Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-08-13, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 13. august 2007síða 17

‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 tíðindi SAMBAND jákup Mørk jAkup@SoSiAluriN.fo tlf. 341800 ítróttur – Vit eru nógv betri, men tapa kortini dystin, og tað kennist órættvíst Egil á Bø, liðskipari hjá EB/Streymi EB/Streymur hevði sínar møguleikar meðan HB spældi sín kjans, tá teir í gjár brustu meistaravónina í Sundalagnum FÓTBÓLTUR Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Øll trý málini fullu fyri steðgin og øll trý innan fyri eitt korter. Eftir friðarliga byrjan við einstøkum mál­ møguleikum til bæði liðini var tað Sorin Anghel, sum setti hol á, tá stívliga eitt korter var farið. Hanus Elia­ sen legði innfyri úr høgru og við pannuni stýrdi rumenin bóltin í netið. Frálík byrjan hjá felagsliðnum, sum tó oyðilegði hesa fáar minuttir seinni, tá ein verjuvilla hevði við sær, at Milan Kuljic slapp framat bóltinum og síðani setti hann í málið dygst úti við stongina. Tá góður hálvur tími var spældur lá bólturin aftur í netinum handan René Tórgarð. Andrew av Fløtum legði innfyri, Rógvi Jacobsen longdi, Páll Mohr Joensen setti í netið og so var HB bráddliga á odda. Teir kundu eisini økt løtu seinni, tá Rókur av Fløtum Jespersen vann nærdyst við verjuleikara, trekti til baklinjuna og legði aftur til Milan Kuljic, men hesaferð tók skotroynd hansara stongina. EB/Streymur hevði eisini sínar møguleikar. Stutt fyri steðgin tók bólturin tvør­ træið, tá Hans Pauli Samuelsen royndi seg úr stuttari fjarstøðu. Beint eftir hetta var tað um reppið at Arnbjørn Hansen fekk høvdið á hornaspark, tá hann stóð púra blankur fyri málinum, men kollfirðing­ urin var akkurát ov stuttur. HB undir stórum trýsti Í fyrra hálvleiki hevði HB bóltin heldur meira, men í seinna hálvleiki var spæl­ býtið heilt øðrvísi. Stóran part av teimum seinastu 45 minuttunum trýstu EB/ Streymur HB bæði nógv og væl, men tá vertirnir so royndu seg móti málinum, var annaðhvørt Tróndur Vatnhamar ella tvørtræið fyri. Karoly Potemkin hevði tvær naskar royndir á málið, men báðar ferðir bjargaði Tróndur Vatnhamar. Ronnie Samuelsen royndi seg við fínum langskoti, sum málverjin akkurát fekk veittrað út um stongina, og John Heri Dam var uppaftur nærri, tá hann sendi eitt innlegg á tvørtræið. Meðan Tróndur Vatn­ hamar dúgliga vísti hvør dugur er í honum, hevði René Tórgarð ikki nógv at takast við. Men einstøku ferðirnar boð vóru eftir honum gjørdi hann tað, hann skuldi. Millum annað vardi hann væl fyri, tá Ólavur í Ólavsstovu gjørdist púra leysur við honum. Dugdu at dríggja Allan seinna hálvleik trýsti EB/Streymur tað teir vóru mentir, meðan HB vardi og ansaði eftir ikki at brúka óneyðuga nógva orku, tí battaríini skulu gjarna vera full aftur mikudagin. Tí var tað eisini púra natúrligt, at teir miðskeiðis í seinna hálvleiki tóku Andrew av Fløtum út og settu meiri verjukenda Ólav í Ólavs­ stovu inn í staðin. Hinvegin undraði tað mong, at EB/ Streymur ikki valdi at satsa frameftir við broytingunum, teir gjørdu. Útskiftingin í steðginum, tá Karoly Potemkin loysti Arnbjørn Hansen av, broytti ikki nógv. Tað gjørdu tær báðar seinnu útskiftingarnar heldur ikki. Á miðvøllinum fór Bárður Olsen og Ronnie Samuelsen kom inn, og í høgra borði loysti Rafal Kwiecinski Hanus Eliasen av. Tá allir innskiftingar­ møguleikar við hesum vóru brúktir, hevði tað verið ein møguleiki at sent Egil á Bø niðan í álopið, men hetta varð ikki gjørt fyrr enn tíðin var um at vera úti. Dugdi EB/Streymur ikki at gagnnýta sínar møgu­ leikar ella at fremja røttu broytingarnar, so dugdi HB tað teir skuldu. Teir gjørdu tvey mál, málverjin dugdi at bjarga og so dugdu teir eisini at dríggja tíðina. Hetta og so nakað av hepni gjørdi, at høvuðsstaðar­ felagið stóð eftir við øllum í Streymnesi. Við sigrinum hava teir aftur meldað til í heiðursmerkjastríðnum, meðan EB/Streymur hevur meldað pass til gullkrónur­ nar. Fjarstøðan til NSÍ er níggju stig og til B36 er hon átta stig. Framvegis eru 27 stig eftir at spæla um, men við tí styrki NSÍ og B36 vísa í løtuni er tað óhugsandi, at bæði hesi seta so nógv stig til, at tey lata seg yvirhála. Nú kunnu teir kappast við HB um bronsu­ merkir í landskappingini og gull í steypakappingini. Kunnu kappast um bronsu HB EB/Streymur Sorin Anghel legði EB/Streym á odda 1-0, men hetta var ikki nokk, tí HB vann dystin 2-1, sum eisini var hálvleiksstøðan. Mynd: Sofis Debes Johannesen – Vit vóru nógv betri Egil á Bø, liðformaður hjá EB/Streymi, heldur hansara menn høvdu uppiborið betri sunnudagin. – Vit eru nógv betri, men tapa kortini dystin og tað kennist órættvíst, sigur hann. Egil dugir ikki at greiða frá, hví tað gekk sum tað gekk, men vísir til bæði málini HB fekk og sigur, at teir vóru ikki nóg konsentreraðir í hesum støðum. – Men tað er fyri so vítt tað einasta teir hava í øllum dystinum, staðfestir hann áðrenn hann fer til mongu kjansirnar hjá sínum liði: – Tað er heilt ótrúligt at ikki okkurt fer inn av hasum. Spurdur um hann metir, at EB/Streymur hevði uppiborið eitt stig í dystinum svarar Egil á Bø avgjørdur: – Nei. Eg meti vit áttu at fingið trý stig. – Gjørdu tað vit skuldu Tróndur Vatnhamar átti sín stóra leiklut í, at HB fekk trý stig í gjár. – Høvdu teir skotið onkra aðrastaðni, so hevði hann møguliga sitið. Onkuntíð rakar man dagin og onkuntíð ikki, segði hann eftir dystin og sipaði hann helst til, at hann hevði ein góðan dag, men tað ikki gekk eftir vild hjá EB/Streymi. – Og so hava teir eisini keypt vánaligt inn, legði hann aftrat við einum skeivum smíli. Spurdur um sigurin var uppiborin, svarar Tróndur: Tað kann kanska diskuterast, men vit gera tað vit skulu. Bæði liðini høvdu helst farið glað av vøllinum, um tey fingu eitt stig í part, men vit drógu longra stráðið. So uppiborið ella ikki, vit fingu trý stig. Nr. 154 - 13. august 2007