mánadagur 13. august 2007síða 8
‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
tíðindi
Nr. 154 - 13. august 2007
tíðindi
Prestavígsla
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
myndir: Snorri Brend/Finn
Johannesen
Hvalba: Karmarnir til eina
slíkan hátíðardag vóru av
teimum allarbestu, nú bæði
Símun Jacobsen og Hanus
Simonsen skuldu vígast til
tænastuna sum prestar í
fólkakirkjuni.
Nógv fólk var samankom
ið, bæði úr oynni og
norðanfjørðs til gudstænast
una. Umframt løgmann,
bisp og dómpróst, var eisini
eitt stórt tal av prestum við
til at gera hesa gudstænast
una serstaka.
Innkomin
í
kirkjuna
vórðu øll hesi møtt við
teimum orðunum í Bíbliuni,
sum fólk í síni tíð mettu
skuldu sermerkja gudstæn
astulívið í kirkjuni.
Yvir altarinum stendur
nevniliga týðiliga greitt eitt
ørindi – á donskum úr
Sálmi 118 og vers 26 og
sum í føroyskari týðing er
henda: “Frá Harrans húsi
vit tykkum vælsigna!”
Hetta orðið gekk eisini
gjøgnum alt tað sum fór
fram við hesa gudstænast
una, har Símun slapp at
halda sína fyrstu prædiku
fyri kirkjufólkinum.
Hann vísti á, at Fólka
kirkjan stendur sterk í
Føroyum, men eigur altíð
vera til reiðar at møta
teimum avbjóðingum sum
kunnu koma.
Sum Jesus var í heimin,
soleiðis er kirkjunnar pláss
í heiminum. Kirkjan skal
prædika Kristus, og eigur
ikki at víkja frá hesum,
annaðhvørt tað so var av
ótta ella tí ein ynskir at lifra
fyri nøkrum.
Sannleikin verður varð
veittur, um kirkjan byggir á
hetta trygga grundarlagið,
segði Símun millum annað
í prædiku síni.
Símun er nú farin til
arbeiðis sum sóknarprestur
í Suðuroyar norðara presta
gjaldi.
Í næstum verður Hanus
Simonsen innsettur sum
prestur í Suðurstreymoyar
vestara prestagjaldi.
Søguligur dagur í Hvalba
Gudstænastan í Hvalbiar kirkju í gjár var sermerkt á mangar mátar: Hetta var
fyrsta prestavígslan í nýggju føroysku kirkjuni. Og hetta var somuleiðis fyrstu
ferð, at tveir prestar verða vígdir á hesum staði, og har annar teirra varð
innsettur við sama høvið
Við handálegging frá komandi starvsfelagum verða teir báðir prestarnir, Hanus Simonsen (vinstrumegin) og Sínum Jacobsen (høgrumegin) innsettir í tænastuna
Starvsfelagar úr oynni og
norðanfjørðs vóru við til
at gera gudstænastuna
hátíðarliga. Aftast
vinstrumegin: Jónsvein Bech
á Tvøroyri, Niels Paauli
Danielsen í Klaksvík, Uni
Næs í Fuglafirði, Sverri
Steinhólm í Havn, Jógvan
Fríðriksson á Strondum,
Meinhard Bjartalíð í Lamba,
Hans J. Joensen bispur og
Patrick de Neergaard í Vági.
Fremst vinstrumegin: Hanus
Simonsen í Havn, Bjarni Bæk
dómpróstur, Mogens Thilsted
í Hvalvík og Símun Jacobsen
í Hvalba