mánadagur 13. august 2007síða 16
‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Gulur veruleiki
ummæli
Kinna Poulsen
Gløðandi, cadmiumgula myndin
hjá John Kørner hitar betri enn
nakar hitaovnur, nú ein hvirla
aftrat minnir á, at heldur ikki
summarið er endaleyst. Sama er
galdandi fyri áhugaverdu, (nokk
so) nógv umrøddu summarfram
sýningina í Norðurlandahúsinum,
sum lat aftur í síðstu viku, men
sum ikki er farin heilt í søguna
allíkavæl. Í sambandi við 25 ára
hátíðarhaldið hjá Norðurlanda
húsinum, verður hon nevniliga
framsýnd í ymiskum norður
londum komandi ár. Listafólkini,
sum eru við á hesi framsýning
eru rættiliga ymisk, hvat viðvíkur
listarligum úttrykki og royndum
og framsýningin er sostatt sera
ymislig ikki minst í mun til
hvussu tað rættiliga breiða fram
sýningaruppleggið undir heitin
um [natúrligvís] verður fatað.
Danski listamaðurin John Kørner
nýtti framsýningaruppleggið sum
høvi til at koma við einari
viðmerking til kjakið, ið tók seg
upp í sambandi við viðgerðina av
grein 266 b. Í hansara hálv
abstrakta, flótandi akrylmálningi
hómast tvær at síggja til mann
ligar verur dansa saman á eini
blágrønari bakgrund, ið bæði
gevur hugasamband til leiktjaldið
á einum sjónleikarapalli og til
eitt landslag. Huglagið er lætt,
eins og boðskapurin kundi líkst
einum argandi mótmæli móti tí
ónátúrliga, avnoktandi hugburð
inum, summi her heima hava
mótvegis homoseksualiteti.
London - Tórshavn
John Kørner (f.1967) kom á
triðjaplássi, nú Carnegie Art
Award vóru tillutaðar, hóast
mong og helst eisini hann sjálvur
høvdu væntað, at hann fór at fáa
fyrstu heiðurslønina. Í staðin
fekk tann væl eldri svenski
listamaðurin Torsten Andersson
(f.1926) 1. virðisløn fyri sítt
konseptuella og sera persónliga
málarí, sum m.a. fevnir um
avmyndan av standmyndum.
Kørner hevur annars verið fyri
nógvum viðburði seinastu árini,
bæði heima í Danmark, men
eisini í altjóða høpi, har hann t.d.
er umboðaður á høgt metta
gallarínum Victoria Miro í
London. Skipasmiðjan í Havn er
langt frá London, men tað var
harúti í Listahøllini á framsýning
hjá Føroya Grafiska Verkstaði, at
undirritaða sá og gjørdist full
komiliga skotin í nøkrum gulum
steinprentum hjá John Kørner.
Myndirnar eru allar figurativar
við kliché ella postkortkendum,
føroyskum myndevnum sum t.d.
av einum pari í tjóðbúna, útsýni
yvir Tindhólmi, føroyskum
húsum við flagtaki osfr.
Myndlist er samskifti
Gulu steinprentini vórðu gjørd á
Grafiska Verkstaðnum í Gunda
dali í Havn og tað var eisini har,
eg hitti listamannin til eitt stutt
viðtal í summar. John Kørner
hevur seinni árini arbeitt við
ymiskum tøkni frá málarí til
installatión, veggmálarí osfr. og
sigur sín fremsta áhuga liggja í
sjálvum dialoginum við áskoðar
an, hvørs uppliving er við til at
avgera listaverki: “Eg eri sera
upptikin av áskoðaranum, hvussu
hann fatar og skrásetir mítt
úttrykk. Fyri meg er myndlist
samskifti og tí er tað umráðandi,
at eg royni at seta meg inn í
hvussu tað, eg skapi verður
uppfatað av móttakaranum”. Í
áðurnevndu postkortkendu mynd
um tykist listamaðurin spæla við
tær konnotatiónir, sum eru í
einum traditionellum myndevni.
Hóast minni mát, er hugskotið í
grundini ikki ólíkt hugskotinum,
sum bulgarski listamaðurin
Christo hevði, tá hann í 1995
pakkaði ríkisdagin í Berlin inn í
hvítt klæði. Kørner setur í sínum
lítla steinprenti Tinganes á gula
bakgrund og hetta gevur myndini
ein stuttligan og óhátíðarligan
dám, ið spælir saman við fatan
ini, áskoðarin longu hevur av tí,
sum avmyndað er.
Patos
Saman við tí einfaldaða, flata
úttrykkinum og teimum ljósa
reyðu blettunum og slettinum,
brýtur guli liturin alla naturalist
iska illusión í myndunum. Men
úttrykkið í gulu myndunum er
fleirtýðugt. Aftrat øllum tí hugs
aða, er okkurt sansandi og eks
pressivt, ið ávirkar áskoðaran
kensluliga. Saman við tí greinandi
speiseminum, sveimar ein eftir
øllum at døma ósamsvarandi
patos yvir hesum myndum, sum
eisini eru dekorativar við eini lætt
ari og artistiskari striku. Hetta
sæst t.d. á lýsingini av einum
gongumanni, ið sæst aftanífrá við
listamannahári og skeggi í
dekorativum andarisi. Eg spyrji
listamannin hvørt tað gula skal
fatast konseptuelt, ironiskt, men
skilji á andlitsbragdinum, at eg nú
havi spurt fýrkantað og býtt.
Teinkipausa og so hulisligt svar:
“Eg brúki gult í staðin fyri t.d.
hvítt. Gult umboðar ein annan
veruleika enn hvítt...”. Listaum
mælarin nikkar, tó at hon ikki
heilt skilir, men nú er tíðin farin,
eisini hjá teimum við gulum
bandi, tí listamaðurin skal túr við
Norðlýsinum. Í staðin vendi eg
aftur til gulu myndirnar eftir svari.
Flagtakshús á gulari bakgrund
Poetisk, ljómandi lýsing av Tindhólmi
Hendan kenna vit aftur á umhvarvinum
Postkortmyndir í gulum
Nr. 154 - 13. august 2007