mánadagur 13. august 2007síða 20
‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
[ Nr. 154 - 13. august 2007 ]
Tigarin vann Major
Síðsta árliga Major-kappingin í golf var á skránni í
amerikanska býnum, Tulsa, um vikuskiftið, og undan
síðsta degnum í gjár var tað amerikanska golffenomenið,
Tiger Woods, sum lá á odda. Á síðsta degnum megnaði
Woods eisini at halda leiðsluna, og sjálvt um Woody
Austin og Ernie Els gjørdi sítt til fyri at fáa Tiger Woods
aftur, so bar hetta ikki til. Sostatt tryggjaði Tiger Woods
sær 13. sigurin í eini Major-kapping í lívinum, og hann
staðfestir har við, at hann er tann sterkasti golfspælarin í
heiminum.
Lantz úr Brøndby
Sterki svenski miðvallarleikarin hjá Brøndby, Marcus
Lantz, tykist nú vera ávegis úr danska felagnum. Tað er
fyrrverandi felagið hjá Lantz, Helsingborg, sum ætlar at
tryggja sær leikaran. Marcus Lantz er ikki í hópinum hjá
Brøndby, sum seinni í dag skal spæla ímóti Viborg í
Superliguni, og sum skilst, so ætlar Helsingborg at fáa
endaliga avtalu í lag við Brøndby og leikaran sjálvan
seinni í dag. Sum tað ljóðar, so manglar Helsingborg bert
at avtala rætta prísin við Brøndby, áðrenn Lantz verður
Helsingborg-leikari.
- Taka
einki fyri
givið
Venjarin hjá B36 var
væl nøgdur við sigurin
á Skála, men hann helt,
at skálamenn vóru ikki
lættir at spæla ímóti.
- Skála eru øgiliga ring-
ir at spæla ímóti. Teir
duga væl at spæla bólt,
teir trýsta høgt og flyta
seg væl, so vit máttu
justera eitt sindur í hálv-
leikinum fyri at steðga
teimum, og hetta eydn-
aðist væl, segði Kurt við
Útvarpið eftir dystin.
Hann vildi tó bert
tosa um komandi dyst,
tá hann bleiv spurdur
um vónirnar at vinna
meistaraheitið.
- Vit taka ein dyst á
gangin og taka einki fyri
givið. Vit arbeiða hart
fram ímóti næsta dystin-
um komandi sunnudag,
sum verður ímóti VB/
Sumba.
At enda bleiv Kurt
spurdur um heldur sjáld-
sama málið hjá Klæm-
int Matras.
- Vit venja skotvenjing
hvønn fríggjadag, og
endiliga síggja vit úrslitið
av hesum, segði venjarin
við einum smíli.
- Fáir kjan-
sir og tvey
mál til teir
Soleiðis
tók
Skála-
venjarin, John Petersen
saman um, tá hann
tosaði
við
Útvarpið
eftir dystin ímóti B36.
- Hetta er ein dystur,
sum koyrir næstan í
tómgongd. Bæði liðini
hava rímiliga gott spæl
fram eftir vøllinum, men
so hendir ikki meir. Her
eru eingir kjansir í
dystinum - kanska ein
og tveir til hvørt liðið –
og teir fáa tvey mál.
John helt tað eisini
leiðslumálið hjá B36
vera rættiliga keðiligt.
- Tað er sjálvandi keði-
ligt at tapa ein slíkan
dyst, og serliga keðiligt
er tað eisini, at vit annað
vikuskiftið á rað fáa mál
ímóti okkum frá sera
stórum avstandi.
Hampiligt spæl
men at kalla eingir
kjansir vóru á Skála
í dystinum millum
Skála og B36.
Munurin á liðunum
var tó, at B36 skoraði
upp á teir kjansirnar,
sum liðið fekk
FÓTBÓLTUR
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Sunnudagin var formula-
dystur á Skála, har Skála
tók ímóti B36. Undan dyst-
inum máttu teir hvíta úr
Havn helst taka favorit-
rolluna á sínar herðar, og
B36 megnaði eisini at
sleppa av Skála við øllum
trimum stigunum í einum
dysti, sum helst átti at verið
endaður
við
málleysum
javnleiki.
Dysturin á Skála bleiv
einki stórt fótbóltsupplivilsi.
