fríggjadagur 10. august 2007síða 42
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
42
Nr. 153 - 10. august 2007
Starvið
Í Landsmiðstøðini eru nakrir ráðgevatímar leysir at søkja
til setanar frá 1. oktober 2007 ella skjótast gjørligt eftir
hetta.
Ráðgevingin fevnir í fyrsta lagi um lærugreinarnar
enskt, týskt, landalæru, søgu og samtíð. Tilsamans
12 lønartímar um vikuna eru at søkja. Ein lønartími er
umleið 1,6 fyrisitingartími.
Starvslýsing
Starvslýsing er galdandi fyri ráðgevastarvið. Eitt nú verð-
ur sagt, at ráðgevin skal:
•
virka fyri einari fakligari, námsligari og tøkniligari
menning í skúlanum
•
ráðgeva viðvíkjandi undirvísingarmiðlum og arbeiðs-
hættum í einstøku lærugreinunum
•
ráðgeva í sambandi við skeið og eftirútbúgving.
Lagt verður upp til skipað samstarv millum ráðgevarnar.
Førleikakrøv
Vit vænta, at umsøkjari
•
hevur hollan ástøðiligan kunnleika og góðar starvs-
ligar royndir
•
hevur áhuga fyri námsfrøðiligum arbeiði og fyri nýtslu
av KT í undirvísingarhøpi
•
hevur góð samstarvsevni og evni at samskipa
•
hevur førleika at menna samstarvið við starvsfelagar,
stovnar og lærarar
•
verður ein virkin partur av toymisumhvørvinum í
Landsmiðstøðini og samstundis kann arbeiða sjálv-
støðugt
•
hevur áhuga fyri avbjóðingum og vilja til at royna
nýggjar leiðir.
Vit bjóða
•
eitt spennandi starv við skiftandi uppgávum og við
nógvum samskifti við lærarar, skúlar og skúlamynd-
ugleikar
•
arbeiði á einum høgum fakligum stigi og góðar
møguleikar fyri bæði persónligari og fakligari
menning.
Setanar- og lønartreytir
Starvið verður sett sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið
og Føroya Lærarafelag og lønt í lønarflokki 30.3.
Setanartíðin er í fyrstu atløgu 3 ár, har fyrsta árið er
eitt royndarár. Síðani kann setanartíðin verða longd. Um
serlig viðurskifti tala fyri hesum, kann setanartíðin leingj-
ast út yvir 7 ár.
Tann, ið settur verður, skal undirvísa írestandi tímar-
nar í skúlanum, har viðkomandi starvast dagliga.
Umsókn
Umsókn við prógvum, c.v., o.ø. skulu sendast til:
Landsmiðstøðin
Hoyvíksvegur 72
Postrúm 3084
FO-110 Tórshavn
ella t-post: lms@lms.fo
Umsókn skal vera okkum í hendi í seinasta lagi mána-
dagin 27. august 2007.
Gjøllari upplýsingar fáast við at venda sær til Petur Sim-
onsen, stjóra í Landsmiðstøðini, tlf. 356850 ella 220414.
lýsingar
Tvingsilssøla yvir
úTróðrarbáT
Eftir áheitan frá Jóhan J. Lamhauge, advokati,
Advokatfelagið við Strond 4, Yviri við Strond 4,
100 Tórshavn, tlf. 311260, verður hildin tving
silssøla týsdagin, tann 4. september 2007, kl.
10.00, á Dómaraskrivstovuni, C. Pløyensgøta 1,
100 Tórshavn, (AS 216/2007) yvir útróðrarbátin
»M/b norðoyingur«
ið Sp/f Norðoyggjafelagið undir konkurs er eigari
av. Báturin hevur kenningsbókstavir OW 2073,
og havnakenningsbókstavir KG 56. Báturin hevur
fiskiloyvi í bólki 4A, og hevur í inniverandi
fiskiári fingið tillutað 30 fiskidagar á landleiðini.
Báturin er smíðaður úr eik, bygdur í Rødvig í
Danmark í 1973 og heimahoyrandi í Klaksvík.
Báturin er merktur 21.2 brt.
Báturin verður seldur við tilhoyrandi útgerð, so
sum tilhoyrandi nautiskari útgerð, línuspæli v.m.
Fyrireikandi fundur verður hildin á Dómaraskriv
stovuni týsdagin, 7. august 2007, kl. 10.30.
Einhvør, ið heldur seg hava rættindi yvir bátinum
ella møguligari útgerð, verður biðin um at møta.
Avrit av tvingsilssølutreytum kunnu fáast við
at venda sær til advokat Jóhan L. Lamhauge.
Skjøl í sambandi við tvingsilssøluna liggja
frammi til skoðan á Dómaraskrivstovuni, C.
Pløyensgøta 1, 100 Tórshavn.
Føroya Fútarættur, tann 13. juli 2007