- an støðan framvegis var mál- leysur javnleikur. VB/Sumba var á odda, inntil tað restaði lít- il løta, og í yvirtíðini mistu teir alt ímóti EB/Streymi. - Vit kunnu ugga okkum við, at vit leikliga vóru væl við. Við størri nærlagni framm- an fyri málinum kundu vit havt rokkið í minsta lagi javnleiki. Men fyri fimtu ferð í ár fóru vit av vøllinum uttan at hava skorað. Tó eru vit við 28 mál- um millum mest skorandi lið- ið, verður staðfest í B71. Í Vági royna tey at fokusera upp á stóru avbjóðingina og harvið at leggja aftur um bak óhepnu gongdina, sum kom í, tá ið teir høvdu mist á stokkin- um á heimavølli síðsta sunnu- dag. - Stigatalvan vísir, at støðan er hættislig hjá okkum, men vit fara at stríðast alt tað, sum vit eru mentir fyri at sleppa upp um niðurflytingar strikuna, siga tey í VB/Sumba. Dómarayvirlit Størsti spenningurin í Formu­ lad­eild­ini um vikuskiftið verður í toppd­ystinum í Streymnesi, har HB vitjar hjá EB/Streymi. Hetta er eisini aðalroynd­in und­an steypafinaluni, har somu lið hittast. Mynd­: Álvur Harald­sen