Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-08-13, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 13. august 2007síða 15

‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 154 - 13. august 2007 15 nøvn ið, sum ikki kann yvirliva uttan hana. Men gevur hon fyrst sær sjálvum iltmasku, kann hon betur hjálpa barninum eisini – og harvið yvirliva bæði! Soleiðis er eisini við samfelagnum. Um vit velja einans at stuðla veiku lið­ unum, sum kortini hava ilt við at bera seg sjálvi uppi uttan støðugan stuðul, og gloyma tey sterku, sum skulu tryggja tey minni mentu, endar tað við, at tey sterku liggja køvd eftirá – og so yvirlivir eingin! Útjaðarin hevur stórt virði – og kann fáa enn størri virði, t.d. sum ferðavinnu­ tilfeingi. Nógvir vinnuligir møguleikar liggja í útjaða­ ranum, sum vit eiga at troyta. Tí skulu vit sjálv­ andi veita útjaðaranum hjálp til sjálvhjálp, men ikki við at tarna sterku liðunum í samfelagnum, sum skapa størstu virðini – og skerja eyðsýndar vinnu­ møguleikar! Útjaðarin verð­ ur ongantíð so virðisskap­ andi sum meginøkið – og fær eisini í veruleikanum størri gleði í longdini av einum virknum, sterkum og ríkum meginøki, sum gevur yvirskot – eisini til útjaðaran. Tað er ikki ein spurning­ ur um kapping millum veik og sterk – millum megin­ økið og útjaðaraøki, sum tað so ofta verður gjørt til! Eitt veikt meginøki ger ikki eitt sterkt útjaðaraøki! Tvørturímóti. Eitt sterkt meginøki, sum hevur orku­ na at lyfta og gera íløgur, ger eisini útjaðaran sterkan! Gerið íløgur, sum gagna øllum – heldur enn bert teim fáu Heldur enn at gera stórar almennar íløgur í virksemi, sum lítil og eingin búskap­ arligur vinningur kemur burturúr í fyrstu syftu – eiga vit at gera íløgur í tað, sum tryggjar størsta bráð­ feingis búskaparliga vinn­ ingin fyri samfelagið sum heild – tvs. íløgur, sum geva avkast, ið kann gagn­ nýtast aðrastaðni. Bert soleiðis tryggja vit, at vit yvirhøvur hava nakra fram­ tíð her á landi. Vit mugu hyggja eftir: Hvat er tað fyri virksemi, sum skal gjalda fyri fram­ tíðar íløgur í vegir, havnir, flogvøllir og tunlar, fyri menning av útjaðaranum og fyri ansan av gomlum, sjúkum og minni mentum? Vit mugu ansa sera, sera væl eftir ikki at máa grund­ arstøðið undan tí, sum alt annað skal byggja á: Nem­ liga vinnuna! Men gera tað, sum skal til, fyri at gera tað lættari fyri vinnu­ na at skapa virðir og yvir­ skot, sum alt samfelagið fær gagn av. Mugu menna meirvirðisskapandi vinnur Vit mugu hyggja eftir: Hvar koma sannlíkt fleiri pengar burturúr enn teir, ið verða settir í virksemið? Hvørjar íløgur tryggja best framtíðarrættað burðardygt virksemi, sum skapar meir­ virði fyri alt samfelagið? Hvørjar íløgur tryggja meir­ virðisskapandi arbeiði til allar hendur langa tíð fram yvir? SamVit er ein stovnur, sum er skræddaraseymaður til at birta uppundir virk­ semi, sum skal SKAPA virðir – heldur enn bara at forbrúka tey. Tí er tað at skjóta seg sjálvan í fótin at skerja játtanirnar til ein slíkan stovn. Heldur átti tað at verið umvent! Í veru­ leikanum áttu nógv fleiri pengar at verið settir av til týdningarmikla arbeiðið hjá stovninum at markn­ aðarføra Føroyar, draga og knýta íløgarar til føroyska vinnu og menna íverksetara­ virksemi, sum kann bera ávøkstur. Aðalmálið hjá SamViti er júst at arbeiða