Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-08-13, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 13. august 2007síða 13

‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 viðmerkingar Nú lítli Petur aftur hevur verið og vitjað í Føroyum og mátti avstað aftur, kann eg ikki tiga longur og bert hyggja at Nú eru longu 3 ár farin síðani Petur bleiv sendur til Danmarkar og tit eru ikki komin longur. Tá eg sigi tit, meini eg avvarðandi MYNDULEIKAR. Haldi tað verða heilt fantastiskt. Tá vit síggja, hvussu drongurin blomstrar upp, tá hann er her saman við systrum sínum, ommu og abba sínum, og hvussu hann fellur saman tá hann skal avstað aftur og óskiljandi spyr: “Hvorfor skal jeg afsted igen, kan jeg ikke bare blive her?” og grætur av longsli, kann tað ikki verða nakar loynidómur, hvar drongurin hoyrir heima. Sagt verður av mynduleikunum, at teir mugu síggja til tørvin hjá barninum, og at Peturi tørvar serhjálp fyri at mennast, sum hann best kann fáa, har hann er nú. Men eg kann siga við míni vitan og nærum 30 ára royndir innan ‘barnaøkið’, at tit kunnu bjóða honum so nógva serhjálp tit vilja, men fær hann ikki sínar basalu tørvir nøktaðar eisini, sum eitt og hvørt barn hevur tørv á og rætt til, eitt trygt umhvørvið við nógvum, ektaðum kærleika, so er alt til fánýtis. Petur fór, eins og systrar hansara og teirra nærmastu, ígjøgnum eina ógvuliga traumatiska vanlukku, sum kostaði mammu hansara lívið. Hini fingu loyvi at verða saman ígjøgnum komandi sváru tíðina, meðan Petur bleiv rivin burtur til fremmant land, fremmant fólk, sum óiva gera sítt besta, men ALDRI kunnu geva honum tann ‘óbetingaða’ kærleika og følilsi av at ‘hoyra til’ sum tvíburðasystirin, stórasystur, omma, abbi, mostur og mammubeiggjar kunnu geva honum. Og eg eri vís í, at við teimum basalu tørvunum nøktaðum og við tí serhjálp vit hava her (tí tað hava vit), var Petur komin nógv longri í dag! Um tit royna tykkara ‘empatisku’ evnir (um tit hava nøkur) og seta tykkum inn í støðuna hjá ommuni og abbanum og kanska fyristilla tykkum at tað vóru tit. Tey mistu eina dóttur og hús og heim í hesi vanlukku, men høvdu tíbetur barnabørnini eftir. So taka tit bara kalt og ‘kyniskt’ eitt av trimum børnum, enntá ein tvíburða og flyta hann burtur í annað land, har hann ongan góðan hevur uttan fakkunnleikan, fyri at hann kann mennast best møguligt. Hann fær bert fáar dagar um árið, har hann kann vera saman við familju sínari. Halda tit veruliga at tit hava tænt hesi sakini væl? Omman og abbin verða rivin og slitin í sálini hvørja ferð, tey skulu siga hesum elskaða drongi farvæl, væl vitandi, at hann leingist og saknar tey og systrar sínar sára hvønn einasta dag. Hvussu kann eitt barn mennast á handan hátt? Hvussu kann ein hart rakt familja verða viðfarin á ein slíkan hátt? Skilji tann, íð skilja kann!!!! Nei, nú er tíð uppá, at tit vísa tykkum sum MENN, viðganga tykkara skeivu avgerð og atferð og fáa hesa ‘smagleysu’ søk út av verðini, so tit kunnu hyggja tykkum sjálvar í spegilin og onnur í eyguni uttan at rodna. FÁI PETUR HEIM TIL SÍNI KÆRU SKJÓTAST MØGULIGT, ÁÐRENN TAÐ ER OV SEINT FYRI HANN - - - OG ÁÐRENN HETTA VALSKEIÐIÐ ER AV, .............! Við vón um at tit rakna við og handla skjótt! Vaknið – áðrenn tað er ov seint! Charlotta á Váli olsen Sambandsflokkurin og onnur, sum stuðla fíggjarmálaráðharran, mugu stíga fram og vísa honum sín stuðul Tað hevur loypt øði í nakrar samgongulimir, at okkara fíggjarmálaráðharri er komin við nøkrum tonkum um, hvussu landið kann stýrast ella hvussu ein sett kós kann justerast eitt sindur. Og fólk tykjast at halda, at vit umsíður hava fingið ein fíggjarmála- ráðharra, sum nýtir vit og skil at stýra við heldur enn atlit til um onkur hissini tingmaður skal bjargast innaftur á ting. Magni Laksáfoss boðaði áðrenn setanina sum lands- stýrismaður frá, at tað fór at vera spennandi at koma inn og fáa ávirkan á menn- ingini av samfelagnum. Valla hevur nakar hoyrt hann tosa um at bróta verandi samgonguskjal men heldur at tosa um hvat íð skal standa í tí næsta ella teimum fylgjandi samgonguavtalunum. Mær vitandi hevur hann loyalt ætlað sær at liva upp til tað, sum stendur í verandi skjali, sum hann hevur góðtikið við at átaka sær uppgávuna. Men er eitt samgongu- skjal ein so ævigur sann- leiki, at einki spurnartekin kann setast við nakað av tí fyrrenn 4-ára valskeiðið er runnið? Veit man tá íð eitt samgonguskjal verður skrivað, at