Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-08-13, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 13. august 2007síða 11

‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 tíðindi Nr. 154 - 13. august 2007 Ætla at stovna felag fyri seglskip Arbeitt verður við einari ætlann at stovna eitt áhugafelag fyri føroysk træseglskip á Sjómannadegnum í Klaksvík næsta vikuskiftið. Á samkomu, sum verður á Klaksvíkar Sjómansskúla leygardagin, fara manningar av seglskipunum Westward HO TN 54, Jóhonnu TG 326, Norðlýsið TN 24, Dragan KG 212, Anniku TN 1174 og Fram TN 2 at umrøða eitt uppskot um at stovna áhugafelagið ”Føroysk træseglskip”. Á samkomuni er ætlanin at velja eina nevnd, sum skal fyrireika eina stovnanina, og tað arbeiði skal vera liðugt um eitt ár. Fyrireikararnir siga, at varðveitingarhugurin er stórur, men at enn eru ongar skipanir í Føroyum, ið stuðlað slíkum arbeiði. Mangastaðni í Skandinaviu eru skipanir, ið skipa samstarv millum mynduleikar og tey, ið fáast við skipsvarðveiting av áhuga, hetta fyri at tryggja samfelagnum antikvariska dygd í sjálvbodna varðveitingararbeiðinum. Tað er hetta, sum havt verður í huga, nú tað verður farið undir at fyrireika eitt felag fyri Føroysk Træseglskip, siga fyrireikararnir í tíðindaskrivi í dag. Tað hevur verið friðarligt í Klaksvík hetta vikuskiftið, sum liggur millum Summar Festivalin og Sjómannadagin Norðoyggjar Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo - Vit hava havt eitt friðar- ligt vikuskifti. Hetta var eitt vikuskifti millum Summar Festivalin og Sjó- mannadagin, og tí er hugs- andi, at fólk hava tikið tað róligt. Tað sigur vakthavandi á løgreglustøðini í Klaks- vík. Hann sigur, at eingir trupulleikar av týdningi hava verið í vikuskiftinum, og ferðslan hevur eisini gingið væl. - Vit hava havt okkurt smávegis, men einki nevni- vert, leggur hann aftrat. Komandi vikuskiftið verður Sjómannadagur í Klaksvík, og leygardagin verður eisini ókeypis at koyra undir Leirvíksfirði. - Sjómannadagurin hev- ur verið nógv vitjaður, og vit vænta nógv fólk hesa- ferð eisini. Fólk vilja gjarna sleppa so nær økin- um sum gjørligt, og tí fara vit serliga at leggja dent á at skipa ferðsluna væl. Vakthavandi sigur, at løgreglan plagar at fáa stuðul til at skipa ferðsl- una, tá stór tiltøk eru, og tá Summar Festivalurin var, hjálpti bjargingarfel- agið í Norðoyggjum til við at skipa ferðsluna, soleiðis at fólk á frægasta hátt kundu koma og fara úr býnum. - Í slíkum føri eru tað fyriskipararnir, sum heita á feløg um stuðul til skipan at ferðsluni, og tá tað verður gjørt, gongur arbeiði fyri seg í samstarvi millum feløgini og løgregl- una, sigur vakthavandi. Løgreglustøðirnar í Klaksvík og Runavík sam- starva í vikuskiftinum, og samdøgurvakt er á støðini í Klaksvík alt vikuskifti. Fólk hvíla seg til Sjómanna- dag í Klaksvík Sjómannadagur verður í Klaksvík komandi vikuskiftið. Ókeypis verður at koyra undir Leirvíkisfirði, og væntandi er, at hópur av fólki fer til Klaksvíkar Mynd: Vilmund Jacobsen amgongd fyrra hálvár Janus Petersen, forstjóri, Súni Schwartz Jacobsen, stjóri og Jóhan Páll Joensen, nevndarformaður. Við skrásetingini á virðisbrævamarknaði og einskiljingini fekk Føroya Banki umleið 15.000 nýggjar partaeigarar Mynd: Vilmund Jacobsen Føroya BaNki Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Fíggingargrunnurin frá 1992 byrjaði sølutilgongd- ina av Føroya Banka í november 2006, og prospekt varð almannakunngjørt 4. juni 2007. Tann 21. juni 2007 varð bankin skrásettur á virðis- brævamarknaðunum í Íslandi og Danmark. Á tíðindafundi í dag ásannaði leiðsla bankans, at áhugin fyri søluni var ovur- honds stórur, og tekningin varð yvirteknað 26 ferð. - Tá ið tekningartíðar- skeiðið var av, kundi bankin staðfesta, at hann hevði 15.000 partaeigarar, sigur Janus Petersen, forstjóri. Hann sigur, at við støði í rákum í virkisøkjum og positivum fíggjarútlitum, uppskrivaði Føroya Banki fyrsta ársfjórðing síni útlit um netto rentu-og tænastuinntøkur til 320-340 miljónir krónur – og úrslit fyri burturleggingar og skatt til 145-165 miljónir krónur. - Við støði í hálvársrokn- skapinum heldur Føroya Banki fast við hesi útlit, sigur forstjórin, Janus Peter- sen. Føroya Banki: 15.000 nýggir parta- eigarar