mánadagur 13. august 2007síða 6
‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6 tíðindi
Nr. 154 - 13. august 2007
– Strandferðslan raðfestir
pengar fram um mannalív
– Tað tykist, sum
Strandferðslan
raðfestir pengar
framum tænastu og
mannalív, sigur Heðin
Mortensen, ið vísir
aftur, at Tórshavnar
Kommuna átti at
stuðla við fígging av
ferðafólkaflutningi
Ovastevna
Finnur Jensen
finnur@sosialurin.fo
Borgarstjórin í Tórshavnar
Kommunu er stak ónøgdur
við tænastuna hjá Strand
ferðsluni á ovastevnu.
– Tað kann ikki vera
rætt, at fólk bíða í fleiri
tímar fyri at sleppa aftur til
Havnar.
Strandferðslan
hevur skyldu at nøkta tørv
in á flutningi, og tað hevur
hon ikki gjørt í hesum føri,
sigur Heðin Mortensen.
Hann
fýlist
eisini
á
óskipaðu viðurskiftini í
sambandi við flutningi av
fólki millum Nólsoynna og
Havnina.
– Tað er púra burturvið,
at Per og Pól sigla fólk
uttan heimild og uttan
neyðugu útgerð. Um Strand
ferðslan røkti sína skyldu,
var tílíkt ikki komið fyri.
Tað tykist, sum Strand
ferðslan raðfestir pengar
framum tænastu og manna
lív, sigur Heðin Mortensen,
ið sipar til hækkaðu ferða
seðlaprísirnar á ovastevnu
og troðkanina við bryggj
una tíðliga sunnumorgun.
Óskiljandi
roknistykki
Borgarstjórin heldur tað
vera løgið, at Strandferðslan
ikki vildi seta Sam ella
Ternuna at røkja uppgávuna
á ovastevnu.
– Bíðirøðin vísir, at Ritan
ikki kann nøkta tørvin á
ovastevnu. Og hetta er ikki
nýggj tíðindi. Soleiðis hev
ur verið seinastu árini,
sigur Heðin Mortensen.
Hann sigur seg samstund
is ikki skilja, at Strand
ferðslan ikki kann fáa
roknistykkið at hanga sam
an, varð eitt størri skip sett
inn. Hann vísir á, at hækk
aðu ferðaseðlaprísirnir og
talið á ferðafólki áttu at
givið eitt yvirskot.
Kommunan
blandar seg ikki
Nú er tó eingin loyna, at
flestu stevnugestirnir á
ovastevnu koma úr høvuðs
staðnum. Spurdur, um tað
ikki átti at verið ein upp
gáva hjá Tórshavnar Kom
munu at syrgja fyri, at
havnarborgarnir koma aft
ur og fram í øllum góðum,
svarar borgarstjórin, at tað
so er ikki.
– Tað er ikki uppgávan
hjá kommununi men ein
landsuppgáva. Vit stuðla
við upprudding, fløggum
og tílíkum, men ikki við
ferðaflutningi. Um rokni
stykkið hjá Strandferðsluni
ikki hongur saman, mugu
tey hækka ferðaseðlakostn
aðin tilsvarandi. Longri er
tann søgan ikki, sigur
Heðin Mortensen at enda.
– Bíðirøðin vísir, at Ritan ikki kann nøkta tørvin á ovastevnu. Og hetta er ikki nýggj tíðindi. Soleiðis hevur verið seinastu árini, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri, ið er stak ónøgdur við tænastuna
hjá Strandferðsluni á ovastevnu
Horvin stevnugestur
og illgrunasamur
gummibátur
Troðkan á bryggjuni,
ein horvin stevnu
gestur og ein illgruna
samur gummibátur
er tað, ið løgreglan
veit at siga frá
vikuskiftinum
Ovastevna
Finnur Jensen
finnur@sosialurin.fo
Fýra løgreglufólk vóru til
staðar í vikuskiftinum, tá
ovastevna varð hildin í
Nólsoy.
Stevnan
gekk
lutfalsliga friðarligt fyri
seg. Tó so, um trýtíðina
ringdi ein maður og bað
um hjálp. Hann hevði
brákað fótin og visti ikki,
hvar hann var. Í fyrstani
helt hann seg vera staddan
við Skipasmiðjuna í Havn.
Løgreglan fór at leita eftir
manninum. Hon spurdi
seg fyri, og tað vísti seg,
at maðurin helst var stadd
ur í Nólsoy. Um fimm
tíðina var hann funnin
norðanfyri bygdina. Hann
varð seinni fluttur á lands
sjúkrahúsið.
Illgrunasamur
gummibátur
Klokkan hálvgum tvey
sunnunáttina varð boðað
frá úr Havn, at ein gummi
bátur, ið helst ikki hevði
røttu
trygdarútgerðina
umborð, fór frá bryggju
við ferðafólki til Nólsoyar.
Politiið í Nólsoy kom tó
ongantíð fram á bátin.
Helst hevur báturin vent
um. Skipaeftirlitið kannar
nú málið nærri.
Seinni um náttina varð
løgreglan, sum varð stødd
í Nólsoy, biðin um at
hjálpa til á bryggjuna, av
tí at fólk troðkaðu so illa.
Men, sum skilst, fingu tey
lokalu vaktarfólkini skjótt
tamarhald á støðuni.