fríggjadagur 10. august 2007síða 35
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 153 - 10. august 2007
35
Fríggjadagin í
farnu viku vóru
liðin fimmti ár,
síðani Tórshavnar
Froskmannafelag
varð stovnað. Tað
vóru slóðbrótandi
menn, sum byrjaðu
at snorkla og kava
undan hesum,
men hendan
dagin varð altso
stovningarfundur
felagsins hildin.
HátíðarHald
Snorri Brend
Við fimmti árum á baki er
Tórshavnar
Froskmanna
felag elsta froskmannafelag
í landinum. Um tað ikki er
nóg mikið, so er felagið eis
ini næstelsta froskmannafel
ag í danska kongaríkinum.
Her kann til stuttleikar
nevnast, at Føroyar umboð
aðu alt kongaríkið nøkur ár
í altjóða frítíðarkavarafelag
skapinum CMAS.
Hetta var ikki so væl
dámt í Danmark, men
CMAS vildi bert loyva ein
um landi úr hvørjum ríki
upp í felagsskapin. Og so
leingi, sum Føroyar ikki
vildi geva sítt pláss til Dan
mark, var einki at gera!
Hendan ósemjan bleiv tó
seinni loyst í øllum góðum,
ovasta ráðið í CMAS sam
tykti, at bæði Føroyar og
Danmark
kundu
hava
limaskap í felagnum ísenn.
Húsvillir
Í dag heldur felagið til uppi
á loftinum á Reinsarí’num í
Tórsgøtu og í garaguni
aftanfyri.
Men í løtuni fara stórar
umbyggingar fram á økin
um. Húsini og økið aftanfyri
skal nýtast til annað ment
anarligt endamál skilst á
lagnum, so felagið hevur í
løtuni eingi felagshøli at
húsast í.
Tað kenst eitt sindur
hugstoytt at standa mestsum
húsvill eftir fimmti ár í
høvuðsstaðnum.
Men
í
heyst verður væntandi funn
in ein nøktandi loysn á hes
um máli í samstarvi við
Tórshavnar
Kommunu,
sigur felagið.
Í sambandi við runda føð
ingardagin fer felagið at
halda ein aktivan føðingar
dag við kaving og øðrum á
skránni. Um viðrar verður
farið úr Hoyvík leygarmorg
unin kl. 10.
Ætlandi gongur leiðin út
á Hoyvíksfles til morgunmat
og hugnaløtu. Til hetta
tiltak eru allir limir felagsins
og øll onnur áhugað væl
komin.
Njørður, sum er báturin
hjá felagnum, verður tøkur,
og fara vit at royna at fáa so
nógv fólk sum gjørligt út á
flesina til morgunmat.
Eydnast teimum ikki at
koma út á flesina, verður
dagurin ístaðin hildin inni á
støðni í Hoyvík.
Hava kavað
í fimmti ár
Sameindar kreftir
Grein 1 í lógum felagsins sigur soleiðis:
Navn felagsins er Tórshavnar Froskmannafelag.
Endamál felagsins er sambært stovningarfundin hin
3. august 1957: ”Við sameindum kreftum at granska
verðina undir vatnskorpuni
Tá felagið fylti 45 ár vóru limir og onnur áhugað á Hoyvíksfles.
Í ár – á 50 ára degnum – er ætlanin at gera tað sama
Á leið klokkan tíggju í gjár
kvøldi hendi eitt ferðslu
óhapp í Klaksvík. Ein bilur,
sum var á veg frá Borðoya
tunnilinum til Klaksvíkar,
koyrdi út av vegnum við
Grønaból. Til alla lukku
hendi ongin mansskaði.
Tveir persónar vóru í
bilinum, 18 ára gamli før
arin og ein 17 ára gamal vin
maður. Teir sótu báðir í
trygdarbelti, og onki rús
drekka
var
innblandað,
sigur Allan Manai av politi
støðini í Klaksvík.
Persónarnir vórðu sendir
á skaðastovu, har staðfest
varð, at teir vóru slopnir
óskalaðir frá hendingini.
Politiðið heldur, at óhapp
ið hendi orsakað av ov
nógvari ferð. Bilurin fór
niðan av vegnum og rullaði
runt fleiri ferðir.
Tað var eitt undur, at
ongin mansskaði hendi, tí
bilurin fór rættiliga illa, og
eg vænti ikki at hann verður
til bil aftur, sigur løgreglu
maðurin.
Ferðsluóhapp í Klaksvík
Lesið Sosialin - so eru tit við