Til tíðir vístu liðini hampi-
liga gott fótbóltsspæl við
skjótum og góðum avlever-
ingum, men so skjótt sum
liðini nærkaðust málinum
hjá mótstøðuliðnum, so var
antin hugflogið ov lítið ella
verjurnar ov sterkar.
Sjálvt um næstan eingir
kjansir vóru í dystinum, so
megnaði B36 í tveimum
førum at fáa bóltin í málið
hjá Skála, og sostatt vann
B36 eisini dystin 2-0.
Dysturin á Skála er helst
eisini eitt klassiskt dømi
um, at hepni ofta fylgir
teimum ovaru liðunum, og
at hesi í flestu førunum
duga betur at revsa mót-
støðuliðini,
enn
niðaru
liðini gera tað.
Langskot fekk
gongd á B36
Áskoðararnir á Skála blivu
í fyrra hálvleiki vitni til ein
dyst við hampiligum spæli,
men har kjansirnir vóru
sera fáir fyri ikki at siga
slett eingir.
Tað var týðiligt, at bæði
liðini royndu og vildu
heldur spæla fótbólt í staðin
fyri at sparka fótbólt, men
allíkavæl var hesin hálvleik-
urin einki at rópa hurrá
fyri.
Onkuntíð var upplegg til
møguleikar í báðum endun-
um, men hvørja ferð liðini
nærkaðust málunum, so
megnaðu tey á ein ella ann-
an hátt at lorka møguleik-
arnar burtur. Um hetta var
orsaka av góðum verjuspæli
ella minni góðum álops-
spæli skal vera ósagt.
Tá knappur hálvur tími
var farin kom tó brádliga
eitt mál á Skála, sum flestu
áskoðararnir einki skiltu av.
Klæmint Matras hjá B36
fekk bóltin nakað framman
fyri miðjuna, og úr eini 40
metra fjarstøðu valdi hann
at smekka til. Bólturin sat
heilt úti við stongina, men
sjálvt um málið var gott, so
er eingin ivi um, at Skála-
málmaðurin má taka málið
á sín kappa. Hann tóktist
slett ikki vera klárur til, tá
Klæmint
lat
kanónina
ganga, og hann hevði helst
heldur ikki væntað eitt skot
úr so stórari fjarstøðu. Í
málið fór bólturin tó, og tí
var hálvleiksstøðan eisini
1-0 til gestirnar.
B36 avgjørdi
Ikki kann sigast annað um
seinna hálvleik, enn at hann
var at kalla líka sum fyrri
hálvleikur. Liðini royndu
eftir førimuni at spæla
fótbólt, men málmøguleikar
vóru so at siga eingir.
Tá eitt knapt korter var
farið av seinna hálvleiki,
kom fyrsta veruligi mál-
møguleikin eftir steðgin.
B36 førdi bóltin fram eftir
vøllinum, og hann bleiv
spældu til Alex dos Santos,
sum kom at standa rættiliga
leysur í vinstru síðu í brots-
teiginum.
Santos valdi at senda
bóltin inn fyri málið, og har
var Sylla fyrstur á bóltinum
og stýrdi honum í málið.
Toppskjúttin
í
formula-
deildini hevði aftur sligið
til, og nú var støðan brádliga
2-0 til gestirnar úr B36, og
dysturin tóktist avgjørdur.
Sjálvt um Skála royndi
ymsikt síðsta hálva tíman
av dystinum, so komu teir
ikki fram til nakað serligt.
Onkur smávegis kjansur
var framman fyri B36-mál-
ið, men verjan hjá gestunum
stóð stinn, og tí megnaði
heimaliðið ikki at fáa nakað
mál.
Samanumtikið var hetta
ein dystur við sera fáum
møguleikum, og tað rættasta
hevði kanska verið, at hann
endaði við málleysum javn-
leiki. B36 vísti tó, hví teir
eru í toppinum. Teir fingu
mál upp á sínar møguleikar,
og við hesum halda teir trýst-
ið á oddaliðið, NSÍ, sum
eisini fekk fult á Argjum.
B36 skoraði upp á
málmøguleikarnar
Fáir kjansir vóru í formuladystinum á Skála, men B36 megnaði at skora upp á sínar, og tí vunnu teir dystin 2-0.
Mynd: Álvur Haraldsen
B36
Skála