fríggjadagur 10. august 2007síða 37
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 153 - 10. august 2007
37
tíðindi
SAMBAND
jákup Mørk
jAkup@SoSiAluriN.fo
tlf. 341800
ítróttur
- Vit vera vit savnaði í einum róligum umhvørvi uttan nakra kapping,
so tað verður eitt sindur øðrvísi enn í sjálvum kappróðrarárinum
Jannie Dam Jacobsen um kappróðrargallaveitsluna
KÍ fekk
javnleik
Kvinnurnar hjá
KÍ fingu javnleik í
fyrsta dystinum í
UEFA-bólkinum,
tá tær møttu
hollendska Den
Haag
FÓTBÓLTUR
Teitur Joensen
teitur@sosialurin.fo
Í gjár vóru fyrstu dystir
nar á skránni í UEFA
bólkinum hjá kvinnum,
har KÍ er eitt av liðunum,
sum tekur lut. Liðini í
bólkinum hjá KÍ spæla í
ár sínar dystir í Føroyum,
og í gjár vóru fyrstu tveir
dystir
á
skránni
á
Svangaskarði.
Í fyrra dystinum møtt
ust FC Honka úr Finn
landi og Valur úr Íslandi,
og her eydnaðist íslend
ska liðnum at vinna
dystin 21.
Seinni um dagin skuldi
KÍ so í eldin ímóti Den
Haag úr Hollandi, og tað
gekst ikki so galið hjá
KÍ. 10 minuttir undan
steðginum megnaði Den
Haag at leggja seg á
odda, men nakað inn í
seinna hálvleik javnaði
Doris í Garði Joensen
fyri KÍ, tá hon var hægst
eftir hornaspark.
Stutt eftir útjavnandi
málið
hevði
Rannvá
Andreassen
ein
risa
málmøguleika, tá hon úr
fimm metrum royndi
seg við skoti. Men tíverri
fór
skotið
beint
á
málverjan hjá hollendska
liðnum, og so var tann
vandin av.
Síðstu løtuna royndi
Den Haag at trýsta, og
tær komu eisini fram til
fleiri
málmøguleikar,
men ein sera væl leikandi
Randi Wardum í KÍ
málinum syrgdi fyri, at
Den Haag einki mál fekk
afturat. Sostatt endaði
dysturin 11, og KÍ
hevur fingið sítt fyrsta
stig í bólkinum.
Í kvøld, fríggjakvøld,
verður ársins galla-
veitslu hjá føroysku
kapprógvarunum
hildin í B36-húsinum.
Her skulu ársins
áralag og ársins
felag m.a. kjósast,
samstundis sum ein
Fair Play-prísur skal
gevast
KAPPRÓÐUR
Teitur Joensen
teitur@sosialurin.fo
Fyri knøppum tveimum
vikum síðani kom kappróð
rarárið at enda, og tá blivu
allir føroyameistararnir og
ólavsøkuvinnararnir eisini
funnir. Hetta var sostatt
endin á hørðum arbeiði,
sum hevur vart í fleiri
mánaðir
fyri
flestu
av
rógvarunum.
Sjálvt um róðrarkapp
ingarárið er komið at enda,
so ætla rógvararnir tó at
møtast einaferð afturat í ár.
Í
kvøld,
fríggjakvøldið,
verður árliga gallaveitslan
nevniliga á skránni triðja
árið á rað, og í ár verður
hon hildin í B36húsinum.
Tað er Róðrarfelagið Knørr
ur, sum skipar fyri galla
veitsluni, og í hesum høpi
vera eisini fleiri prísir latnir.
Prísirnir, sum skulu latast
eru fýra í tali. Teir eru ársins
felag, ársins áralag, ársins
kappróðrarsangur og Fair
Play prísurin.
