fríggjadagur 10. august 2007síða 36
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
36
Nr. 153 - 10. august 2007
tíðindi
Stutt Sagt
Prestur
rann
nakin
Ein katólskur prestur í
amerikanska
statinum
Colorado kann vænta
sær harða revsing, eftir
at tað er komið fram, at
hann rann nakin á einum
skúlaøki nú ein dagin.
Maðurin hevur greitt
løgregluni frá, at hann
dugir væl at síggja, at
tað var skeivt at renna
nakin, men hann umbar
seg við, at hann sveittar
sera illa, tá hann er úti
og rennur. Tí helt hann,
at hann kundi lata seg úr.
Erkabiskupurin í Denver
sigur, at málið er sera
álvarssamt, men at erka
biskupurin bíðar eftir,
hvat løgreglan ger við
málið.
700 gorillur
eftir
Djóraverndarfelagsskap
ir í Afrika hava funnið
fýra deyðar fjallagorillur
í einum friðaðum náttúru
verndarøki í Demokratis
ka Lýðveldinum Kongo.
Tað vísti seg, at gorill
urnar
vóru
skotnar.
Djóraverdnarfelagsskap
irnir siga, at nú eru
einans 720 fjallagorillur
eftir í heiminum, 380 í
Demokratiska Lýðveldi
num Kongo og 340 í
einum friðaðum øki í
Uganda.
Men
hóast
gorillurnar eru friðaðar,
verða fleiri skotnar til
matna.
Sami áhugi
Stuttleikafiskimenn,
sum á hvørjum ári leita
sær til Íslands at fiska
laks og síl í teimum
nógvu áunum har, hava
ikki fingið so nógv
burturúr í summar, og tí
stúrdu summi fyri, at
áhugin fór at verða minni
næsta summar. Men so
er ikki. Morgunblaðið
skrivar, at eftirspurning
urin eftir teimum bestu
fiskiplássunum
næsta
summar er líka stórur
sum í ár.
SAMBAND
árNi joeNSeN
fArtekSt@MAil.Dk
- Eg havi einki ímóti foreldrunum hjá Madeleine McCann,
men tey eiga at fara aftur til Bretlands nú
(portugisiskur hotellstjóri)
útlond
Airbus hevur kannað
upplýsingarnar um
flogfarið, sum datt
niður í Brasil 17. juli,
men har var einki
brek at finna
Tá tann brasilski flog
skiparin skilti, at hann fekk
ikki sett flogfarið á Congon
hasflogvøllin, koyrdi hann
ferð á motorarnar fyri at
sleppa uppaftur. Tað eydn
aðist flogfarinum at sleppa
tvørtur um ein motorveg,
sum er við flogvøllin, men
so datt tað niður á eina
bensinstøð, og so stóð alt í
ljósum loga. Tá upprudd
ingararbeiðið var liðugt,
høvdu 199 fólk latið lív,
teirra millum øll tey 187,
sum vóru í flogfarinum.
Síðani vanlukkuna hevur
verið gitt, um nakað bagdi
flogfarinum,
men
ein
talsmaður
fyri
Airbus
verksmiðjuna segði í gjár,
at felagið hevur ikki funnið
nakað brek við flogfarinum
út frá teimum upplýsingum,
sum eru tøkar.
Tað er einki, sum bendir
á, at nakað brek var við
flogfarinum, segði talsmað
urin í einari hoyring hjá
niðurlendska
tjóðartingi
num.
Brasilska
flogskipara
felagið hevur givið Congo
nhasflogvøllinum skyldina
av
vanlukkuni.
Felagið
sigur, at vøllurin er alt ov
stuttur og sera vandamikil,
tá tað regnar. Tað gjørdi tað
tann 17. juli.
Óvanliga nógv regn
hevur elvt til stórar
trupulleikar í Sveis og
Suðurtýsklandi
Í fleiri bygdum og býum
nærhendis Basel í Sveis
sluppu fólk ikki út fyri dyr.
Í bygdini Roche fór áin Eau
Froide langt upp um áar
bakkarnar, og tá myndug
leikarnir bóru ótta fyri, at
vatnið skuldi taka summi
hús av grundini, vórðu
umleið 80 fólk flutt burtur
haðani.
Á Baselleiðini og aðra
staðni í Sveis legði tað
nógva vatnið at kalla alt
samferðslukervið lamið, og
myndugleikarnir noyddust
eisini at steðga skipa
ferðsluni á Rhinenánni, tí
skip sluppu ikki inn undir
brúgvarnar í Basel.
Týsku megin markið var
støðan lítið mætari, og í
BadenWürttenberg
hava
áirnar sjáldan verið so
stórar sum nú hesa tíðina á
árinum.
Tað er heilt óvanligt, at
tað regnar so illa her hesa
ársins tíð, sigur týski veðurf
røðingurin Andreas Wagner
við tíðindastovuna DPA.
Tað eru ikki bara Sveis
og Týskland,
sum
eru
plágað av óvanliga nógvum
regni í hesum døgum. Í
Milano
í
Italia
og
á
Barcelonaleiðini í Spania
stóðu fleiri gøtur undir í
vatni í gjár.
Her í Roche stúrdu myndugleikarnir fyri, at vatnið skuldi taka fleiri hús av grundini, og tí vórðu fólk flutt burtur
Miðevropa stendur undir í vatni
Alt kolaðist upp, tá eldur kom í brasilska flogfarið
Einki brek við flogfarinum