Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-08-13, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 13. august 2007síða 14

‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 154 - 13. august 2007 ”Tað er alt ov hættisligt at halda á við bara at dúva uppá fiskivinnu. Skulu vit yvirliva í Føroyum og varðveita líkinda livikor í framtíðini, má og skal menningin av nýggjum vinnum raðfestast hægri. Møguleikarnir fyri teim stóru pengunum liggja ser­ liga innan vitanar­ og upp­ livingarvinnu, so leggið íløgurnar har”, sigur Elin Heinesen. Alneyðugur partur av hesum er at gera íløgur í sjónliggeringina og marknaðarføringina av Føroyum, í betri ferðasam­ band við umheimin og at vaksa um kapasitetin at taka ímóti fleiri fólkum, umframt at menna megin­ økið. Hetta er brævið hjá Elini Heinesen: Kæru politikarar, Semja er um, at upphitaði búskapurin skal tálmast, og at sparingar skulu fara fram í rakstrinum svarandi til áleið 200 milliónir næs­ ta fíggjarár. Men nú spar­ ingarnar skulu raðfestast: Hvat kunnu vit við sinnisró bíða við at gera íløgur í? Og hvat kunnu vit avgjørt IKKI útseta at gera íløgur í? Hvar hava vit ráð at skerja? Og hvar hava vit avgjørt IKKI ráð at skerja? Vit mugu ansa væl eftir ikki at gera stórar íløgur, sum lítið og einki kasta av sær , og harvið koma til at mergsúgva samfelagið til einki er eftir at gera gagn við! Heldur enn at vakna við kaldan dreym, tá ov seint er, mugu og skulu vit hugsa framskygt og í einari størri heild. Vit mugu gera rættar samfelagsíløgur nú, ið tryggja inntøkur til land­ ið, um eitt líkinda lív yvir­ høvur skal vera okkum lagað í Føroyum í framtíð­ ini. At skerja framtíðar­ rættað meirvirðisskapandi virksemi, er tað sama sum at saga greinina av, sum vit sjálvi sita á! Fiskivinnan ikki nóg trygg Fiskivinnan hevur og skal sjálvandi framvegis hava stóran búskaparligan týdning, men hon er ikki ein nóg trygg vinna til at skula bera alla búskapar­ ligu ábyrgdina í samfelag­ num. Hetta hava vit vitað leingi, men nær fara vit at gera nakað við hetta av álvara? Ofta verður sagt, tá sipað verður til føroyska vinnu og føroyskan búskap: ”Vit mugu hava fleiri bein at standa á”. Hetta eru flest øll samd um, men hetta er vorðið ein so tugd og tanlað kliché, at vit hava lyndi til at lata oyruni aftur, tá vit hoyra tað – og næstan gloyma, hvussu alstóran týdning tað í roynd og veru hevur, at vit av álvara leggja lunnar undir burðardyggar fram­ tíðar vinnur nú, meðan tíð og orka er. Serliga nú, tá tað gongur væl við føroy­ ska búskapinum, áttu vit at lofta møguleikunum okk­ um býðst fyri nýggjum virksemi, heldur enn í reinari konservatismu at tvíhalda um siðbundnar vinnur sum einasta álit. Fiskivinnan skal enn vera partur av áliti okkara – so vítt gjørligt – men vit mugu gera okkum heilt greitt, at fiskivinnan er svikalig. Alt bendir á, at hon enntá verður væl meira svikalig í framtíðini. Granskarar eru so svartskygdir, at teir meta ongan villini fisk at koma upp á land ár 2050, um ikki munadygg og alfevnandi tiltøk verða sett í verk. Hetta vísir ein umfatandi kanning m.a., sum ein kanningarbólkur við ellivu havlívfrøðingum og trim­ um búskaparfrøðingum hava gjørt nýliga. Í fýra ára hava teir