mánadagur 13. august 2007síða 7
‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
tíðindi
Nr. 154 - 13. august 2007
Fyriskipararnir væl nøgdir
Burtursæð frá fløsku
hálsinum við bryggj
una, tá fólk bíðaðu í
fleiri tímar eftir at
sleppa til Havnar,
spældi ovastevnan
væl av, sambært
fyriskiparunum
Ovastevna
Finnur Jensen
finnur@sosialurin.fo
– Sum heild eru vit væl
nøgd við ovastevnuna. Vit
settu met, og samarittar,
hjálparfólk, løgregla og
bjargingarlið røktu upp
gávuna til fulnar, sigur
Jákup av Skarði, formaður
fyri stuðulsbólkinum fyri
svimjihyli í Nólsoy.
Sambært formanninum
vóru upp móti 5000 stevnu
gestir, og burtursæð frá
onkrum hendinga slagsmáli
gekk alt friðarliga fyri seg.
Men, sum vant, var long
bíðirøð við bryggjuna um
morgunin, tá stevnugest
irnir skuldu sigla aftur til
Havnar. Seinastu stevnu
gestirnir fóru við Rituni
klokkan hálvgum átta um
morgunin.
– Tað er keðiligt, at
fløskuhálsurin hjá Strand
ferðsluni oyðileggur heild
arupplivilsið. Strandferðsl
an eigur jú alla skylduna.
Síðani mei mánað hava vit
mint á, at Ritan ikki megn
ar at nøkta tørvin, og hóast
Silja Star eisini hjálpti, var
hetta ikki nóg mikið, sigur
Jákup av Skarði.
Hildu í hegninum
Hann undrast á, at Silja
Star gavst at sigla júst tá ið
tørvurin var størstur. Tá
harðast stóð á júst eftir
klokkan fýra var stór troðk
an niðri við bryggjuna. Hó
ast fyriskipararnir høvdu
brynjað seg við løntum
vaktarfólki og einum hegni,
var hetta ikki nóg mikið.
Løgreglan, ið var til staðar,
varð noydd at hjálpa til.
– Vit noyddust at halda í
hegninum, so fólk ikki fóru
útav, sigur Jákup av Skarði.
Eitt skifti koppaði hegn
ið. Ein orsøk til troðkanina
var, at tjaldið, har konsertin
varð hildin, varð stongt
klokkan fýra. Og av tí at
einki annað tiltak var,
streymaðu fólk oman á
bryggjuna. Jákup av Skarði
ásannar, at tað var óheppið
at steingja tjaldið, men
hetta var neyðugt, tí treyt
irnar fyri at hava skeinki
loyvi vóru, at tjaldið skuldi
vera tómt klokkan fýra.
Strandferðslan skal
taka sær um reiggj
Jákup av Skarði vónar, at
næsta ár verður okkurt
gjørt, soleiðis at fólk ikki
vera rikin á dyr samstundis.
Hann sigur seg eisini vóna,
at Strandferðslan tekur sær
um reiggj og ger okkurt
við stóra tørvin á flutningi
um náttina. Hann leggur
afturat, at í 2009 er nýggja
skipið, sum landsstýris
maðurin við Innlendismál
um hevur lovað, komið.
Sum skilst verður hetta
skipið á stødd við Sam.
Fluttu yvir 4000 fólk um
Nólsoyarfjørð
Andras Jensen á
Strandferðaskipum
Landsins metir, at
ferðamannaflutn
ingurin sum heild
gekk væl í samband
við Ovastevnuna
Ovastevna
Dagfinn Olsen
dagfinn@sosialurin.fo
Fyribilstøl hjá Strandfara
skipum Landsins vísa, at
flutningutin var á leið hin
sami, sum undanfarin ár,
kanska nakað meira, tað
vil siga á leið 3500 fólk
aftur og fram.
Andras Jensen sigur, at
tølini fyri Rituna teir 3
vikuskiftisdagarnar
vísa,
at 1440 sigldu við út og
1879 inn. Í alt 3319 fólk.
Harafturat hevði Strand
ferðalan Silju Star í sigling
og førdi hon á leið 1000
fólk, metir Andras Jensen,
men
hann
hevur
ikki
ítøkiligu tølini enn.
Sostatt vórðu yvir 4000
fólk flutt við Rituni og
Silju Star.
