Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-08-10, síða 54
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 10. august 2007síða 54

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

54 Nr. 153 - 10. august 2007 Búskaparfrøðingur til Atlantic Airways Atlantic Airways hevur tørv á einum dugna- ligum og nærløgdum búskap arfrøðingi/ controllara. Høvuðsuppgávurnar hjá búskapar- frøðinginum eru: • At framleiða og hava ábyrgd av leiðslu- kunning og neyðugum hagtølum. • At framleiða og hava ábyrgd av neyðugu kunningini í mun til virðisbræva mark- naðin. • At gera og hava ábyrgd av uppfylgingini av inntøkustýringini • At gera búskaparligar leiðslurapportir um mánaðar-, kvartals- og ársroknskap. Viðkomandi skal eisini røkja uppgávuna sum Complience offi cer mótvegis virðisbrævamarknaðinum. Búskaparfrøðingurin/controllarin vísur beinleiðis til fíggjarstjóran. Førleikakrøv: Vit leita eftir einum fólki við hægri útbúgving innan roknskap/fíggjarstýring ella líknandi arbeiðsroyndir innan økið. Evnini og hugurin at greina og arbeiða við tølum eru góð, umframt at tú hevur hollan kt-kunnleika. Harumframt dugur tú væl at samskifta í talu og á skrift bæði á føroyskum og enskum. Tú hevur góð samstarvsevni og trívist í einum virknum og jaligum umhvørvi. Vit bjóða eitt áhugavert og spennandi starv við nógvum avbjóðingum og møguleika fyri fakligari og persónligari menning. Starvið skal setast skjótast gjørligt, og setan- artreytir verða avtalaðar nærri við setan. Skrivlig umsókn við avriti av prógvum og møguligum viðmælum skal vera okkum í hendi í seinasta lagi mikudagin 15. august 2007. Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Marius Davidsen, fíggjarstjóra, á tlf. 21 37 03 ella teldupost: marius@atlantic.fo Umsóknin skal sendast til Atlantic Airways, Starvsfólkadeildin, Vága fl oghavn, 380 Sørvágur. Atlantic Airways er ein altjóða fyritøka við heimstaði í Sørvági. 176 fólk starvast í føroyska tjóðarfl ogfelagnum, og árligi umsetningurin var 519 milliónir krónur í 2006. Atlantic Airways hevur fi mm fl ogfør og tríggjar tyrlur undir sínum veingjabreiði. Flogførini røkja rutusamband úr Føroyum til ymsar býir í Danmark og granna londunum Onglandi, Skotlandi, Hetlandi, Íslandi, Grønlandi og Noregi. Virksemið veksur í øðrum londum, og umleið helvtin av inntøkunum kemur úr útlondum. Tyrludeildin røkir ferðasamband til útoyggjarnar, leiti- og bjargingartænastu og off-shore fl úgving í Norðurhøvum. sansir.fo atlantic.fo Tel 34 10 00 · Faks 34 10 01 Roknskaparfelagið Spf • J.C. Svabosgøta 48 Postboks 2210 • Fo-110 Tórshavn Tel 309400 • Fax 309409 www.roknskap.fo • roknskap@roknskap.fo Vegna summarfrí er skrivstovan stongd frá 13.08.07 til 31.08.07 SUMMARFRÍ lýsingar