Savna rógvararnar
Í sambandið við komandi
gallaveitsluni hjá kappróð
rarfólkunum hava vit tikið
eitt prát við Jannie Dam
Jacobsen, róðurskvinnu á
Jarnbardi, sum eisini er ein
av
fyriskiparunum.
Vit
spurdu
hana,
hvat
var
endamálið við eini slíkari
veitslu.
Endamálið við hesi
gallaveitsluni er fyrst og
fremst at savna rógvararnar
sum
ein
enda
uppá
kappróðrarárið. Á galla
veitsluni vera vit savnaði í
einum róligum umhvørvi
uttan nakra kapping, so tað
verður eitt sindur øðrvísi
enn í sjálvum kappróðrar
árinum, men tað er ikki so
galið.
Nógv gott verður eisini
skránni hetta kvøldið, sigur
Jannie.
Umframt tær ymisku
handanirnar, so verður nógv
gott á skránni. Har verður
fyrst eitt gott borðhald, og
so verður eisini undirhald á
skránni. At enda er so eisini
dansur.
Leggjast kann afturat, at
tað eru teir, sum hava vera
dómarar úti á stevnunum,
sum eisini døma um, hvat
felag skal vera ársins kapp
róðrarfelag, hvør manning
hevur havt ársins áralag, og
hvør bátur skal vinna Fair
Play prísin. Hvat viðvíkur
ársins kappróðrarsangi, so
vera tað ymsir tónleikarar,
sum fara at døma um hetta.
Gallakvøld hjá rógvarunum
Gallaveitslan hjá kappróðrarfólkunum verður í kvøld, fríggjakvøldið, og her fáa manningar og kappróðrarfeløg møguleika at vinna
ymsar prísir
Mynd: Álvur Haraldsen
Um vikuskiftið byrjar
nýtt kappingarár
í ensku Premier
League, og undan
kappingarbyrjan
ætla fjepparar hjá
Newcastle United
at gera eitt føroyskt
fjepparafelag
FÓTBÓLTUR
Teitur Joensen
teitur@sosialurin.fo
Sera nógvir føroyingar hava
áhuga fyri fótbólti, og
kanska serliga er tað enska
Premier League, sum hevur
ovurhonds stóran áhuga.
Hetta hevur eisini borið við
sær, at okkurt fjepparafelag
er sett á stovn í Føroyum,
og tað seinasta í hesi røðini
er føroyska fjepparafelagið
hjá Arsenal.
Nú er tó líkt til, at enn eitt
fjepparafelag verður sett á
stovn í Føroyum. Tað eru
teir báðir Jóhann Lützen úr
Klaksvík og Fróði Jacobsen
úr Havn, sum hava tikið
stig til átaki.
Jóhann Lützen sigur, at
teir hava alla tíðina havt
ætlanir um at seta fjeppara
felagið á stovn undan kapp
ingarbyrjan í ár, og tí skal
hetta helst henda skjótast
gjørligt, sigur hann.
Føroyska fjepparafelagið
hjá Newcastle fer eisini at
hava eina heimasíðu, sum
er við at vera liðug. Henda
heimasíðan verður at finna
á www.newcastle.fo. Leggj
ast kann afturat, at felagið
hevur ætlanir um at skipa
fyri árligum túrum til St.
James’ Park at hyggja eftir
fótbólti.
Newcastle byrjar nýggja
kappingarárið í morgin, tá
Sam Allardyce og hansara
menn vitja hjá gamla felag
num hjá Allardyce, Bolton.
Dysturin byrjar kl. 15.00,
og verður hann vístur á
Canal+Sport 2.
Tey, sum hava hug at
verða við til fyrsta fundin
hjá
komandi
Newcastle
fjepparafelagnum,
kunnu
seta seg í samband við
Jóhann Lützen á teldupost
johlut@klaksvik.fo
Newcastle-fjepparar savnast í felag
Føroyskir fjepparar hjá Newcastle United ætla at gera eitt fjepparafelag undan kappingarbyrjan í
morgin, leygardagin