fyri, at nýggjar, framtíðarrættaðar, burðardyggar og meirvirðis­ skapandi vinnur fáa um­ støður at vaksa seg stórar – t.d. við at sjónliggera/ marknaðarføra hetta landið og vinnu tess, ráðgeva fyri­ tøkum, menna netverk og skapa sambond millum fyritøkur og íløgarar – og harvið medvirka til at fáa vinnuna til at bera vøkstur! Búskaparligan vøkstur, sum síðani kann fíggja so nógv annað virksemi í samfelagnum. Vit mugu satsa uppá sjónliggering Sum nú er, fær stovnurin tíanverri láturliga (grátu­ liga) lítið at gera gagn við, tá ein hugsar um, hvussu stórar og týdningarmiklar uppgávur, stovnurin hevur at loysa fyri hetta samfelag­ ið. Um føroysk vinna skal hava nakran kjans á altjóða marknaðinum, mugu og skulu føroyskar vørur og tænastur sjónliggerast í nógv, nógv størri mun enn higartil. Alt ov lítil mið­ savnandi samskipan hevur verið av marknaðarføring­ ini úteftir. Almennu íløg­ urnar í samskipaða markn­ aðarføring og í grundleggj­ andi menningina av íverk­ setaravirksemi og av føroy­ skum vørum og tænastum hava verið alt ov avmark­ aðar í mun til, hvat kundi verið fingið burturúr, um hetta higartil hevði verið raðfest hægri av almennu Føroyum. Í Vinnupolitikkinum stendur: “Tað er neyðugt at lata føroyska samfelagið upp fyri umheiminum og skipa vælvirkandi markn­ aðir og við miðvísum tiltøkum at menna førleika og karmar hjá føroyskum virkjum og arbeiðsmegi, so hesi eru brynjað at taka kappingina upp á altjóða marknaðinum.” Í Visjón 2015 stendur um Føroyar í 2015: ”Føroyar eru eitt vøru­ merki, eitt brand, ið er kent víða um. SamVit stendur á odda í ráðgeving fyri íverk­ setarar við altjóða stremba­ num og stuðlar undir altjó­ ða marknaðarføring av føroyskum vørum og tæna­ stum. Tað almenna leggur stóran dent á vinnuframa og stuðlar spírandi vinnum, ið framleiða slóðbrótandi vørur og tænastur og troyta nýggjar marknaðir.” Men hetta eru bara tóm orð, um ikki politiska skip­ anin eisini raðfestir hetta høgt á fíggjarlógini! Í øðrum londum kring okk­ um er lutfallið eitt heilt annað – í Grønlandi t.d., sum ikki er eitt nærtil so ríkt samfelag sum okkara, fær samsvarandi stovnurin: Grønlands Turist­ og Erhvervsråd, meir enn dupult so stóra játtan, enn SamVit fær! Hetta hevur skapt góð úrslit og muna­ góðan búskaparligan vøkst­ ur í Grønlandi tey seinastu árini. Gerið tíðarhóskandi flogvøll – áðrenn undirsjóvartunlar! Arbeiðið hjá SamViti kundi ikki minst verið væl lættari, um umstøðurnar hjá vinnuni at arbeiða vóru betri – ikki minst ferðasam­ bandið við útheimin. Undir­ ritaða vil staðiliga mæla til, at vit sum skjótast sleppa okkum av við fløskuhálsarnar og ringastu forðingarnar fyri samstarvi og samhandli hjá vinnuni við umheimin. Sum nú er, er menningin í Føroyum serstakliga darvað av vána­ ligu og ótíðarhóskandi flog vallarviðurskiftunum. Hetta er ein sannur fløsku­ hálsur, sum darvar vinnu­ lívinum – ikki minst ferða­ vinnuni – í ómetaliga stór­ an mun, og sum útihýsir so nógvum góðum møguleik­ um, sum kundu skapt stór virði fyri landið, men sum vit í dag missa á gólvið, tí flogvallarviðurskiftini ikki eru í lagi. Vinnan má fáa høgligari umstøður at arbeiða ótarn­ að – eisini í alheims høpi, tí gongur tað væl hjá vinnu­ ni, fáa vit øll ágóðan. Íløg­ ur í sambandið úteftir eiga tí at vera raðfestar nógv hægri enn t.d. íløgur