Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-08-10, síða 52
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 10. august 2007síða 52

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

52 tíðindi Nr. 153 - 10. august 2007 Sjálvt um miðlarnir standa til at bresta av smartum myndum og grafikki, kann onki kappast við blaðtekningina. Tað heldur blaðteknarin Claus Seidel, sum lýsir blaðtekningin sum hondskriftina hjá avísini Blaðtekning Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Dansurin á Bryggjuni í Vágsbotni gongur uppá sítt besta. Mannamúgvan er stór og tøtt og líkist í løtum mest einum dandandi buli. Í einum horni situr ein maður við einum blokki í fanginum. Í hondini dansar blýanturin sín egna, títta dans upp og niður, aftur og fram, eitt sindur á skák og so umaftur. Við bert fáum strikum á pappírinum er stóri bulurin av fólki vorðin til einstøk menniskju, hvørt við síni personligheit og søgu. Søgur – Eitt myndevni sigur altíð eina søgu á onkran hátt. Tað er ta søguna, eg royni at fortelja í mínum tekn­ ingum, sigur 60 ára gamli blaðteknarin, Claus Seidel, sum vitjaði í Føroyum her­ fyri. Hóast løtan niðri í Vágs­ botni hetta kvøldið fyri tey flestu ivaleyst bert var eitt stuttligt kvøld í býnum, gav tað Claus tilfar til nógvar ymiskar søgur. Glað fólk, dansandi pør, einsamøll menniskju, sum høvdu leitað sær til síðis o. s.fr. Á sama hátt, tá Claus Seidel vitjaði Trónd Paturs­ son í Kirkjubø. Úrslitið var ikki bara vanligar keipu­ tekningar av manninum við stóra hárinum og villa skegginum. Heldur fáa vit varhugan av einum still­ førum, hugsunarsamum listamanni, sum livir og andar fyri síni list. Hóast Claus Seidel lýsir sín teknistíl sum natura­ listiskan og veruleikanær­ an, ger tað ikki stílin minni eyðkendan. – Mínar tekningar eru altíð at líkna við mítt per­ sónliga fingramerki. Uttan mun til, hvussu veruleika­ nærar tær eru, so leggja tær altíð eitt nýtt lag yvir søguna, sigur Claus Seidel. Teknarin spælir við Av somu orsøk er hann sannførdur um, at ein blað­ teknari er ein týðandi part­ ur av eini góðari blaðred­ aktión. – Felags fyri allar góðar blaðtekningar er, at tær taka støðu. Á tann hátt verða tær so at siga hond­ skriftin hjá avísini. Vit vita, at tað oftast eru nettup tekningarnar, sum geva lesaranum eina kenslu av, at hetta er hansara ávís, staðfestir Claus Seidel, sum sjálvur hevur arbeitt sum blaðteknari í mong ár. Sum blaðteknari dámar honum serliga væl at gera illustratiónir til greinar. Men tá veldst eisini nógv um, hvørjum journalisti, hann arbeiðir saman við. – Góðir journalistar duga at skapa eitt drama í teirra søgum, sum ger, at tú sum teknari fært hug at spæla Tekningar eftir Claus Seidel, blaðteknara