Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-08-10, síða 43
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 10. august 2007síða 43

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 153 - 10. august 2007 43 lýsingar S e r n á m S d e p i l i n Sálarfrøðingur í NSR tænastuni í Eysturoy Í Sernámsdeplinum er eitt sálarfrøði­ starv leyst til setan skjótast til ber. Dagliga tænastustaðið er í NSR tænastuni í Eysturoy, Glyvravegur 10 B, Glyvrar. NSR tænastan er eitt samtak ímillum Sernámsdepilin og Runavíkar-, Nes-, Sjóvar-, Leirvíkar-, Gøtu- og Fuglafjarð- ar kommunur. NSR tænastan virkar sum sjálvstøðugur stovnur undir Sernámsdeplinum og veitir skúlum, stovnum, foreldrum og myndugleikum námsfrøðiliga- og sálarfrøðiliga ráðgeving. Høvuðsuppgávan hjá NSR tænastun er at kanna førleikastøðu og læruum- støður hjá børnum við serligum tørv og at ráðgeva í skipan av undirvísing- arligum- og mennandi tiltøkum fyri hesi. Manningin í NSR tænastuni er ein samskipari, ein sálarfrøðingur og 3 serlærarar/ ráðgevar Sálarfrøðingurin, ið vit sóknast eftir, hevur ein týðandi lut í hesum toymi, ið í samstarvi við Sernámsdepilin støðugt skal menna sernámsfrøðiliga virksemið. Útbúgvingarkrøv og eginleikar • Cand. ped. psyk./ cand. psyk. – ella samsvarandi. Fyrimun hevur um- søkjari, ið hevur arbeitt við børnum. • Fakligan førleika og hug at arbeiða bæði við kliniskt – psykologiskum og pedagogiskt – psykologiskum uppgávum. • Duga at nýta kanningarúrslit í ítøkiligum undirvísingar – og viðgerðartilmælum. • Hava hug og evni til neyvt samstarv við aðrar fakbólkar. • Vitan um nervasálarlig greiningar- amboð er eisini ein fyrimunur. Nærri fæst at vita við at venda sær til Hans Eli Dahl, stjóra, tlf. 314522/ 225803, (e- mail hanseli@snd.fo) ella Hans Jón Juul Thomsen, samskipara, tlf. 239190, (e- mail hjt@nsreystur.fo) Umsókn við avriti av próvskjølum v. m. skal vera Sernámsdeplinum í hendi í senasta lagi fríggjadagin tann 31. august 2007 og skal sendast til: Sernámsdepilin Frælsið 32 · Postrúm 2036 FO 165 Argir · Tlf. 314522 e-postur: sernamsdepilin@snd.fo