ongar fortreytir fara at broytast tey næstu 4 árini? Ella er samgongan so skinkla, at hon ikki tolir, at nýggir tankar verða hugsaðir og viðgjørdir innanhýsis í valskeiðinum? Ella at konjunkturarnir broytast? Kann einki óvæntað koma afturat í einum valskeiðið? Sjálvandi skal ein lands- stýrismaður – val ella ikki – hava loyvi til at leggja sínar politisku hugsanir fram, ja, hann má hava eina skyldu til at gera tað, um hann heldur skútuna verða farna av kós ella um onkur partur av okkara bú- skapi útviklar seg skeivan veg. Tað er tað, hann er settur til. Magni Laksáfoss hevur verið opinskáraður við sín- um hugsjónum og greiður. Fólk skilja hann. Hann brúkar vit og skil í staðin fyri dyrging upp til eitt val at stýra búskapinum eftir. Hann nevnir amboðini við navni. Tað fremur forstáil- sið. Hann skjýtur upp at raðfesta umaftur og goyma okkurt av risaprojektunum til betri tíðir t.v.s. til tey kunnu brúkast at útjavna vánaligar konjunkturar við og biður tingmenn um at hugsa seg um einaferð enn tí sjálvt tingmonnum er tað loyvt at gerast vísari. Tað tykist ikki skilagott at seta arbeiðskraftkrevjandi tiltøk í verk tá íð arbeiðskraft er ein mangulvøra. Tað kann avskepla lønarlagi í sam- felagnum og vera til óbóta- ligan skaða fyri vinnuna annars. Henda avskeplan er longu nú ein veruleiki, sum flestu føroyingar hava upplivað í ár. Atlitið til lokalar ting- menn mugu vit taka við at gera Føroyar til eitt val- dømi. Tá loysir hesin trupulleikin seg av sær sjálvum Og so má Løgting- ið gera sítt við at broyta tingskipanina til, at allar málsviðgerðir bert fara fram við framsøgumonnum og ráðharrum sum í flestu øðrum londum rundanum okkum. So fáa vit eisini tað mesta av valstríðnum, sum longu er byrjað, burt- ur úr tinginum. Og einki mál tekur meira enn ein dag at avgreiða. Sum sagt tykist Magni Laksáfoss at hava góða undirtøku fyri sínum tonk- um millum manna. Men so er tað eisini neyðugt at vit, sum taka undir við honum koma fram á vøllin og geva okkum til kennar. Sambandsflokkurin má vera meira heilhjartaður í sínum stuðli til landsstýris- mannin. Formaðurin hevur verið úti og sagt seg samd- an. Tað er gott, men ikki nóg gott. Hann má eisini stuðla rættin hjá landsstýris- manninum til at almanna- kunngera síni gullkorn. Andstøðan hevur noterað sær hetta gløggskygni, men at samgongufelagnir sláa hann á nevið fer at svía til teir sjálvar. Veljararnir taka undir við Magna Laksáfoss og tað er tað, sum um ræður. At onk- ur tingmaður gongur ímóti, ja, tann trupulleikan loysa veljarnir tá íð tann tíð kem- ur, men til tá mugu tit í skrift og talu vísa lands- stýrismanninum tykkara stuðul soleiðis sum tit tosa um hann í gerandisdeg- num. Landsstýrismaðurin tykist sjálvur at vera sterkur í trúnni, men tað er sera umráðandi at vátta okkara stuðul fyri at hann kann varðveita flogið og ikki verða skotin niður av onkrum samgongufelaga, sum bert hevur val ella afturval í tonkunum. Sambandsflokkurin hevur fingið ein landsstýris- mann við visiónum og sum tykist at hava fakliga barlast og áræði til at halda eftir teimum. Hetta kann vísa seg at gerast gull vert bæði fyri okkara land og fyri Sambandsflokkin. Tí ræður tað um at vátta hon- um okkara dygga stuðul. Vit og skil ella bert eftirsókn eftir vindi ? atli hansen Í Sosialinum hósdagin fær Anfinn Kallsberg tað at ljóða sum, at eg nú komi sum ketta burtur úr høvdatrogi. Men tað vil eg ikki hava sitandi á mær. Tí henda viðmerking Anfinn Kallsberg heldur tað vera løgið, at eg ikki fyrr eri komin í tankar um, at eg eri ónøgd við viðtøkurnar hjá Fólkaflokkinum. Men hann mann hava gloymt, at Norðoya Fólka- floksfelag, fyri fleiri árum síðani, setti meg uttanfyri ávirkan, tá eg ikki longur slapp at halda fram í land- sstjórnini hjá flokkinum. Grundgevingin var, at eg ikki longur búði í økinum. Hóast eg, hjá formanni- num í Norðoya Fólkafloks- felag, bað um fund um málið, - og hjá Anfinni Kallsberg og fleiri í ovastu leiðslu floksins, havi gjørt vart við, at eg fegin vildi halda fram, - so hevur tað ikki eydnast mær at komið aftur í landsstjórnina. Tískil bleiv mín møgu- leiki at gera mína ávirkan galdani í Fólkaflokkinum munandi skerdur. Tað er harmiligt at koma alment fram við hesum, men tað verði eg noydd til, skal tað ikki standa eftir, at eg eri ein gáloysingur, ið ikki seti meg inn í viðurskifti og mannagongdir. Fólkaflokkurin setti meg uttan fyri ávirkan rúna siVertsen Nr. 154 - 13. august 2007