í undirsjóvartunlar, sum ikki geva líka skjótan ágóða og gera meira avmarkað gagn í mun til, hvat eitt betri samband úteftir hevði gjørt. Hetta má eisini ganga hond í hond við, at vit økja um tilboðini í landinum – t.d ferðavinnu­ tilboð, ráðstevnufasilitetir, granskingarumhvørvi og ikki minst kapasitetin til at taka ímóti fleiri fólkum. Í síðsta enda skulu øll nokk fáa sítt – eisini oyggj­ arnar, sum í dag bert eru atkomiligar frá meginøki­ num sjóvegis. Serliga um vit raðfesta rætt nú, tí so fáa vit nógv skjótari skapt so mikil virðir, at vit nógv fyrr fáa nógv betri ráð til at gera tunlar – eisini til Sandoyar, umframt betri samband til Suðuroyar. Tað týdningarmesta at raðfesta er eftir bestu sannføring míni at fáa ein meira tíðar­ hóskandi flogvøll sum skjótast – tvs. her og nú – ið kan tryggja væl betri reglusemi í komum og fráferðum. So taka vit trupulleikarnar upp við rót: Sleppa undan fíggjarligu smeitunum og øllum frustratiónunum, sum altíð koma, tá seinkingar ella avlýsingar eru – og fáa betri ráð til íløgur í innan­ hýsis infrastruktur eisini. Missa íløgur orsaka av manglandi hagtølum Eg hoyri frá fleiri síðum, at trupulleikin er ikki, at útlendskir íløgarar ikki hava áhuga í at gera íløgur í virksemi í Føroyum. Fólk, sum samskifta við íløgarar uttanlands, hava sagt mær, at tey fáa upp í ørgrynnur av fyrispurn­ ingum frá fólki, sum eru áhugað í at gera íløgur í virksemi í Føroyum, men at íløgararnir oftast fáa kaldar føtur og taka seg aftur m.a. tí at eingi álít­ andi hagtøl eru tøk at gera metingar eftir og at arbeiða við. Føroyar eru at saman­ líkna við eitt menningar­ land, tá tað kemur til hag­ tøl. Føroyar eru t.d. ikki limir í WEF – World Eco­ nomic Forum. Hetta er eitt MUST fyri okkum, um vit vilja vera tikin í álvara av íløgarum sum eitt land, ið vil skapa góðar umstøður fyri vinnuligum virksemi. Hetta er bara ein spurningur um politiskt víðskygni og vilja til at síggja alstóra týdningin av hesum í eyguni og gera nakað við hetta. Syrgið tí fyri at seta nógv meira pening av til at tryggja eftirfarandi hagtøl eftir altjóða standardum. SamVit vil fegin gera sítt íkast til arbeiðið at seta hetta í verk – saman við Hagstovuni. Stígur komin í fólkatalið í Føroyum Vit hava yvirskot á burðar­ talinum í Føroyum. Føroy­ ingar fáa fleiri børn pr. íbúgva enn nakað annað land í Evropa, so íbúgvara­ talið átti at vaksið – skjótt! Kortini stendur íbúgvara­ talið í stað, tí vit t.d. í ár hava havt eina netto frá­ flyting uppá 200 fólk. Tað eru alt ov nógv. Uppbýtið av monnum og kvinnum er eisini púra skeivt. Vit hava eitt undirskot uppá áleið 2.000 kvinnur! Harumframt er aldurs­ pyramidan skeiv. Vit hava nógv eldri fólk, men vit mangla ungt fólk – fólk í arbeiðsførum aldri – og ikki minst væl útbúgvið, skikkað fólk, sum kunnu skapa virðir, og sum eru før fyri at kappast á høgum støði við sterka vinnulívið í størri londum, har vit mugu og skulu fylgja við. Vit bjóða ikki kappingar­ førar lønir – helst tí vinnu­ lívið sum heild ikki er nóg sterkt. Nógv ung fara av landinum at útbúgva seg og venda ongantíð aftur, har onnur ístaðin fáa gleði av teirra førleikum. Hetta er ein nógv størri trupulleiki, enn vit hava hug til at síggja í eyguni, tí hetta undirgravar týdningarmikla vinnuliga virksemi, sum skal leggja lunnar