fríggjadagur 10. august 2007síða 53
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
53
tíðindi
Nr. 153 - 10. august 2007
við. Slíkar tekningar blíva
eitt slag av viðmerking,
sum geva lesararnum enn
ein inngang til evnið,
greiðir Claus Seidel frá.
Ongin kapping
Eitt gott dømi um stílin hjá
Claus Seidel er hansara
íkast til tær víðagitnu 12
tekningarnar av profetinum
Muhammed
í
Jyllands
Posten. Har hevði Claus
valt at avmynda profetin
sum ein heilt vanligan
bónda, ið stendur á sínum
bøi við síðuna av einum
asna.
– Tað var ikki tí eg var
bangin fyri avleiðingunum,
at tekningin tykist heldur
varislig. Tað er bara so
leiðis, eg altíð havi ímyndað
mær Muhammed, sigur
Claus Seidel.
Í samrøðu her í blaðnum
herfyri segði Claus Seidel,
at hann ikki hevði aftrað
seg við at tekna Muhammed
umaftur, hóast alt rokið, ið
stóðst av víðagitnu tekn
ingunum í Jyllands Posten.
Og fyri stuttum prógvaði
hann síni orð, tá bókin
Guder til alle kom út við
enntá fleiri tekningum av
Muhammed eftir Claus
Seidel.
Sambært Claus Seidel,
prógvaði Muhammed
kreppan
millum
nógv
annað, hvussu ómetaliga
sterkt
eitt
amboð
ein
blaðtekning kann vera. So
at sjálvt um miðlarnir
standa til at bresta av
smartum
myndum
og
teldugrafikki, so verða tað
ikki myndir, sum taka lívið
av blaðtekningini, er hann
sannførdur um.
– Blaðtekningar fáa sjálv
andi ikki staðið seg ímóti
deyðadansinum hjá donsku
avísunum. Men so leingi
bløð og greinar eru til,
verða blaðtekningar tað
eisini, sigur Claus Seidel.
Claus Seidel, føddur í 1946
Hevur teknað síðani 1966
Formaður í felagnum Danskir Blaðteknarar
Var ein av teimum 12 teknararnum, ið teknaðu profetin
Muhammed í JyllandsPosten
Fekk BG virðslønina fyri ársins blaðtekning í 1991
Fekk Brygger Jacobsens Minnislegat, ”Tegnestiften”, í
1996
Tekningar hjá Claus seidel eru at síggja m.a. á:
Lincoln Center for the Performing Arts, New York
Brecht Museum í Berlin
Savninum fyri Danskar Blaðtekningar, Kongaliga
Bibliotekinum í Keypmannahavn, Teatersavninum í
Keypmannahavn og Snapsatinginum á Christiansborg
FAKTA
Muhammed-kreppan ræddi ikki Claus Seidel frá at tekna, tað hann vil. Í bókini ”Guder
til alle”, sum kom út herfyri, eigur hann m.a fleiri tekningar av profetinum Muhammed