granska stovnar­ nar við atliti til umhvørvi, veiði, veðurlagsbroytingar og annað viðkomandi. Kanning teirra byggir harumframt á hagtøl frá 1950 fram til 2003, um­ framt 1000­ára broytingar í fiskastovnunum og 12 ymisk strandarøki. Minka stovnarnir so langt niður, at teir ikki standa at bjarga, hevur hetta ógvuliga stóra ávirkan á at síggja til óvið­ komandi fiskasløg, men sum aftur hava ógvuliga stóra ávirkan á ecoskipa­ nina í havinum. Størsta grundarlagið undir núver­ andi búskapi okkara kann tá hvørva – og so verður teppið rivið undan okkum. Hvat gera vit so? Ikki ráð til at lata eyguni aftur Vit mugu ikki gera sum strussurin og stinga høvdið í runnin, tá vit hoyra slíkt, sum okkum dámar illa at hoyra. Tað er nú, at vit mugu lurta eftir tílíkum ávaringum. Tað er nú, vit mugu taka avleiðingarnar í álvara, bjálva okkum til framtíðina og leggja tryggar lunnar undir aðrar vinnur eisini, so vit hava annað enn fiskivinnu at dúva uppá, tá hon fer at svíkja – tí tað vita vit, at hon ger! Tað er ongantíð ov tíðliga at laga seg eftir nýggju fyritreytunum, um vit framhaldandi ynskja at varðveita livikor okkara á sama ella betri støði enn tað, vit hava nú. Tað er tíbetur ikki so, at vit ikki hava aðrar møgu­ leikar. Men vit brúka teir bara ikki optimalt. Vit hava eitt ørgrynni av virðismikl­ um tilfeingi, sum vit bara ikki eru so varug við og raðfesta alt ov lágt – og sum vit heldur ikki gera onnur varug við! Tað hava vit ikki longur ráð til. Tíðin er komin, har vit mugu og skulu lata eyguni upp fyri øllum teimum møguleiku­ num, sum tíbetur liggja okkum í boði beint nú. Tíðin er komin til at blaka talentirnar/pengarnar, hagar teir mest sannlíkt bera ávøkstur! Styrkið tey sterku og tryggja harvið tey veiku Hvussu gagnnýta vit best tilfeingið, vit hava? Tað gera vit t.d. við at styrkja tað, sum longu er sterkt – tí tað hálar restina upp við sær! Eins og við mammuni og barninum í flogfarinum, har hol kemur á, og súrevn­ ið knappliga hvørvur. Um mamman gevur barninum iltmaskuna, áðrenn sær sjálvum, so kvalist hon – og harvið doyr eisini barn­ Elin Heinesen, stjóri í SamVit heitir á politikarnar at hækka játtan til SamVit. Politikarnir eiga at síggja aðrar vinnur sum framtíðar alit og ikki bara fiskivinnuna Opið bræv til løgting og landsstýri: Sagið ikki greinina av, vit sjálvi sita á! stjóri í SamViti Elin HEinEsEn Hetta leggur Elin Heinesen, stjóri á Samviti, stóra áherðslu á í opnum brævi til politisku myndugleikarnar, nú fíggjarlógin skal viðgerast. “Tað er óðamannaverk framhaldandi at leggja alt álit okkara bara á høvuðsvinnuna, sum vit vita, verður enn meira svikalig í framtíðini. Um vit skerja íløgur í framtíðarrættað meirvirðisskapandi virksemi, skjóta vit okkum sjálvi í fótin!”sigur hon, og vísir á vandan við ikki at vera framskygd nú VIT hava eitt ørgrynni av virðismiklum tilfeingi, sum vit bara ikki eru so varug við og raðfesta alt ov lágt – og sum vit heldur ikki gera onnur varug við! Tað hava vit ikki longur ráð til. Tíðin er komin, har vit mugu og skulu lata eyguni upp fyri øllum teimum møguleikunum, sum tíbetur liggja okkum í boði beint nú. Tíðin er komin til at blaka talentirnar/ pengarnar, hagar teir mest sannlíkt bera ávøkstur! ”