undir og tryggja framtíð okkara í Føroyum. Brúka írsku modellina! Hvat kunnu vit gera – soleiðis í fyrstu syftu – beint nú? Lat okkum gera, sum írar hava gjørt við stórum hepni: Teir stovn­ aðu Enterprise Ireland (ið stórt sæð hevur sama enda­ mál sum Samvit), sum legði eina strategi, ið m.a. innibar at stimbra vinnuna við at skapa lagaligari treytir (t.d. betri atkomu til landið, lægri skattir og avgjøld, MVG frítøka fyri ferðavinnutænastur og møguleika fyri minni vinnuvirksemi at forvinna upp til eina ávísa upphædd skattafrítt (t.d. Ból & Bita) osfr.) Og so ikki minst at satsa almennar pengar uppá stórstílaða marknaðar­ føring av Írlandi úteftir. Teir lótu soleiðis m.a. ferða­ vinnuna vera við til at ganga undan í alheims­ gerðini. Tvs. teir lótu so at siga teirra samfelag upp fyri útheiminum og fingu alheimsgerðina inn í stov­ urnar í minstu krókunum í Írlandi, tí tað kundi loysa seg fyri vanlig fólk at veita tænastur til ferðafólk. M.a. brúktu teir sítt ‘gamaldags’ image og sína ‘bygdaslig­ heit’ sum eina styrki og gjørdu tað til eina attrak­ tión: Komið til Írlands – her halda vit góðar gamlar siðir. Írskur fólkatónleikur og fólkadansur var fyri 20­ 30 árum síðum mest nakað, sum bara var til úti á bygd í Írlandi – í dag er tað vorðið ein heimsídnað­ ur. Teir satsaðu uppá list og mentan – upplivingar­ og vitanarvinnu sum t.d. KT. Í dag hevur Google evrop­ eiskt! høvuðssæti í Dublin. Írland er í dag eitt so attraktivt samfelag at liva og búgva í, at tað hevur skjótast vaksandi búskapin í OECD! Hetta er eisini ein møguleiki hjá okkum, um vit bera okkum rætt at. At enda – men ikki minst – er neyðugt at vera tilvitandi um, at hóast Føroyar eru smáar ella rætt­ ari: júst tí Føroyar eru eitt lítið land, mugu vit brúka lutvíst meira orku, enn onnur størri lond, til at ger­ ast sjónlig í umheiminum. Annars detta vit burtur ímillum – køva vinnuligu møguleikarnar og oyðilegg­ ja harvið framtíðar livi­ grundarlagið hjá okkum. Endamálið hjá SamViti er at veita vinnuni betri umstøður at skapa virðir – og harvið skapa búskapar­ vøkstur – t.d. við ráðgev­ ing, samskipan, netverks­ skapan innanhýsis og út í heim, umframt at lyfta stóru uppgávuna at markn­ aðarføra føroyskar vørur og tænastur í útheiminum í samstarvi við vinnuna. Tí er tað avgjørt skilagott og tilráðiligt, at gera væl størri íløgur í arbeiðið hjá SamViti. Spurningurin er heldur, um samfelagið yvirhøvur hevur ráð til IKKI at geva SamViti størri játtan næsta ár og komandi árini. SAMVit er ein stovnur, sum er skræddaraseymaður til at birta uppundir virksemi, sum skal SKAPA virðir – heldur enn bara at forbrúka tey. Tí er tað at skjóta seg sjálvan í fótin at skerja játtanirnar til ein slíkan stovn. Heldur átti tað at verið umvent! Í veruleikanum áttu nógv fleiri pengar at verið settir av til týdningarmikla arbeiðið hjá stovninum at marknaðarføra Føroyar, draga og knýta íløgarar til føroyska vinnu og menna íverksetaravirksemi, sum kann bera ávøkstur ” TAÐ er neyðugt at vera tilvitandi um, at hóast Føroyar eru smáar ella rættari: júst tí Føroyar eru eitt lítið land, mugu vit brúka lutvíst meira orku, enn onnur størri lond, til at gerast sjónlig í umheiminum. Annars detta vit burtur ímillum – køva vinnuligu møguleikarnar og oyðileggja harvið framtíðar livigrundarlagið hjá okkum ”