Ritan sigldi leygardagin
30 túrar og Silja Star eini
10 túrar.
– Ongin ófriður var um
borð, sigur Andras Jensen.
Til kjakið um, at tað tók
ov langa tíð at flyta fólk,
og at fólk bíðaðu ov longi á
bryggjuni í Nólsoy, sigur
Andras Jensen, at um 2000
fólk skulu flytast innan
tveir tímar, so krevst størri
bátur. Ternan var ikki tøk,
og hon hevur verið roynd
áður.
Hon er so stór, at hon
siglir ikki so ofta. Vit hava
hinvegin størri títtleika við
Rituni og Silju Star, og
harvið hægri kapasitet við
hesum
báðum,
sigur
Andras Jensen, og leggur
afturat, at størri skip eisini
kostar nógvan pening at
seta inn.
Ritan er ov lítil
Ein av fyrireikarun
um av Ovastevnuni,
ið hevur drúgvar
royndir, heldur,
at tað er ov lítið
bert at hava
Rituna siglandi, tá
Ovastevnan er
Ovastevna
Dagfinn Olsen
Una Hansen hevur í mong
ár verið við til at fyrieika
Ovastevnuna. Hon hevur
drúgvar royndir, og hevur
enn ein leiklut í stevnu
fyrireikingunum,
sum
peningarøkil í stuðuls
nevndini.
Stevnugestir hava ført
fram, at stevnan er nógv
vaksin, og at t.d. flutn
ingsmøguleikarnir
ikki
hava fylgt við.
Hesum er Una Hansen
samd í.
Hon sigur seg ikki rætti
liga duga at lýsa munin á
stevnuni fyrr og nú, men
hon leggur dent á, at tað
eru fleiri fólk nú, enn áður.
– Eg haldi, at fólk her
úti í Nólsoy hava inn
stillað seg uppá, at so
leiðis er tað, og at hetta er
eitt stórt tiltak. Og eisini,
at hetta er tiltak, ið er
komið fyri at verða, sigur
Una Hansen.
Ritan ov lítil
Una Hansen sigur, at
stevnan var góð í ár, og
eydnaðist væl.
– Men at Ritan er ov
lítil, kunnu vit øll vera
samd um, sigur Una Han
sen.
– Vit høvdu ølsølu í
tjøldum í ár, og klokkan
04 stongdi ølsølan. Tað
var eitt sindur óheppið, tí
tá máttu øll út og tað
regnaði,
Fólk
høvdu
ongastaðni at fara, sigur
Una Hansen.
Og tá bert Ritan er at
sigla
stevnugestir
um
fjørðin, so tekur tað tíð at
fáa øll fólkini flutt til
Havnar.
– Hetta er nakað, ið má
broytast, sigur Una Han
sen avgjørd.
Hon metir tó ikki, at
talan var um kaos á
bryggjuni í Nólsoy, men
viðgongur, at nógv fólk
stóð á bryggjuni sunnu
morgunin, men at alt
spældi væl av, serliga í
mun til hvussu nógv fólk
var á Ovastevnu.
– Fyrreikararnir sluppu
til songar klokkan 9 á
morgni, tí tá vóru øll
sloppin avstað, sigur Una
Hansen. Hon metir ikki,
at stevnan er ov stór, men
at tað er jaligt, at stevnan
dregur nógv fólk.
– Serliga var gleðiligt í
ár, at ein sá ikki nógvar
fløskur,
ella
brotnar
fløskur, so hetta lætti um
uppruddingararbeiðið.
Hetta var væl skipað hjá
teimum, ið tóku sær av
ølsøluni, tí hetta vóru
fólk uttanífrá, tí hetta
høvdu vit ikki megnað
sjálvi, sigur Una Hansen.
Una fegnast um, at
stevnan eydnaðist væl og
serliga fegnaðist hon um,
at Frelsunarherurin tólk
lut í setanini og við
útimøti.
Una Hansen sigur, at
tað merkist í bygdini
dagarnar eftir stevnuna,
at bygdin hevur verið
vertur fyri Ovastevnu, tí
øll í bygdini eru við í
stevnuni so ella so, og
fólk flest hava gestir.
Klokkan hálvgum átta sunnumorgun bíðaðu
stevnugestir framvegis við bryggjuna í Nólsoy
eftir Rituni.