mánadagur 13. august 2007síða 10
‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10 tíðindi
Nr. 154 - 13. august 2007
Vinnunevndin tekur undir við færri fiskidøgum
Meirilutin í Løgtingsins vinnunevnd mælir til at skerja fiskidagarnar tvey prosent, og at dagarnir á Bankanum verða
15 prosent færri Meirilutin, sum eru umboðini hjá samgonguflokkunum, eru eisini samdir um, at øll vinnulig veiða
við línu inni á firðum og sundum út á ein fjórðing úr landi verður bannað í mai, juni og juli. Men samgonguumboðini
taka hinvegin ikki undir við at banna øllum fiskiskapi tvær vikur um ólavsøkuna og tvær vikur á jólum, soleiðis sum
Bjørn Kalsø, landsstýrismaður, ætlar. Meirilutin heldur, at bannið eigur at vera frá 20.apríl og 14 dagar fram, tá
gýtingin er liðu, og tey mæla frá at dagar, sum verða brúktir til at fiska gulllaks, verða tiknir av fiskidøgunum.
Tjóðveldisflokkurin í vinnunevndini mælir til at skerja fiskidagarnar fýra prosent og dagarnar á Føroya Banka 25
prosent. Flokkurin mælir eisini til at stytta veiðutíðina á Føroya Banka og umhugsa at steðga øllum fiskiskapi har í eitt
ella tvey ár.
Suðuroy
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Jóhannus Magnussen, løg
reglumaður í Suðuroy,
sigur, at hetta vikuskiftið
hevur verið stak friðarligt
í oynni.
Her hevur einki verið,
og boð hava ikki verið eft
ir okkum til nakrar upp
gávur av týdningi, sigur
hann.
Hann heldur ikki, at tey
nógvu tiltøkini hava verið
í oynni í vikuskiftinum,
men tiltøk hava kortini
verið í TBhúsinum og í
Gamla Pakkhúsi í Vági.
Vit eru altíð tveir mans
á vakt í vikuskiftinum, oft
ast ein útbúgvin løgreglu
maður og ein eykamaður,
sigur Jóhannus Magnus
sen.
Friðarligt vikuskifti
í Suðuroy
- Vit eru altíð tveir mans á vakt í vikuskiftinum, men hetta
vikuskiftið hevur verið stak friðarligt í oynni, sigur Jóhannus
Magnussen
Mynd: Vilmund Jacobsen
Í dag skipaði
Føroya Banki fyri
tíðindafundi, har
leiðslan legði fram
hálvársútslit bankans,
sum er munandi betri
fyrra hálvár í ár enn
somu tíð í fjør
Føroya Banki
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Føroya Banki hevði eitt
munandi betri hálvár í ár,
enn bankin hevði somu tíð í
fjør. Avlopið fyri skatt er
102 miljónir krónur móti
46 miljónum krónum fyrra
hálvár í fjør.
Á tíðindafundi í dag
fingu vit at vita, at netto
rentuog
tænastuinntøkur
bankans eru 155,7 miljónir
krónur higartil í ár móti
129,3 miljónum krónum
somu tíð í fjør.
Eginogn bankans er nú
1.330 miljónir krónur og
solvensurin,
sum
hevur
verið minkandi, er nú 20,8
prosent.
Hetta er fyrsti almenni
hálvársroknskapurin
hjá
Føroya Banka, síðan bankin
er
vorðin
skrásettur
á
virðisbrævamarknaðinum.
Forstjórin fegnast
Vit fegnast um, at vit
kunnu vísa á eitt væl betri
úrslit fyrra hálvár í ár enn
fyrra hálvár í fjør.
Janus Petersen, forstjóri í
Føroya Banka sigur, at betr
aða lønsemi av rakstrinum
er til gagns fyri partaeigarar
bankans.
Á
tíðindafundinum
í
morgun vísti hann á, at
avlopið eftir skatt higartil í
ár er 40,2 miljónir krónur. Í
fjør var avlopið einans 13,2
miljónir krónur eftir skatt.
Forstjórin visti eisini á, at
útlán bankans vóru 6,2 milj
ardir krónur fyrra hálvár í
ár, og at vøksturin í útlán
unum í hesum halvari hevur
verið 833 miljónir krónur.
Innlán bankans eru 4,9
miljardir krónur við endan
av juni mánaða, og innlánini
vuksu fyrra hálvár við 203
miljónum krónum.
Fíggjarjavnin hjá Føroya
Banka er nú 7,8 miljardir
krónur.
Nýggir partaeigarar
Føroya Banki varð skrá
settur á virðisbrævamarkn
aðunum í Íslandi og Dan
mark 21. juni í ár, og sam
stundis sum tveir triðingar
av bankanum vórðu ein
skildir.
Við skrásetingini og ein
skiljingini
fekk
Føroya
Banki umleið 15.000 nýggj
ar partaeigarar.
Vit vænta eitt ársúrslit í
ár, sum verður millum 145
og 165 miljónir krónur fyri
skatt og burturleggingar.
Forstjórin, Janus Petersen,
sigur, at hetta er sama for
søgn, sum bankin hevði í
samband við roknskapin
fyri fyrsta ársfjórðing í ár.
Føroya Banki góða fra
- Vit vænta eitt ársúrslit í
ár, sum verður millum 145
og 165 miljónir krónur fyri
skatt og burturleggingar – og
soleiðis heldur forsøgnin, sigur
forstjórin í Føroya Banka,
Janus Petersen
Mynd: Vilmund Jacobsen
Sosialurin hevur
skilt, at tað eru fleiri
enn fýra skip, sum
hava borið við botn á
Flesjunum síðan 1950
FleSjarnar
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Í sambandi við, at Olshana
herfyri fórst á Tangafirði,
hevur verið sagt, at fýra
skip tilsamans hava siglt á
Flesjarnar
síðan
1950.
Eisini hevur verið sagt, at
trý av hesum skipum eru
endað á havsins botni.
Men
umframt
enska
farmaskipið Barjama, sum
sigldi á Flesjarnar á sumri í
1950, Góðanes, sum fórst
nøkur ár seinni og farma
skipið Ólavur Gregersen,
sum fórst í 1984, er okkum
sagt, at minst tvey onnur
skip hava siglt á Flesjarnar.
Sosialurin hevur fingið
upplýst, at veitingarskipið
North Star hjá Thor í
Hósvík eisini hevur borið
við Flesjarnar, eins og
Sundabúgvin hevur borið
við botn á hesum leiðum.
Bæði North Star og
Sundabúgvin
komu
tó
avaftur – og endaðu soleiðis
ikki við havsins botn.
Ein maður, sum
Sosialurin hevur tosað við,
veit eisini at siga, at onkur
nótabátur hevur borið við
botn á Høgnaboða – uttan,
at
hetta
tó
førdi
til
skipsbrot.
Onnur skip borið
við Flesjarnar
Okkum er upplýst, at North Star (mynd) og Sundabúgvin eisini
hava borið við botn á Flesjunum – uttan tó, at hetta førdi til
skipsbrot
Mynd: Skipalistin.ta